USA ætlar at flyta ábyrgdarbýtið í verju síni soleiðis, at Grønland fær eina aðra støðu í framtíðini.
Í dag er tað amerikanska evropeiska leiðslan, sum hevur hernaðarligu ábyrgdina av amerikansku nærveruni í Grønlandi.
Sambært CNN kann Grønland í framtíðini koma undir sokallaðu Northcom-skipanina, sum umsitur hernaðarligan stuðul til verjuna av Norðuramerika.
Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri sigur við TV 2, at danska stjórnin og grønlendska landsstýrið eru vitandi um ætlanirnar hjá amerikanarum.
- Landsstýrið og grønlendska stjórnin eru vitandi um tey amerikonsku atlitini. Hvussu USA býtir ábyrgdina innan sínar egnu hernaðarligu skipanir, er sjálvandi eitt amerikanskt mál, stendur í skrivligum svari.
Atlitini frá amerikansku síðuni fella saman við, at Trump forseti heldur fram og javnan tekur málið um Grønland upp.
Trump hevur fleiri ferðir sagt, at amerikanarar hava brúk fyri Grønlandi fyri at tryggja trygdina í arktiska økinum og á amerikanska meginlandinum.
Reuters skrivaði fríggjadagin, at USA eftir øllum at døma ætlar at bjóða Grønlandi eina sokallaðan frælsan felagsskap, sum líkist teirri skipanini, sum amerikanarar hava við eina røð av oyggjaríkjum í Kyrrahavinum.
Tað fer at gera tað møguligt at fáa fíggjarligan stuðul frá USA og amerikanskari verju.
Afturfyri sleppa amerikanarar at taka støðu til grønlendskan trygdarpolitikk.
Í 1951 gjørdu Danmark og USA eina verjuavtalu, sum gjørdi tað møguligt hjá amerikanarum at byggja støðir í Grønlandi og innflyta hernaðarútgerð og amboð við tí endamáli at verja økið.
Hetta førdi millum annað til, at ein støð varð sett á stovn á Uummannaq, sum gjørdist kend sum Thule-støðin og í dag eitur Pituffik-rúmdarstøðin.
/Ritzau/