– Vit mugu tryggja og framtíðartryggja vælferðina

Javnaðarflokkurin hevur hildið landsstevnu við Tjarnir í dag. Á stevnuni legði Aksel V. Johannesen, formaður, fram formansfrágreiðing. Les hana her:

Góðan dagin, øll somul.

 

“Eg vil bara siga takk”.

 

Hesi orð komu frá einari fegnari Arnleyg Tungá í útvarpinum hendan dagin.

 

Arnleyg er ein av fleiri, sum hava valt at fara undir heilsuhjálparaútbúgving á Heilsuskúlanum í Suðuroy, nú møguleiki verður at fáa løn undir útbúgving.

 

Arnleyg hevur húsalán at gjalda og hevur arbeitt á økinum í fleiri ár. Uttan løn hevði tað verið ov tungt fíggjarliga at farið undir útbúgvingina.

 

Hon er ikki einsamøll. Ongantíð áður hava so nógvir umsøkjarar verið til útbúgvingina sum nú.

 

Góða Arnleyg – góðu fundarfólk.

 

Tað eri eg, sum sigi takk!

 

Tí um tú og onnur ikki valdu eina lívsleið innan umsorganarøkið, so høvdu vit einki vælferðarsamfelag.

 

***

 

Danski forsætisráðharrin, Thorvald Stauning, og okkara slóðari, Petur Mohr Dam, høvdu gott samband, og báðir vóru teir politiskir undangongumenn. Vinalagið teirra millum var so mikið tætt, at Stauning varð gubbi fyrstføddu dóttir Petur Mohrs.

 

Báðir kendu lívið í kørgum korum, og hugsjónarliga vórðu teir runnir av somu rót: Av loðandi frælsisandanum, sum av fyrstan tíð tók seg upp í Týsklandi, har fyrsti Javnaðarflokkurin varð stovnaður longu í 1863.

 

Við týska heimspekinginum Ferdinand Lassalle á odda bóru fyrstu javnaðarfólkini fólkaræðið í sínum hjarta, og tey sóu, at staturin kundi gerast eitt hent amboð at tryggja arbeiðandi fólkinum virðilig kor.

 

Vælferð er ikki nakað, vit hava – tað er nakað, vit gera, segði Stauning.

 

Longu frá byrjan var javnaðarpolitikkur eitt praktiskt stríð til frama fyri fólkið.

 

Hesin praktiski arbeiðshátturin hevur eisini eyðkent føroyska Javnaðarflokkin hesi nú skjótt 100 árini síðani stovnanina.

 

Har vit við fólkaræðisligum og parlamentariskum mannagongdum byggja land.

 

Við lógarsmíði og reformum. Taka ábyrgdina á okkum.  

 

Altíð við eyga fyri samtíðini.

 

Altíð við eyga fyri framtíðini.

 

Í skiftandi samgongum. Við skiftandi samstarvsfeløgum.

 

Við glógvandi málinum um eitt betri og burðardyggari, frælsari og javnari samfelag.

 

Tí vælferðarsamfelagið er ikki ein støðug eind. Tað skal røkjast.

 

So eisini komandi ættarlið fáa somu ella betri kor at liva í.

 

Solidariteturin er bulurin í okkara vælferðarmodelli. Ikki bara millum stættir her og nú, men eisini millum ættarlið.

 

***

 

Kæru javnaðarvinir,

 

Okkara fremsta uppgáva í løtuni er at byggja einar haldførar Føroyar.

 

Eina haldføra framtíð!

 

So vælferðin eisini er karmur um tað góða lívið um 10 ár. Um 20 ár.

 

Avbjóðingarnar kenna vit øll. Vit verða fleiri eldri og færri yngri.

 

Tað merkir, at framyvir eru tað færri, sum skulu rinda fyri fleiri.

 

Samstundis fara vit at mangla hendur til røktina.

 

Færri at rinda og færri at mynda!

 

Vælferðin kann ikki takast fyri givið. Hon krevur áhaldandi viðlíkahald.

 

Og stundum mugu eisini nívandi avgerðir takast, skulu vit varðveita vælferðina.

 

Tað er hetta, eg vil tosa um við tykkum í dag.

 

Hvussu vit eisini í komandi tíðum kunnu teljast millum heimsins bestu lond at liva í.

 

Hvussu vit tryggja - og framtíðartryggja - vælferðarsamfelagið Føroyar.

 

***

 

Góðu partafólk!

