at tað kanska ikki altíð er so lætt at finna fríløturnar í nógva meldrinum. – Eg havi altíð arbeitt tað, sum er neyðugt, og tað er tað. Eg hugsi ikki so nógv um, hvat klokkan er, men royni at fáa tað gjørt [...] forskattaðar, er framvegis hall, og tí er eisini vandi fyri, at almenna skuldin kann fara at vaksa ov nógv, sigur hann. – Vansin tá er, at verður okkurt gjørt, kann tað henda ov ógvusligt. Tað er fínt, at stig [...] hann, so hann í dag er væl koyrandi, meðan tað í TF-samtakinum er heilt øðrvísi, tí tað hevur koyrt í 75 ár og hevur ongantíð verið í trupulleikum. Vit kunnu siga, at Eik Banki er komin upp á pláss, meðan
la formin, sum er goymdur í myndini. Tað snýr seg jú í stóran mun um perceptión. Tað er ymiskt hvussu vit eru fyri og tað er kanska ikki altíð vit megna at uppliva júst klikkið og tá er tað umráðandi, [...] í grundini eisini. Nýggjur tónleikur er jú ikki nógv at hoyra í útvarpinum, so tað er umráðandi at hava ein tílíkan festival. Eitt av endamálunum við Summartónum er fáa gongd á skrivingina av føroyskum [...] tónum. Meiningin er, at áhoyrarin sjálvur ger av, hvar hann stendur ella um hann gongur runt millum bólkarnar. Á henda hátt gerst ljóðupplivingin interaktiv, og haldi eisini, at tað er sum um, at sjálvar
beiggjan ? er nakað langt hiðani, men tað er ótrúliga vakurt og stórsligið. Tudor byggistílurin og Versailles byggistílurin saman í einum bygningi. Tudor stílurin 2/3 av slottinum og versailles 1/3, og Henry [...] menn, so støðan er rættiliga broytt her í London. Gerda og maðurin, sum er seks mánaðar eldri enn hon, búgva her í London. Gerda var pensionerað tá hon var 60 og maðurin 65 ár, sum er vanligt í Bretlandi [...] abbabørn og eitt oldurbarn. Gerda er vinarlig, fryntlig, kvik og smílandi og hoyrir tú hana tosa, men sært hana ikki, heldur tú, hon er 23 ár, og tá ið tú sært hana, heldur tú hon er antin síðst í 60-unum ella
Tað, sum síðani er hent, er ein heilt onnur søga, men ta søguna, kenna vónandi tey flestu. Europa og meginparturin av verðini hevur ongantíð líkst sær sjálvum, aftaná Berlinmúrin. Í dag er hann bara eitt [...] tey, sum hava ráð til tað, er hetta tann besta undirvísingin, tí onga aðrastaðni í verðini, burtursæð frá tí antikka Rom, er politiska søgan so livandi tilstaðar, sum hon er í Berlin. Tað eigur at vera [...] siga: ”Civis Romanus sum”. Í tí fríu verðini í dag, er tann stoltasti setning-urin: ”Ich bin ein Berliner”. Allir fríir menn eru borgarar í Berlin, hvar enn teir búgva, og sum fríur maður, sigi eg tí við
Ótrúliga nógv er vaksið um framleiðsluna, men enn er øgiliga nógv eftir at gera, og tað verður spennandi at vita, hvar alingin er um 10-15 ár, sigur hann. – Í Norra hevur ein fakbólkur arbeitt við, hvussu [...] Hentur lærdómur At endurnýtsla av vatni er nakað, brúk er fyri í Føroyum, kann í fyrsta umfari ljóða eitt sindur løgið, so nógv sum tað regnar her, men um summarið er altso ov turt til, at tað ber til at [...] eindir, so er tað tað sama, sum hendir har, sum í Føroyum, so tað er ikki meira øðrvísi enn so, sigur hann. Nógv eftir enn Nýggja arbeiðið hjá Ragnari Joensen verður merkt av, at alt samtakið er umskipað
