Á vetri 1951 tóku tveir menn seg saman um at fáa sett á stovn eina keypsamtøku í Havn. Maðurin, ið fekk hugskotið, æt Heri Jacobsen (seinni navnabroyting til Hamarsá). Heri Hamarsá vendi sær til Karsten Hoydal, og gingu teir saman í felag við øðrum við tekningarlista hús úr húsi í Tórshavn at fáa fólk at gerast limir í eini keypsamtøku undir stovnan.
Beinleiðis orsøkin til, at fólk tóku seg saman at stovna keypsamtøku var tann, at tíðirnar vóru ringar og vøruprísirnir vóru høgir. Fólk tóku rættiliga væl undir við tiltakinum, og tann 19. juli 1951 varð vald ein fyrireikingarnevnd at skipa fyri stovnsetingini av keypsamtøku. Í fyrireikingarnevndini vóru Karsten Hoydal, lic. agro, Heri Hamarsá (Jacobsen), skrivstovumaður, Christian Haraldsen, lektari, Louis Apol, skrivstovumaður, Jógvan Poulsen, postmaður, Martin Kúrberg, bilførari og J. P. Henriksen, bókhaldari. Karsten og Heri høvdu frammanundan sett seg í samband við FDB í Danmark. FDB var áhugað í at samstarva við eina komandi keypsamtøku í Havn, og tí var Ingvardsen, stjóri í FDB, við á fyrireikingarfundinum í juli 1951. Hetta samstarv fekk stóran týdning fyri keypsamtøkuna og var í mong ár ein fortreyt fyri virkseminum hjá keypsamtøkurørsluni í Føroyum.
Tann 14. februar 1952 var komið so mikið áleiðis, at fyrireikingarnevndin kundi geva frágreiðing um støðuna. Tann avgerandi spurningurin var, hvørt limirnir skuldu hava fulla fíggjarliga ábyrgd ella binda seg við avmarkaðari ábyrgd. Úrslitið gjørdist, at limirnir skuldu bera samábyrgd við 100 kr. í innskoti. Henda skipan stóð við til 1971. 100 kr. vóru nógvur peningur í 1952, tá tímalønin hjá einum arbeiðsmanni var umleið 3,60 kr., so ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan var góð og áhugin stórur.
Tann 3. apríl 1952 varð Havnar Keypssamtøka stovnað á fundi í Losjuni. Í fyrstu nevndina vórðu valdir Christian Haraldsen, formaður, Heri Hamarsá (Jacobsen), Louis Apol, Martin Kúrberg og J. P. Henriksen. Karsten Hoydal og Ebba Petersen gjørdust tiltakslimir, og Tórur Dalsgaard og Jarmund Thorsteinsson vórðu grannskoðarar.
Um hetta mundið var keypiorkan lítil, og prísirnir á neyðsynjarvørum høvdu verið javnt hækkandi síðan 1945. Hvussu stóran beinleiðis týdning Havnar Keypssamtøka fekk fyri brúkaran sæst av eini prískanning, ið varð gjørd eftir, at handilin í Bringsnagøtu læt upp. Kanningin vísti, at prísirnir í keypssamtøkuni vóru í meðal 20-22% lægri enn prísirnir hjá privatu handlunum í Havn um hetta mundið.
Bakgrund og hugsjónarstøði
Hvat var tað, sum upprunaliga birti lív í hugsjónina um keypsamtøkur og framleiðslusamtøk? Hetta hevði nakað at gera við lívskor og samfelagsbroytingar í 18. og 19. øld, og hetta hevði nakað við hugmyndafrøðilig og heimspekilig rák í 18. og 19. øld at gera. Hetta vóru rák, sum í stóran mun snúðu seg um, hvussuleiðis bøtt kundi verða um tey lívskor, ið stóðust av ídnaðarkollveltingini og tí liberalistisku samfelagsskipan, ið var galdandi um hetta mundið.
Ídnaðarkollveltingin umleið 1750-1850 í Europa elvdi til stórar samfelagsbroytingar og í mongum førum til hørð og sera vánalig lívskor hjá ognarleysum víða hvar í Europa, eitt nú í Týsklandi, Fraklandi og serstakliga í Bretlandi. Ymsar royndir vórðu gjørdar til tess at bøta um korini hjá ognarleysum. Stovnaður varð ein hópur av verkmannafeløgum, sjúkra- og jarðarferðarkassum og brúkara- og framleiðslufelagsskapum av ymsum slag.