 

Tað forpliktar at vera Javnaðarflokkur.

 

At byggja, varðveita og menna vælferðarsamfelagið er ikki bara okkara høvuðsuppgáva.

 

Tað er sjálv orsøkin til, at vit eru til.

 

Skulu vit framtíðartryggja landið, mugu smærri tillagingar til viðhvørt. Aðrar tíðir mugu stórar broytingar til.

 

Annars er vandi fyri, at súlurnar ikki halda – og tað gongur í síðsta enda út yvir tey, vit eru sett í verðina at umboða. Fólkið í Føroyum!

 

Javnaðarflokkurin innførdi fólkapensjónina.

 

Og tað er einki dulsmál, at hetta í stóran mun var tað, sum gjørdi, at flokkurin líka síðani hevur verið ein stór og positiv megi í Føroyum.

 

Pensjónin var ein politiskur stórsigur.

 

Tað eru hendar nógvar justeringar og broytingar í pensjónini síðani 1958 – og nú stendur aftur ein fyri framman. Hesa ferð er talan er um meira enn eina tillaging. Hetta er ein verulig broyting.

 

Og eg veit, at hon er hvørki hugalig ella populér.

 

Eisini í okkara flokki eru ymiskar meiningar.

 

Men broytingin er samtykt á floksleiðslufundi, og eg sum formaður eri púra ivaleysur um, at hon er neyðug.

 

Hon er neyðug fyri okkara búskap – og í síðsta enda fyri vælferðarsamfelagið Føroyar.

 

Tá fólkapensjónin kom í 1958, var meðal livialdurin umleið 71 ár. Og tá fóru fólk út at arbeiða um fermingaraldur.

 

Síðani er livialdurin tíbetur hækkaður munandi – og tað heldur fram.

 

Í dag liva vit í meðal í 19 ár eftir pensjónsaldur. Og tað blívur við at hækka. Hetta fegnast vit øll um. Men samstundis fara vit seinni á arbeiðsmarknaðin. Tí koma vit ikki uttan um, at hetta skapar avbjóðingar.

 

Tað er alneyðugt at styrkja samhaldsfestið millum ættarlið!

 

Økti livialdurin kann ikki einans hava við sær, at fólk verða longri á pensjón.

 

Vit mugu eisini vera nakað longri á arbeiðsmarknaðinum.

 

Hetta skal eisini tryggja, at tey allarelstu um 10 ár – og 20 ár - kunnu kenna seg trygg við, at tey fáa góða eldrarøkt, tá ið tørvurin verður á tí.

 

Tí tað verður ikki sama vælferð um fá ár, um vit ikki taka tøk at fáa búskapin á rætt – tryggja langtíðarhaldførið, so okkara børn og barnabørn eisini sleppa at liva og virka í heimsins tryggasta og ríkasta samfelag.

 

Vit vilja ikki velja millum vælferð og framtíð. Vit vilja hava bæði.

 

***

 

Góða landsstevna,

 

Uppskotið um hækkandi pensjónsaldur rakar ikki verandi pensjónistar ella tey, ið eru um at gerast pensjónistar.

 

Uppskotið er, at pensjónsaldurin hækkar stigvíst frá 2034, so hann verður 70 ár í 2043.

 

Tey fyrstu, sum verða ávirkað av broytingini, eru tey, ið eru javngomul við Sjúrð - 57 ár.

 

Tey, sum fáa fólkapensjón sum 70 ára gomul, eru tey, sum eru á mínum aldri - fyrst í 50’ unum.

 

Í Danmark verður pensjónsaldurin 70 ár longu í 2040 - altso fyrr enn hjá okkum.

 

Fyri okkum í Javnaðarflokkinum hevur tað verið avgerandi, at tey, sum av ymiskum orsøkum ikki megna at arbeiða, til tey eru 70, skulu sleppa á pensjón fyrr.

 

Tí vit eldast ikki øll eins. 

 

Vit vilja hava eina sosialt rættvísa skipan, so tey, sum eru slitin og troytt – lætt og ómakaleyst - sleppa frá áðrenn pensjónsaldur.

 

Tað er avgerandi fyri Javnaðarflokkin, at vit hava skipanir, sum lofta teimum, sum ikki megna.

 

Vit skulu lyfta, so vit kunnu lofta.

 

Tí var uppskotið um tíðartreytaða pensjón til tey, ið hava havt eitt langt lív á arbeiðsmarknaðinum, sett fram saman við hækkaða pensjónsaldrinum.