Tað er onki at siga til, at panikkur kom í, tí sjóverja var ongin. Løgtingsnevndin, sum varð sett á ólavsøku 1898 at viðgera hetta álvarsmál, er skelkað og stendur púra spyrjandi og gitir. Tað er framvegis [...] skal skjótast út av hekkuni? At enda er tað ein trygdarspurningur: Er tað heilt vandaleyst at broyta eina kenda mannagongd og eitt kent arbeiðslag til nakað, sum er heilt nýtt og ókent? Í Føroyum vita vit [...] Grunden var ujævn eller bestod af Klipper, men dette Haab er tilintetgjort, idet Dampskibene ogsaa ses trawlende paa haard Bund. Fremgangsmaaden er da den, at 2 Skibe hjælpes ad; det ene trækker Trawlen,
Hesa ferð er talan er um meira enn eina tillaging. Hetta er ein verulig broyting. Og eg veit, at hon er hvørki hugalig ella populér. Eisini í okkara flokki eru ymiskar meiningar. Men broytingin er samtykt [...] blæur og annað til húsarhaldið samanborið við 2023. Hetta er omanfyri 1.000 kr. meira - hvønn mánað. Skattalættin er sjálvandi fult fíggjaður. Annað er ábyrgdarleyst. Inntøkurnar eru millum annað komnar frá [...] vald at gera tað. Andstøðan veit eisini, at tað er neyðugt at broyta pensjónsaldurin. Og hon er eisini samd við okkum - handan samráðingardyrnar. Tað er ikki meira enn eitt ár síðani, at formaðurin í
og vigaði 180 pund. Spurningurin er so, hvat er ein hampiliga góður dagur á kalvaveiði. Okkurt ár fingu vit í miðal 700 pund fyri dagin, og tað var gott. Men fekk mann 1.000 pund eftir fýra døgum, fekst [...] a og skal eisini hava vinning. Hesum millumliði sluppu vit undan. Eitt merkiligt er, og tað er øll havtaskan, sum nú er at fáa. Eg havi ikki vitað um so nógva havtasku. Vit fingu onkrar havtaskur í trolini [...] honum og leyst var.Tað er annars soleiðis við kalva, at verður drigið javnt, so fylgir hann við upp gjøgnum sjógvin uttan mótstøðu. Men verður steðgað á, kann hann varnast, at okkurt er galið, og tá kann hann
umhvørvi, ella snøgt sagt ein keypsamtøka er ein fyritøka, sum bert er til fyri brúkaran. Ein keypsamtøka setur sær bert brúkarans gagn og frama sum mál. Endamálið er ikki í sjálvum sær at vinna pening til [...] , og hennara fremsta mál er at tæna og gagna limum og teimum fólkum, sum velja at keypa í eini keypsamtøku. Hetta at fara í eina keypsamtøku til handils er eitt val. Hetta er ein hugburður ? ein sunnur [...] yvirmetast. Týdningurin er ikki bert hugsjónaligur. Hann er eisini at finna í tí meira jarðbundna ? í hesum, sum tey gomlu havnarfólkini søgdu um keypsamtøkuna í Bringsnagøtu: Hon er tann besti prísansarin
mesta av jørðini er kørg. Bert á nøkrum av slættunum er jørðin fruktbar. Her verður so eisini dyrkað. Vanligasti reiðskapurin er slíkur, sum verður brúktur við handamegi. Har tað er meira flatt, nýttu [...] Seinni er kirkja komin. Húsini bygd úr greinum Konso er eitt rættuliga stórt øki við nógvum bygdum, sum liggja spjaddar á høvdum í landslagnum. Økið liggur í 15-2000 metra hædd. Millum høvdirnar er so flatlendi [...] brúkast til nógv, eisini til brennievni. Hetta er veikt tilfar og tí er tað, at smátturnar javnan mugu umvælast. Takið á smáttunum gongur upp í ein spíss. Tað er dekkað strái av korni. Ovast í spíssinum verður