Møguleikin at flyta er nógv avmarkaður

Eingin fótbóltsspælari fær loyvi at koma til Føroya eftir 1. august, og nú skulu flytipappírini hjá spælarum, sum ætlast at spæla í Føroyum vera skrivaði, áðrenn FSF góðkennir flytingina

Kanska vóru tað fjølmiðlarnir, sum vóru stóru tapararnir, tá spurningurin um útlendskar spælarar og útisetar í føroyskum fótbólti leygardagin varð viðgjørdur á aðalfundinum hjá FSF.

Í Danmark hava teir orðatakið um, at tá okkurt óvæntað kemur á borðið, so hevur onkur togað eina kanin fram í ljósið. Nakað soleiðis hevur tað kenst, tá útlendingar og serliga føroyskir spælarar, ið hava roynt seg uttanlands, eru komnir heim til síðstu umførini í landskappingini.

Satt at siga plagar tað at vera gott tilfar at tosa og skriva um, at nú skal hesin ella hasin spælarin koma úr útlandinum at hjálpa hesum ella hasum felagnum at vinna FM ella at sleppa undan niðurflyting.


Táttaðu í

Sjónarmiðið um at uppskotið um broytingar fór at hava við sær, at landsliðsspælararnir, ið spæla fótbólt í Íslandi, ikki fara at hava møguleika fyri at halda dystarvenjingina í føroyskum kappingini eftir at íslendska kappingin er liðug, varð nevnt, men tað var breið semja á aðalfundinum um, at tað var neyðugt at tátta í.

Nú er galdandi, at tað er ikki loyvt áhugaleikara og avtaluleikara at flyta frá felagi og til annað felag eftir 28. juli í kappingarárinum.

Nú er eisini galdandi, at útlendskur spælari kann bert fáa loyvisbræv til at spæla í 1. 2. 3. og 4. deild á mannafólkasíðuni og í 1. deild hjá kvinnum fyri kappingarárið, um umsókn um hetta verður latin kappingarnevndini í seinasta lagið 28. juli í kappingarárinum. Við umsóknini skal fyriliggja skrivlig váttan frá útlendska leikaranum og felagnum, hann spælir við, um ætlaðu flytingina.

Føroyingur, sum hevur havt ella hevur bústað í útlondum, kann fáa loyvisbrøv til at spæla í Føroyum, tá hann er leysgivin sambært ásetingunum. Føroyskur avtaluleikari uttanlands kann bert fáa loyvisbræv at spæla í Føroyum, um umsókn um hetta verður latin kappingarnevndini í seinasta lagið 28. juli í kappingarárinum. Við umsóknini skal fylgja skrivlig váttan um ætlaðu flytingina frá avtaluleikaranum og felagnum, sum hann er avtalubundin við.

Fleiri av fundarluttakarunum vildu vita, hvat liggur í dagfestingini 28. juli. Formaðurin í kappingarnevndini, Dánjal Andreasen, svaraði, at seinnu árini hava freistirnar verið tambaðar. Onkur feløg hava undan 1. mai, sum hevur verið síðsta freist, tá tað hevur snúð seg um útlendingar, sent nøvnini á einari rúgvu av útlendingum inn.

Ætlanin er at fyribyrgja hesum, og andin í táttaðu orðingini er, at nú skal tað ikki bera til at flyta millum feløgini og at fáa føroyskar og útlendskar spælarar at styrkja um liðini, eftir at summarsteðgurin hevur verið. Um ivaspurningar stinga seg upp, so eigur og skal kappingarnevndin nýta sínar heimildir, undirstrikaði Dánjal Andreasen.

jh