 

Fakfeløgini taka sum meginreglu undir við uppskotinum, sum tekur atlit til, hvussu nógv ár, ið tú hevur verið á arbeiðsmarknaðinum. Men tey ynskja ávísar tillagingar.

 

Tí vilja vit taka hetta upp við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at tillaga uppskotið, áðrenn tað kemur í gildi - um 10 ár. 

 

***   

 

Okkara størsta ynski var sjálvandi, at breið semja fekst um uppskotið. Tað hevði verið rættast, ruddiligast og ábyrgdarfullast.

 

Men andstøðan valdi lættastu loysnina – ta óbúnu loysnina – ta populistisku loysnina.

 

Vit kundu valt tað sama.

 

Men so hevði eg ikki sovið væl um náttina!

 

Tað er ikki altíð stuttligt at taka ábyrgd. Men støðan er tíverri so átrokandi nú, at vit kunnu ikki loyva okkum at seta vælferðarsamfelagið Føroyar í vanda.

 

Onkur má taka ábyrgd – og vit eru vald at gera tað.  

 

Andstøðan veit eisini, at tað er neyðugt at broyta pensjónsaldurin. Og hon er eisini samd við okkum - handan samráðingardyrnar.

 

Tað er ikki meira enn eitt ár síðani, at formaðurin í Sambandsflokkinum vísti á neyvt sama trupulleika á teirra landsfundi.

 

Á kjakfundi í Smæruni herfyri søgdu Bárður og Beinir, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fara ikki at lækka pensjónsaldurin aftur, fáa teir valdið.

 

Men nú hava teir - ógvuliga behendigt - fingið nertingarótta.

 

Tí tað er mótstøða.

 

Men tann prísin mugu vit rinda.

 

Fyri at taka ábyrgd.

 

Fyri at tryggja - og framtíðartryggja - vælferðina.

 

***

 

Góðu javnaðarfólk,

 

Tað forpliktar at vera Javnaðarflokkur.

 

Javnaðarflokkar í øllum norðurlondum hava tað í sínum skjaldrarmerki, at teir eiga at sita við valdið.

 

Tí teir vilja sita við borðið, har stóru samfelagsbroytingarnar verða framdar.

 

Vit skulu gera broytingar í dag, sum røkka inn í framtíðina. Men vit skulu eisini gera broytingar, sum muna longu í dag.

 

Broytta aldurssamansetingin ger ikki bara, at vit koma at mangla pengar til vælferð. Vit koma eisini at mangla starvsfólk.

 

Søguliga høga lønarlyftið til lægru løntu starvsfólkini á umsorganarøkinum er eitt av fleiri átøkum, sum skulu fjølga um hópin av røktarstarvsfólki.

 

Nú fáa tey, sum taka hond um okkara kæru - okkara gomlu, sjúku og børnini - væl meiri burturúr enn áður.

 

Umframt reiðan pening snýr lønarlyftið seg eisini um at viðurkenna øll størv og uppgávur – eisini tey, sum kvinnur vanliga røkja.

 

Lønarlyftið skal eisini eggja fleiri ungum at velja umsorganarøkið sum lívsstarv. So okkara kærastu eru í dugnasomum hondum, tá ið tørvur er á tí.

 

Vit hava brúk fyri fleiri fólkum í røktini. Í barnaansingini. Á sjúkrahúsunum.

 

Bæði í dag. Men sanniliga eisini framyvir.

 

***

 

Eitt annað átak, sum skal fáa fleiri at velja røkt og umsorgan sum lívsleið, er løn undir útbúgving til lesandi á Heilsuskúlanum. Hetta samtyktu vit fyri fáum vikum síðani, og hugaligt er at síggja, at umsøkjaratalið nú setir met.

 

Arnleyg Tungá, sum eg nevndi í byrjanini, er ein av hesum umsøkjarum. Hon hevur valt hesa lívsleið, tí hon kann fáa løn undir útbúgving.

 

Okkara politikkur ger mun.

 

***

 

Góða landsstevna,

 

Mítt mál við at vera í politikki er at menna og røkja væferðarsamfelagið. At skapa umstøður, sum eru dragandi.

 

So fólk velja Føroyar.

 

So vit fáa fólkavøkstur.

 

So vit gerast fleiri, sum bera.

 

Vit kappast við útlondini. Bæði um arbeiðsmegina og barnafamiljurnar.