Tað mest áhugaverda tiltakið var uttan iva stovnsetingin av The Rochdale Society of Equitable Pioneers. Rochdale er ein býur á markinum millum Lancashire og Yorkshire í Bretlandi. Umleið 1840 var støðan í økinum vánalig og lívskorini út av lagi eftir verkføll og álvarsamar búskapartrupulleikar. Hjá verkmannastættini eins væl og hjá miðalstættini stóð á at fáa nóg mikið at bíta og brenna. Á Rochdale leiðini høvdu nakrir vevarar og spinnarar verið í verkfalli. Undir verkfallinum høvdu teir stovnað grunn, sum verkamenn, ið ikki vóru í verkfalli, rindaðu til. Hugskotið var, at við hesum innskoti fór tað at bera til at seta egið virki á stovn, og fóru vevarar og spinnarar sostatt at gerast virkiseigarar. Men sum frá leið, gjørdist monnum greitt, at teir á henda hátt kortini ikki fóru at megna at seta verksmiðju á stovn. Trupulleikarnir og forðingarnar vóru heilt einfalt ov stór. Tískil mátti annað mál setast. Teir komu síðan til ta niðurstøðu, at bestu ráð vóru at stovna keypsamtøku.
Um hetta mundið vóru nógvar rørslur í Bretlandi, sum virkaðu fyri betri lívskorum hjá teimum ognarleysu. Talan var um politiskar felagsskapir eins væl og felagsskapir við almentgagnligum endamálum. Eisini vóru eitt nú í Rochdale felagsskapir við samtøkuendamálum, t.d. The Rochdale Friendly Co-operative Society, stovnað 1830, men eingin av hesum felagsskapum hevði megnað beinleiðis at fáa nakað, sum líktist einari keypsamtøku, at rigga og at bera seg.
Men hinvegin skerst ikki burtur, at tá keypsamtøkan í Rochdale so var stovnað, so stóðu stovnararnir í hugsjónarligari skuld til teir mongu politisku og almentgagnligu felagsskapir, sum blómaðu í Bretlandi í fyrru helvt av 19. øld. Stovnararnir høvdu góðan kunnleika til samtøkuhugsjónina og til tær mongu ymisku royndir, ið høvdu verið gjørdar at stovna brúkara- og framleiðslusamtøk.
Heimsins fyrsta keypsamtøka, ið lív varð lagað, varð sostatt stovnað av The Rochdale Society of Equitable Pioneers. Fyri hetta bragd gjørdust spunamenninir og vevmenninir úr Rochdale heimsgitnir. Teir skaptu ikki sjálva samtøkuhugsjónina, men teir tóku hugsjónina í fullum álvara og megnaðu at geva henni ein form og eitt innihald, ið bar uppi og sum ber uppi enn. Av hesum er opinbert, at allar heimsins samtøkurørslur ástøðiliga og hugsjónarliga eru ættaðar frá teimum hugdjørvu, virkisfúsu og gløggu og spunamonnunum og vevarunum úr Rochdale. Tað er ómótsigandi, at samtøkurørslan hevur havt ómetaligan týdning fyri bøtt lívskor um allan heim - tað veri seg í framkomnum so væl sum í tilafturskomnum londum. Hesir vevarar og spunamenn eiga tí stóra tøkk uppiborna og eiga ongantíð at verða gloymdir.
Teir einstaklingar, ið meira enn nakrir høvdu virkað fyri betri lívskorum hjá ognarleysum í Bretlandi og í hesum sambandi serstakliga fyri samtøkuhugsjónina, vóru Robert Owen (1771-1858), vinnulívsmaður og sjálvlærdur búskaparfrøðingur, og William King (1786-1865), lækni og lærari. Hesir báðir menn, ið ótroyttiliga virkaðu fyri samtøkuhugsjónini, vóru annars politiskt og hugsjónarliga sera ólíkir. Men felags fyri báðar hesar hugsjónarmenn er, at teir hvør á sín hátt fingu ómetaligan týdning fyri keypsamtøkuhugsjónina.
