Tað var púra burturvið at samgongan kravdi eina fólkaatkvøðu um nýggju fiskivinnulógina.
Tað helt bæði Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og aðrir tinglimir í samgonguni.
Tá ið fiskivinnulógin varð samtykt leygardagin, vildi andstøðan hava fólkaatkvøðu um málið, tí tey hildu, at hetta er so álvarsligt, og trívir so djúpt inn í føroyska samfelagið, at eingin ivi kann vera um, at fólkið eigur at sleppa at siga sína hugsan.
Men tað hildu tinglimir í andstøðuni ikki og tey undraðust á, at hetta kravið skuldi koma nú. Tey mintu á, at tá ið núverandi andstøða sat við valdið í undanfarna valskeiði, noktaðu tey at hava fólkaatkvøðu um at broyta hjúnabandslógina.
Tað er heilt burturvið at krevja eina fólkaatkvøðu nú, helt Steffan Klein Poulsen, tinglimur fyri Miðflokkin.
Annars heldur hann, at sjálvt løgtingsvalið var ein fólkaatkvøða um fiskvinnuskipanina – og tað fólkaatkvøðuna tapti undanfarna samgonga, og tí er hon nú í andstøðu.
Tey í samgonguni halda ikki, at fiskivinnulógin og hjúnabandslógin á nakran hátt kunnu samanberast, tí hjúnabandslógin var ein spurninguru um at tryggja einum minniluta javnrætt í samfelagnum
– Vit kunnu ikki hava fólkaatkvøðu um mannarættindini, tí tey eru sjálvsøgd, segði Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Men í hesum føri er tað fólksins ogn, sum tað ræður um, so her eigur Føroya fólk at sleppa at taka støðu til, heldur hon.
Hervør Pállsdóttir, tinglimir fyri Tjóðveldi, tosaði myndamál: Hava vit fýra leyvur og eitt lamb, sum kjakast um, hvør av teimum skal verða etun fyrst, vita vit, hvør tapir.
– Tí verða mál um rættindini hjá minnilutin ikki løgd til fólkaatkvøðu, tí har hava tey ongan møguleika. Og tað er tí, at í slíkum málum má Løgtingið traðka í karakter í slíkum førum, segði hon.
Aksel V. Johannesen tingmaður fyri Javnaðarflokkin og Hanna Jensen, sum hevur sæti á tingi fyri Framsókn, halda at tað er ein grundleggjandi munur á fiskivinnulógini og hjúnabandslógini. Og tann munurin er, at hjúnabandslógina kann Løgtingið broyta aftur í morgin, men fiskivinnulóggávan er soleiðis, at hon kann ikki broytast aftur fyrr enn trý løgting á rað hava samtykt tað.
Sostatt er tað líka ringt, ella enn truplari, at broyta fiskvinnuskipanina, enn tað er at broyta grundlógina, sigur Hanna Jensen.
Steffan Kleing Poulsen og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, halda ikki, at tað hevði einki við minnilutaverju at gera at broyta hjunabandslógina.
Tað var at gera seg inn á sjálvt húnabandið, sum er hornasteinurin undir samfelagnum, halda tey og tí vildu tey hava fólkaatkvøðu um tað.