 

Gera vit einki, tapa vit kappingina.

 

Fáa fólkaminking.

 

Og tá er alt tapt!

 

Tí hava vit tikið fleiri stig.

 

Fyri fólk flest snýr tað góða lívið seg um krónur og oyru.

 

At tað skal vera nokk eftir at liva fyri, tá føstu gjøldini eru goldin.

 

At virðini, sum verða skapt í Føroyum, verða býtt rættvíst.

 

Í mong ár vaks lønin meira enn kostnaðurin. Keypiorkan øktist.

 

Fyri nøkrum árum síðan kom vend í. Alt dýrkaði. Keypiorkan minkaði. Rentan hækkaði.  

 

Búskapurin buldraði tó framvegis við fullari ferð. Metlágt arbeiðsloysi. Met nógvir løntakarar.  

 

Vanligi føroyingurin arbeiddi eins hart og áður.

 

Men minni fekst í innkeypskurvina, og meira fór til bankan.

 

Fólk fóru at ivast.

 

Stríðist nakar fyri mær?

 

Og tit. Svarið er greitt. Ja, Javnaðarflokkurin stríðist fyri tær. Javnaðarflokkurin lættir framvegis um gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum.

 

***

 

Eg kann taka nøkur dømi úr rúgvuni:

 

Tamarhald er fingið á inflatiónini, og rentan er lækkandi. 

 

Í tveimum umførum hava vit latið ein munandi skattalætta til lág- og miðallønt. Fyrstu ferð 1. januar í 2024, og aðru ferð nú um ársskiftið.

 

Ein stakur heilsurøktari á endastigi hevur 10.000 kr. meira at liva fyri um árið.

 

Og arbeiðir tú fulla tíð sum sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur ella fólkaskúlalærari, so hevur tú upp í 13.000 kr. meira um árið at liva fyri.

 

Fyri eina vanliga barnafamilju, har bæði eru verkafólk fulla tíð, merkir skattalættin, at tey hava um 15.000 kr. meira árliga til matpakkar, blæur og annað til húsarhaldið samanborið við 2023.

 

Hetta er omanfyri 1.000 kr. meira - hvønn mánað.

 

Skattalættin er sjálvandi fult fíggjaður. Annað er ábyrgdarleyst.

 

Inntøkurnar eru millum annað komnar frá hægri gjøldum til tey allarríkastu í Føroyum. Á uppsjóvarvinnuna og alivinnuna, sum framvegis hava metstór yvirskot.

 

Vit í Javnaðarflokkinum eru ikki bangin fyri at taka frá teimum, sum tjena nógv, og geva tað til tey, sum skapa virðini í landinum.

 

Og til tey, sum hava okkara kærastu um hendi, meðan vit eru til arbeiðis.

 

Hetta er tað, vit rópa: at javna virðini. At breiðastu herðarnar bera tyngri byrðu, so øll sleppa við. 

 

***

 

Umframt skattalættan hava fólk fingið trivaligar lønarhækkingar, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava samrátt seg til.

 

Hóast tað framvegis er tungt hjá mongum, so er gongdin nú tann rætta.

 

Og nú hækka lønirnar aftur meira enn prísirnir.

 

***

 

Góðu javnaðarfólk,

 

Skattalætti, lønarlyft, løn undir útbúgving, príseftirlit og betri barsilssømdir. Hetta eru mál, sum vit høvdu í valskránni. Sum vit fingu í samgonguskjalið. Og sum vit nú hava framt.

 

Politikkur er viljin til broytingar.

 

Gongd í haga.

Nýggj náttúruverndarlóg.

Landbúnaðarpolitikk, sum stimbrar vistfrøðiligari mat- og grønmetisframleiðslu í Føroyum.

Nýggj elveitingarlóg, sum setur ferð á grøna orkuskiftið.

Pantiskipan.

Skattafrítt orkuískoyti.

18 av 25 málum í veðurlagspolitikkinum eru framd.

Gyltu pensjónirnar hjá tingfólki eru tiknar av.

Vit hava styrkt meginregluna um armslongd, so tað ikki longur eru landsstýrisfólk, sum gera av hvør list hevur uppiborið stuðul. Tí mentan og list skulu stuðlast – ikki stýrast.

 

Og vit hava lækkað inngjaldið og hækkað útgjaldið úr ALS og givið sjómonnum betri sømdir í ALS.