Keypsamtøkan, ið formliga varð stovnað í Rochdale tann 15. august 1844, bygdi á ávísar meginreglur, vanliga nevndar Rochdale Principles. Meginreglurnar vóru í høvuðsheitunum hesar: at limirnir skuldu sjálvir útvega stovnsfæið, ið skuldi bera fasta avmarkaða rentu, at ein og hvør skuldi kunna gerast limur uttan mun til politiska áskoðan, lit, kyn ella átrúnaðarligt tilknýti, at bert fyrsta floks vørur áttu at verða seldar í handlinum til sámuligar prísir, at stýrislagið skuldi verða demokratiskt, at loyvt var hvørki at selja upp á borg ella at biðja um loyvi at keypa upp á borg, at skipast skuldi fyri afturbering pro rata við støði í tí, sum hvør limur sær hevði keypt, at ein ávísur prosentpartur av vinninginum skuldi verða tilskilaður útbúgving, at roknskapur javnan varð kunngjørdur limunum og at partur av vinningi skuldi setast av til útbúgvingarendamál.
Hesar meginreglur, sum í nútíðar keypsamtøkurørslum eru tillagaðar okkara tíð, kunnu kanska tykjast sjálvsagdar í dag, men tær eiga at síggjast við tátíðar politisku og samfelagsligu viðurskiftunum í baksýni. Søguliga kann staðfestast, at tey nógv batnandi viðurskiftini hjá brúkarunum í samtíðini hjá vevarunum í Rochdale og eftirfylgjandi hesum heilt til okkara dagar í stóran mun eru úrslit av hesum Rochdale meginreglunum.
Meginreglurnar hjá vevarunum og spunamonnunum í Rochdale hava til hendan dag myndað støðið undir samtøkurørslum um allan heim. Stovnsfæið hjá samtøkustovnarunum í Rochdale varð fingið til vegar á tann hátt, at hvør limur setti seg fyri at rinda eina ávísa upphædd um vikuna. Hartil varð ein upphædd tikin sum lán frá fakfelagnum hjá vevarum á Rochdale leiðini. Tann 21. desember 1844 læt krambúðin upp í Toadlane í Rochdale, og við henni byrjaði nútímans samtøkurørslan.
Handlarnir í Tórshavn 1952 - 2002
Fyrsta krambúðin hjá Havnar Keypssamtøku var í leigaðum hølum í húsunum hjá Niclas Ludvig í Bringsnagøtu 10, og fyrsti fyristøðumaður var maður av Bornholm, nevndur Aksel Schou. Hesin maður var nógv umhildin av undangongufólkunum, og tey, ið enn eru á lívi, minnast Schou við stórari virðing. Tann 8. oktober 1952 læt handilin í Bringsnagøtu upp, og 8. oktober í ár eru sostatt fimmti ár, síðan Havnar Keypssamtøka av álvara fór undir virksemi sítt.
Men Havnar Keypssamtøka var tó ikki fyrsta keypsamtøka í Føroyum. Royndir høvdu verið gjørdar áður, eitt í Tórshavn í 1932 við keypsfeløgunum Balduri og Samvirkinum, og við Tvøroyrar keypssamtøku fyrst í fimmtiárunum. Men hesar royndir duttu niðurfyri, og Havnar Keypssamtøka er tann fyrsta føroyska keypsamtøka, hvørs lív var lagað.
Hinvegin vita vit um fleiri søgulig dømi um framleiðslusamtøk. Hin mest kenda framleiðslusamtøkan man vera Ísvirkið á Tvøroyi í millumkrígsárunum, men eisini útróður til lands í Íslandi og í Grønlandi á sinni eins og ávís turkihús uttan fyri Havnina í fimmtiárunum eru dømi um føroyskt framleiðslu-fyritaksemi á samtøkustøði. Stórfyritøkan AT á Tvøroyri, stovnað 1936, og sum júst um hetta mundið var um at fara í søguna, var skipað sum eitt framleiðslusamtak, nevniliga sum samvinnufelag við demokratiskt valdari leiðslu og við avmarkaðari ábyrgd (A.M.B.A fyritøka, sum hesin virkisformur nevndist). Føroyingar høvdu sostatt royndir ? ringar eins væl og góðar av samtøkuforminum, men hinvegin høvdu teir at kalla ongar royndir við sjálvum keyps- ella brúkarasamtøkuforminum, so tað var ein djørv, spennandi og sera váðalig roynd, ið stovnararnir fóru undir í Havn í 1951-52.
Havnar Keypssamtøka hevði rættiliga álvarsamar trupulleikar í byrjanini. Keypmonnunum dámdi sum vera man illa nýggju fyritøkuna, tí marknaðurin var eftir teirra áskoðan avmarkaður frammanundan. Eisini kendu keypmenninir og vinnulívið seg ótrygg við henda sermerkta virkisformin við demokratiskt valdari leiðslu, sum bert seldi vørur til limir og sum hartil fór at lata limunum part í avlopinum í mun til tað, hvør einstakur limur hevði keypt frá handlinum í einum farnum roknskaparári.
Hesi viðurskifti elvdu til, at heilsølumannafelagið fyri at tekkjast keypmonnunum noktaði limum sínum at selja vørur í heilsølu til Havnar Keypssamtøku. Hetta førdi tó bert til, at leiðslan legði alla orku í at keypa vørurnar beinleiðis frá framleiðarunum uttanlands, eins og keypt varð frá samstarvsfelagnum FDB. Her var ein orsøkin til, at møguligt gjørdist at útvega brúkarunum í Havn lutfalsliga ódýrar neyðsynjarvørur. Í dag er alt hetta søga, og eingin heilsøla í Føroyum vildi droymt um at sýta eini handilsfyritøku sum FK vørur. Soleiðis broytast tíðir og umstøður, tíbetur.
Hóast byrjanartrupulleikar av ymsum slag gekk skjótt framá við Havnar Keypssamtøku, og skjótt gjørdist leiðsluni greitt, at hølini í Bringsnagøtu ikki vóru hóskandi til ein nútímans handil. Skuldi nýggja fyritøkan mennast, var neyðugt við størri og betri hølum, sum samstundis áttu at liggja væl fyri í býnum. Í 1955 varð tí flutt í leigað høli í Dr. Jakobsens gøtu.
Í 1971 varð henda ognin saman við eini aðrari minni ogn keypt til handilshøli. Húsini vórðu tikin niður, og nýggj nútímans handilshús vórðu smíðað á staðnum. Meðan nýggju handilshúsini vórðu smíðað, vóru fyribilshandilshøli innrættað í barakkum á parkeringsøkinum í L. Debesar gøtu aftan fyri Sjónleikarahúsið.
Hetta var ein trupul tíð fyri handil, starvsfólk og viðskiftafólk, men keypsamtøkan kom heilskapað burtur úr trupulleikunum, takkað verið dyggum stuðli fra limunum, sera dugna-ligum starvsfólkum og beinasemi frá FDB. Samstundis sum handlað varð í L. Debesar gøtu, varð smíðað nátt og dag í Dr. Jakobsens gøtu, og tríggjar mánaðir eftir, at gomlu húsini vóru tikin niður, stóðu nýggj stásilig og nútímans handilshús á grundini. Hetta var eitt sera stórt framstig fyri viðskiftafólk eins væl og fyri starvsfólk, og tað gekk støðugt framá við umsetninginum. Undirtøkan millum havnarfólk var stór, og eisini av bygd komu viðskiftafólk í hópatali í handilin í Dr. Jakobsens gøtu at útvega sær dygdarvørur til sámiligar prísir.
Men skjótt gjørdist greitt, at tað fór aftur at gerast neyðugt við meira plássi, tí fyritøkan var í støðugari og tryggari menning. Arbeitt varð við ymsum loysnum, eitt nú við eini ætlan um høli á Trapputrøðni, har sum SMS nú er. Men henda ætlan gjørdist av ongum, og endin varð, at bygdur varð nýggjur handilsbygningur í Hoyvíkshag-anum vestan fyri Hvítanesvegin. Nýggja krambúðin í Hoyvík læt upp tann 7. september 1978. Her var eisini matstova, ið frá fyrsta degi og til dagin í dag hevur verið væl umtókt og væl vitjað.
Menningin kring landið
Árið 1961 var eitt týðandi ár í føroysku samtøkusøguni, tí hetta ár vórðu stovnaðar keypsamtøkur í Klaksvík og í Fuglafirði. Í báðum støðum høvdu stovnararnir at kalla somu trupulleikar sum stigtakarunum í Havn høvdu verið fyri: mótstøða frá stórkeypmonnum á staðnum. Nýggj krambúð læt upp í Fuglafirði 13. juli 1978. Hetta var ein sannur hátíðardagur í bygdini, og fólk tóku væl ímóti tí nýggja handlinum. Hetta sást eisini av, at sølan vaks munandi, eftir at nýggja krambúðin var latin upp.