 

Og vit halda fram við at byggja bústovnar kring landið til ung og vaksin við serligum tørvi.   

 

Nýggju heimini stuðla undir lívsvirðið og sjálvbjargnið hjá teimum, sum búgva har. Samstundis verður bygt í einari stødd, so raksturin verður skynsamari.

 

Tørvurin á starvsfólkum er vaksandi. Tí mugu vit halda fram at gera íløgur, sum gera raksturin skynsamari.

 

Tað er góður javnaðarpolitikkur at fáa sum mest og best fyri hvørja hart vunnu skattakrónu.

 

Fyri at tryggja - og framtíðartryggja - vælferðina.           

 

***

 

Heilsuverkið er hjartaslátturin í vælferðini. Men eisini har er trýstið stórt.

 

Vit hava útbygt sjúkrahúsini. Stytt bíðilistarnar. Og skipað Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús, sum fer at gera tað meira lokkandi hjá læknum og øðrum heilsustarvsfólki at arbeiða í Føroyum.

 

Fólk við álvarsligum krabbameini og hjartasjúkum hava í dag nógv størri møguleika fyri at yvirliva enn fyri fáum árum síðani.

 

Eitt gott heilsuverk snýr seg ikki bara um at yvirliva álvarsliga sjúku.

 

Tað snýr seg eisini um at liva væl - við sjúku. Uttan mun til hvar í landinum, tú býrt.

 

100 ára gamla kommunulæknaskipanin er undir broyting. Hon verður tillagað eftir tørvinum í dag og framtíðar avbjóðingum.

 

Vit vilja gera upp við ójavna í heilsu. Í dag eru fæst læknar í føstum starvi í teimum økjum, har fólk eru mest sjúk. 

 

Tí styrkja vit heilsutænasturnar úti í økjunum og skipa Føroyar í fimm heilsuøkir við heilsudeplum.

 

Vit hava sett fleiri kommunulæknar í starv, og fleiri størv skulu setast.

 

At styrkja heilsutænasturnar í nærumhvørvinum hevur eisini eitt annað endamál.

 

Við at veita fleiri og betri viðgerðir úti um landið, taka vit eisini broddin av trýstinum á sjúkrahúsini.

 

So fólk sleppa undan at liggja á gongini, tí einki pláss er.

 

So tað verður betur pláss fyri teimum, sum krevja viðgerð, sum bara sjúkrahúsini kunnu veita.

 

Eisini tað er skynsamari fíggjarliga.

 

Og skal vera við til at tryggja - og framtíðartryggja - vælferðina.

 

***

 

Góðu floksfelagar

 

Vit mugu skapa grundarlag fyri, at fleiri ung velja Føroyar.

 

Týdningarmiklasta íløgan av øllum er tískil ætlanin at byggja nýtt Kampus. Vit arbeiða víðari við at savna virksemið hjá Setrinum á Frælsinum, og tað gongur væl at umvæla lonirnar í gamla Venjingarskúlanum.

 

Góðir karmar eru avgerandi fyri atdráttarmegina og trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki. So vit kunnu fáa fleiri lesandi í Føroyum.

 

So tey ungu velja Føroyar.

 

Tí fara vit eisini undir slóðbrótandi verkætlan at gera 55 lestraríbúðir á Eirargarði. Talan er um niðasta blokkin, har partar av miðfyrisitingini heldur til, og sum liggur bara fáar metrar burtur frá Kampus-økinum.

 

Vit gera sostatt skrivstovur um til bústaðir.

 

Miðað verður eftir, at ungdómar kunnu flyta inn longu á sumri í 2026.

 

***

 

Góða landsstevna,

 

Á arbeiðaradegnum herfyri vóru tað serliga tvey evni, sum fyltu í røðunum kring landið. Annað var pensjónsaldurin.

 

Hitt var spurningurin um bústaðir.

 

Víst var á fleiri viðurskifti. Vit mangla bústaðir, og prísirnir eru farnir til himmals. Vanlig fólk hava ilt við at seta búgv. Serliga ung, sum seta búgv fyri fyrstu ferð.

 

Støðan er so álvarsom, at einstøk velja at flyta av landinum, tí tey ikki fáa sett búgv í Føroyum. Og fleiri koma ikki heim aftur av somu orsøk.

 

Vit hava ein fløskuháls, ein tronga, sum vit mugu loysa.

 

Vit halda, at tað er ein almenn uppgáva at arbeiða fyri, at øll hava ein góðan og tryggan bústað.

 

Tað almenna – bæði land og kommunur - skulu vera við at fáa til vega bústaðir, tá trotið er stórt.

 

Tað er okkara stavnhald.

 

Sum svenska javnaðarkempan Olof Palme einaferð tók til:

 

- Vit byggja ikki bara ein bústað, vit skapa framtíðina hjá menniskjum.

 

Ein aktivur bústaðarpolitikkur er neyðugur. Lata vit marknaðarkreftirnar ráða einsamallar, fáa vit spekulatión og húsaprísir og húsaleigur, sum útihýsa vanligum fólki.

 

Tað var eisini tí, at vit beinanvegin framdu átøk fyri at blása lív í aftur almenna bústaðarfelagið Bústaðir.

 

Málið var at fáa gongd í byggingina av almannagagnligum bústøðum kring landið. Og tað er tað enn. Eisini hóast politiska mótstøðan er hørð, og fótonglar verða lagdir.

 

Vit kenna øll harmiligu søguna, sum endaði við, at landsstýriskvinnan í bústaðarmálum -  eftir mínum tykki av órøttum – kendi seg noydda at siga seg úr starvi.

 

***

 

Góðu partafólk!

 

Orrustan á bústaðarøkinum hevur tíverri seinkað gongdini. Men nú er glið komið á aftur. Ein ítøkilig, bústaðarpolitisk ætlan er nú løgd. Alt verður ikki framt í hesum valskeiðinum, men tað hevur alstóran týdning, at vit nú seta eina greiða kós.  

 

Málið er, at vit í 2030 skulu hava 2.000 fleiri bústaðir.

 

Vit skulu tey komandi fimm árini byggja 400 nýggjar bústaðir árliga.

 

Fremsta uppgávan er bústaðir til tey, sum fyrstu ferð seta búgv. Ung, sum vilja flyta heimanífrá, og tey, sum flyta til landið.

 

Okkara politikkur er greiður: Almenna bústaðarfelagið eigur fyrst og fremst at byggja lestrarbústaðir, smærri ungdómsbústaðir, bústaðir til ungar familjur, sum fyrstu ferð skulu seta búgv og til pensjónistar, sum vilja flyta úr stóru sethúsunum.

 

Serliga eru tað smærri bústaðir, ið tørvur er á. Felagið Bústaðir skal tí ikki byggja stórar og dýrar íbúðir.

 

Fáa vit fleiri smærri eindir, skapar tað ein dynamikk, so eldri fólk lættari kunnu fara úr egnum húsum, tá tørvurin á bústaði broytist.

 

Tá kunnu ungar barnafamiljur, sum hava brúk fyri meira plássi, flyta í størru sethúsini.

 

Kommunurnar hava nú fingið møguleika at áseta bústaðarskyldu í nýggjum útstykkingum og  at leggja gjøld á tóm hús.

 

Hetta fer at muna.

 

Men sterkari lútur skal til.

 

Og tí kanna vit møguleikan fyri einari rættvísari skipan, so tey, sum leiga, kunnu fáa leigustuðul, eins og húsaeigarar í dag fáa rentustuðul.  

 

Við miðvísum átøkum, kunnu vit fáa ein bústaðarmarknað, sum ikki útihýsir fólki.

 

Har øll kunnu fáa lut.

 

***

 

Góðu partafólk,

 

Samhaldsfesti er at skapa einar Føroyar, har øll kunnu taka lut á jøvnum føti. Har øll eru við. Har vit eru solidarisk, bæði millum inntøkubólkar, kyn, ættarlið og landspartar.

 

Hyggja vit eftir landafrøðini, so tekur Sandoyggin seg mest fram. Fleiri velja sær hesa føgru oyggj sum sín heimstað.

 

Bjartskygni blómar, og virkisfýsni veksur.

 

Fast samband ger mun.

 

Vit fegnast øll um framgongdina í Sandoynni.

 

Um somu tíð kastar góða gongdin sjóneykuna á sváru støðuna í Suðuroynni.

 

Javnaðarflokkurin kann ikki góðtaka, at ein av tíggju føroyingum verður hektaður av.

 

At Suðuroyggin ikki fær lut í framgongdini í Føroyum.      

 

Fast samband kann vera við til at venda gongdini.

 

Tí er tað okkara skylda sum politikarar at kanna væl og virðiliga, um tað ber til at knýta Suðuroynna uppí restina av landinum.