Tann 1. apríl 1965 vórðu tær tríggjar føroysku keypsamtøkurnar skipaðar í ein felagsskap, við tað at Føroya Keypssamtøka varð stovnað. Samtøkurnar í Havn, Klaksvík og í Fuglafirði gjørdust nú deildir í Føroya Keypssamtøku, og limirnir høvdu eftir hetta beinleiðis limaskap í Føroya Keypssamtøku. Endamálið við Føroya Keypssamtøku var hitt sama sum í fyrstu samtøkuni, nevnilig at útvega limunum í felag og undir so góðum treytum sum gjørligt góðar og óspiltar vørur.
Føroya Keypssamtøka var skipað við aðalfundi, felagsstjórn og einari limanevnd fyri hvørja deild í ávikavist Tórshavn, Fuglafirði og í Klaksvík.
Suðuroyar Keypssamtøka hevði stovnandi aðalfund 10. august 1976, og tann 5. desember 1984 læt fyrsta krambúðin upp í leigaðum hølum. Tann 25. oktober 1990 flutti Suðuroyar Keypsamtøka í nýggjan og stásiligan handilsbygning Úti í Trøð í Trongisvági.
Vága Keypssamtøka hevði stovnandi aðalfund 23. apríl 1976 og læt tann 21. juni 1979 ein nýggjan og framúr góðan handilsbygning í Miðvági upp. Tann 30. november 1989 læt keypsamtøka upp í Saltangará, og sostatt fevndi samtøkurørslan við einum stórum og trúføstum limaskara mestsum um alt landið um aldamótið.
Ein rørsla í menning á tryggum støði
Ein keypsamtøka er ikki bert ein krambúð við fjølbroyttum og dygdargóðum vørum til sámiligar prísir. Keypsamtøkan er fyrst og fremst ein hugsjón og ein rørsla á breiðum og tryggum hugmyndaligum støði. Tað kom ikki av ongum, tá ið stovnararnir í 1952 sum leiðarorð ella motto settu hesi orð: Ei at tjena frá øðrum, men hvør at tæna øðrum. Hóast føroyski málburðurin kanska ikki er tann, ein vildi nýtt í dag, lýsa hesi leiðarorð á framúrskarandi hátt kjarnuna í altjóða samtøkuhugsjónini.
Tað, sum myndar støðið, eru hugtøk sum felagsskapur og almannagagn fram um egið gagn, samhaldsfesti, ábyrgd fyri viðskiftafólki og ábyrgd fyri umhvørvi, ella snøgt sagt ein keypsamtøka er ein fyritøka, sum bert er til fyri brúkaran. Ein keypsamtøka setur sær bert brúkarans gagn og frama sum mál. Endamálið er ikki í sjálvum sær at vinna pening til fyritøkuna og hennara ánarar. Her skal eingin einskildur partaeigari ella áhugabólkur vinna pening av umsetninginum. Endamálið við vinninginum hjá samtøkuni er at gera samtøkuna so sterka og vælkonsolideraða, at hon áhaldandi kann tæna brúkaranum uppaftur betur ? at eitt nú Føroya Keypssamtøka í alt vaksandi mun megnar at tæna endamálinum við leiðarorðunum hjá teimum hugdjørvu undangongufólkunum, sum stovnaðu fyritøkuna tann 3. apríl 1952.
Limirnir eiga fyritøkuna, og hennara fremsta mál er at tæna og gagna limum og teimum fólkum, sum velja at keypa í eini keypsamtøku. Hetta at fara í eina keypsamtøku til handils er eitt val. Hetta er ein hugburður ? ein sunnur og dámligur hugburður. Tá ið tú fert til handils í eini keypsamtøku, veitst tú, at vinningurin kemur allari heildini til góðar. Ikki so at skilja, at limir nú eins og tey fyrstu mongu árini fáa lut í avlopinum í mun til keyp. Heldur er tað hetta, at ein fyritøka, ið ikki setur sær egið gagn sum mál, í sjálvum sær hevur eitt gagnligt árin á alt handilsumhvørvið. Henda skipan gevur eina ektaða og heilhugaða kapping millum allar handilsfyritøkur á staðnum til mikið gagn fyri brúkararnar. Av hesi orsøk gagnar keypsamtøkan eisini teimum brúkarum, ið bert keypa frá privatu handilsfyritøkunum. Hetta er áhugavert, og man hetta vera ein orsøkin til, at øll í grundini eru góð við keypsamtøkuna ? eisini tey, sum ongantíð handla har.