 

Fyri at framtíðartryggja oynna.

 

Tað er uppgávan, sum eg havi fingið - og tikið á meg.

 

Seinastu tíðina hevur nógv alment kjak verið um fíggingarleist, trygdarrúm og linjuføringar.

 

Hetta eru viðurskifti, sum eru kannað væl og skulu kannast enn nærri, tá fyrireikingarnar halda fram.  

 

Tí uppskotið, sum liggur í Løgtinginum, er ein heimild til Tunnilsfelagið at fara víðari við arbeiðinum, avgreiða ivaspurningar, fáa trygdina góðkenda av Landsverki, fyri síðani at prosjektera og fyrireika eitt útboð.

 

Allir flokkar taka undir við málinum, tó at nøkur tingfólk atkvøddu ímóti við aðru viðgerð.

 

Tað tekur á leið hálvtannað ár at prosjektera og bjóða tunnilin út. Tá kenna vit kostnaðin av at gera tunnilin. Tástani kenna vit eisini rentustøðið, sum hevur avgerandi týdning fyri fíggingina.

 

Tá tekur Løgtingið endaligu avgerðina, um farast skal undir Suðuroyartunnilin.

 

Metingar hjá Tunnilsfelagnum av kostnaði síggja skilagóðar út.

 

Og upp á sikt fer tunnil til Suðuroynna at loysa seg.

 

Sjálvandi skal ein Suðuroyartunnil ikki minka um vælferðina.

 

Sjálvandi skal trygdin vera í lagi.

 

Sjálvandi skal skil vera í fíggingini.

 

Men letur tað seg upp á nakran sum helst máta gera, og tað ivist eg onga løtu í, at tað ger, so skulu vit gera Suðuroyartunnilin.

 

Tað skylda við suðuroyingum. Tað skylda vit øllum føroyingum.

 

Tí Føroyar skulu vera fyri øll.

 

***

 

Góða landsstevna,

 

Vit mugu skapa virðini, so vit kunnu býta virðini.

 

Javnaðarflokkurin hevur tí altíð slóðað fyri einum virknum uttanríkis- og handilspolitikki fyri at vinna okkum fiskirættindir og møguleikar fyri útflutningi.

 

Vit eru tó komin at mørkum.

 

Hóast nógvar royndir, so fáa vit ikki limaskap í heimshandilsstovninum WTO. Hetta forðar okkara vinnumenning.

 

Vit hava ikki neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar undir verandi heimastýrisskipan.  

 

Vit minnast øll beinraknu myndina hjá Atla Dam, sála, at heimastýrislógin var sum ein harmonika. Hon kundi togast sundur eftir tørvi.

 

Tað hevði fyrrverandi formaðurin og løgmaður rætt í.

 

Men nú er hon vorðin ein spennitroyggja.

 

Vit hava ment okkum sum samfelag undir heimastýrislógini. Bæði mentanarliga, vinnuliga, búskaparliga og sum vælferðarsamfelag.

 

Vit eru eitt samfelag í heimsflokki.

 

Men nú eru karmarnir vorðnir ov trongir. Tað haldi eg, at vit hava staðfest í Føroyum, Grønlandi og eisini í Danmark.

 

Tí er neyðugt at broyta karmarnar soleiðis, at tað verða trý sjálvstøðug lond í einum sterkum felagsskapi, har vit hava tær uttanríkispolitisku heimildirnar, sum vit hava tørv á.

 

***

 

Summi mál eru ov stór til flokspolitiska togtogan og ov breið til einstaklingaprofilering. Okkara ríkisrættarliga støða er eitt av hesum.

 

Vit hava tí bjóðað øllum flokkum til borðs. Og ein semja er í eygsjón um ríkisrættarligu støðuna. Eisini eru útlit fyri breiðari semju um Suðuroyartunnilin.

 

Vit hava longu gjørt breiða semju um gongd í haga, tøkugjøldini hjá alivinnuni og náttúruverndarlógina.

 

Best hevði verið, um vit eisini kundu gjørt semjur um onnur viðurskifti. Sum eg segði í ólavsøkurøðuni, so eru vit til reiðar at førka okkum fyri at finna semjur.

 

Hóast ósemjurnar hava verið stórar viðhvørt, so krevur tíðarandin, at vit taka lógvatøk saman.

 

Kanska havi eg sjálvur verið við til at grava gjáir. Tað var neyðugt tá, eftir at høgravongurin syndraði vælferðina og framtíðar haldførið - og gjørdi seg inn á okkara kjarnuvirði um frælsi, javna og samhaldsfesti.

 

Hetta við at forskatta pensjónirnar, innføra flatskatt, foréra ríkidømið fólksins til nøkur fá, samstundis sum man bardist við hond og fót ímóti, at samkynd fingu sjálvsøgd borgararættindi.

 

Hetta vóru flokkar, sum eg ikki ynskti at skipa samgongu við. 

 

Men tíðir broytast.

 

Fólk broytast.

 

Trygdin í heiminum broytist.

 

Og vit hava risastórar avbjóðingar við haldførinum og harvið vælferðini.

 

So vit mugu duga betri at samstarva. 

 

Tí eri eg sinnaður at samstarva við allar flokkar á løgtingi í royndini at flyta okkara land fram á leið og at tryggja - og framtíðartryggja - vælferðina í Føroyum.  

 

***

 

Góða landsstevna,

 

Vit mugu gera alt fyri at tryggja haldførið. Skulu vit tryggja búskaparliga haldførið, mugu vit vinna stríðið um yngru ættarliðini.

 

Vit eru í harðari kapping við umheimin um at fáa fólk at velja Føroyar.

 

Og vit mugu tryggja ungum barnafamiljum umstøður, so tey tíma at seta við - at fáa sær børn. Javnvágin millum arbeiðs- og familjulív er sentral í hesum sambandi.

 

Vit mugu taka toppin av stressinum - toppin av pressinum.

 

Sum Kristrún vísti á í morgun, so ber væl til at stytta um arbeiðsvikuna, um farið verður rætt fram. Royndirnar í Íslandi vísa tað.

 

Hetta er framvegis okkara mál. Eisini hóast vit hava avbjóðingar í og uttan fyri politisku skipanina.

 

Eftir ólavsøku verður uppskot um at taka MVG-ið av ávísum gerandisvørum lagt fram.

 

Vit mugu minka um vaksandi ójavnan, sum ger, at yngru ættarliðini hava ilt við at fáa pengarnar at røkka til.

 

Tí heldur Javnaðarflokkurin, at lønarhækkingar í størri mun eiga at verða latnar í krónum og oyrum heldur enn í prosentum. Tí fara vit at virka fyri, tá ið lønarsamráðingarnar verða í heyst.

 

Uppskot um bindandi veðurlagsmál er á gáttini. Tí skulu vit framtíðartryggja samfelagið, so mugu vit verða haldfør og burðardygg í øllum lutum. Í næstum verður fráfaringaraldurin á almenna arbeiðsmarknaðinum tikin av. Eisini arbeiða vit við skipan við vaksnamannalæru, so fólk hava betri møguleikar fyri um- og uppskúling.

 

Og vit fara at dríva á við bústaðarbyggingini. Lestraríbúðirnar á Eirargarði eru bara byrjanin. Fleiri heim skulu byggjast til ung og eldri kring landið, og aðrar ítøkiligar ætlanir verða settar í gongd komandi tíðina.

 

***

 

Góðu javnaðarfólk, góða landsstevna

 

Vit hava framvegis nógv mál eftir at røkka hetta samgonguskeiðið.

 

Vit eru ikki liðug at laða. Arbeiðið at tryggja – og framtíðartryggja – vælferðina heldur á.

 

Tað eru júst 100 ár síðani, at vinmaður Petur Mohr Dam, Stauning, var í Føroyum og hitti føroysk javnaðarfólk. Forsætisráðharrin var í Føroyum á almennari vitjan.

 

Stauning helt røðu í Løgtinginum, men hann var eisini á fundum við arbeiðararørsluna í Havn.

 

Hann visti, at føroysk javnaðarfólk ætlaðu at stovna javnaðarflokk í Føroyum. Tey fyrstu javnaðarfeløgini komu stutt eftir í Havn, á Tvøroyri, suðuri í Vági og Heima á Sandi.

 

Tað var teirra sannføring, at tað var í fólkaræðinum, at tú kundi vinna rættindi. Vinna frælsi. Javnrætt. Og samhaldsfesti millum menniskju.

 

Stein fyri stein. Fet fyri fet. Fyri at tryggja – og framtíðartryggja – vælferðina í Føroyum.

 

Takk fyri.

 

Og framhaldandi góða landsstevnu!