Men samtøkuhugsjónin er annað og meira enn dygdarvørur og sámiligir prísir. Hugsjónin ber við fólkaræði, tí allar keypsamtøkur verða stýrdar eftir demokratiskum meginreglum. Hugsjónin fevnir um umhvørvisfyrilit og brúkaraáhugamál, trygd og trivnað og felags gagn fram um egið gagn at fremja.
Tann týdningur, samtøkuhugsjónin í Føroyum eins væl og kring allan heim hevur havt og framvegis hevur fyri brúkaran, kann ikki yvirmetast. Týdningurin er ikki bert hugsjónaligur. Hann er eisini at finna í tí meira jarðbundna ? í hesum, sum tey gomlu havnarfólkini søgdu um keypsamtøkuna í Bringsnagøtu: Hon er tann besti prísansarin í Havn. Hesi orð, sum mangan vóru at hoyra undir útgerðarhandlinum hjá Jákupi á Lað, undir neystunum á Bursatanga og í Undirhúsinum, eru enn tann dag í dag so sonn, sum tey eru søgd.
Alt hetta hava havnarfólk skilt, tá keypsamtøkan kom. Undirtøkan hesi fimmti árini hevur verið stór og sterk. Uttan mun til politiskan lit ella átrúnaðarliga lívsáskoðan stóðu limirnir øksl móti øksl, tá ið politiskir ella búskaparligir brotasjógvar brutu. Havnarfólk gjørdust góð við hesa sermerktu fyritøku, tey gjørdust góð við henda handil, sum gekk sínar egnu leiðir, og tey eru framvegis góð við hann.
Sama er um limir og viðskiftafólk kring alt landið at siga. Fólk í Suðuroy, í Vágum, í Norðoyggjum og í Eysturoy eru góð við lokalu keypsamtøkurnar og standa saman um tær.
Fólk vita og kenna, at hetta eru teirra handlar. Uttan mun til limaskap ella ei kenna tey á sær, at tey eiga keypsamtøkuhandlarnar, og tí kenna tey eina felags samábyrgd av teimum.
Henda samábyrgd er ikki sum í gomlum døgum í Toadlane ella í Bringsnagøtu ein búskaparlig samábyrgd, har limirnir
í felag heftu fíggjarliga fyri fyritøkuna. Her er talan um eina samábyrgd av einum øðrum og hægri slagi ? ein samábyrgd fyri eini felags hugsjón, ið røkkur nógv longri. Hon skal fram um alt tryggja, at rørsluni er lív lagað. Bert við at liva og yvirliva kann upprunaliga málið uppihaldast í eini verð, sum støðugt broytist við ómetaligari ferð. Og upprunaliga málið er enn sum áður at útvega fólki dygdarvørur til sámiligar prísir ella umskrivað til leiðarorðini yvir skivuni í Bringsagøtu: Ei at tjena frá øðrum, men hvør at tæna øðrum.
Framtíðin
Samanumtikið ber til at staðfesta, at keypsamtøkurørslan í Føroyum hevur nátt teimum málum, sum stovnararnir settu sær í 1952. Sølan hevur uttan eitt ár verið javnt vaksandi, soleiðis at Føroya Keypssamstøka nú er millum størstu handilsfyritøkur í landinum.
Tað má eisini ásannast, at keypsamtøkan hevur havt stóran týdning fyri prísleguna í landinum, og man eingin í dag ivast í, at prísirnir á brúkaravørum høvdu verið hægri, um keypsamtøkur ikki vóru kring landið. Hesin týdningur eigur ikki at undirmetast, tá ið mett skal vera um týdningin á hesi rørslu.
Spurningurin, hvussu framtíðin kemur at laga seg, er ongantíð lættur at svara. Tó er einki at ivast í, at keypsamtøkan kemur at liva og blóma til gangs fyri limir og samfelag.