vakra og stillisliga medferð og eitt blítt lyndi. Hon dugdi væl at siga frá. Hon fortaldi søgur og sagnir, og eg minnist, hvussu spent eg sat og lurtaði, tá ið hon fortaldi um Jákup Dintil og seyðatjóvarnar [...] nar. Hon fortaldi eisini søgur úr Bíbliuni, og tá ið hon signaði meg, lærdi hon meg at siga: “Illimaður kann mær einki gera, tí Guds kross hann altíð ræðast má, heiðursmerki eg á bringu beri, tað kann [...] hansara virksemi. Absalon byrjaði at handla í Syðrugøtu. Hetta dugdi hann væl. Jacobina Heinesen f. 1911 úr Norðragøtu mintist væl handilin. Hon fór ofta hagar at keypa, hóast handil var í Norðragøtu
Tað verður sagt í Føroya Siglingarsøgu, at tað eigur ikki at vera gloymt, at tað vóru Palla á Mýruni og Jóannes í Hesti fyri at takka, at føroyingar aftur fóru at fiska á Suðurlandinum, har teir ikki høvdu [...] livað eina heila øld kann siga frá nógvum broytingum og framburði. Hann kann eisini siga frá strevi og stríði fyri at náa so langt fyri at skapa okkum tað góða land, sum vit hava at búgva í. Grind á Hvítanesi [...] suður aftur. Tá ið teir nærkast Hvítanesi, fóru menn at undrast á, hvat hetta hevði at týða, at sjógvurin var so reyður út frá gjónni. Tá var hent tað, at ein hvalur hevði skilt seg út frá flokkinum og var
kortini, siga alheims fjølmiðlar í morgun frá einum talsmanni frá Jacob Zuma, forseta í Suðurafrika. Tann 94 ára gamli Mandela hevur verið sjúkur nakrar dagar, men ígjárkvøldið versnaði hann so mikið, at avrátt [...] Suðurafrikanska forsetan. Mandela var forseti í Suðurafrika frá 1994-1999. Hann sat í fangatippi í 27 ár og hildið verður, at hann oyðilegði sær lunguni hesa tíðina, eitt nú hevði hann tuberklar í áttatárunum [...] avrátt varð at leggja hann inn í nátt. Pápi Suðurafrika, sum tann 94 ára gamli Mandela ofta er nevndur, hevur havt stórar trupulleikar av lungnabruna seinastu tíðina og tað er aftur lungnabruni, sum ger
harvið lítlir. Tó eri eg errin av at kunna siga, at Sosialurin var eins íðin sum nakað annað blað í heiminum at grundgeva fyri, at tú skuldi latast leysur úr fangilsi og at fasthalda átøkunum móti aparth [...] Á síðu 5 sært tú, at tú var partur av at stuðla undir hesari útgávu. Eg má ávara teg, at eg havi eina aðra grund til at senda tær hesa bók. Mín vón er, at hetta gevur tær brell at taka av eini innbjóðing [...] slík. Kanska tú skilir, hví eg sigi so, eftir at hava hugt at myndum í bókini. Eg loyvi mær at halda, at ein vitjan til Føroya hevði verið ein vælhóskandi steðgur í tíni krevjandi arbeiðsskrá. Vit liva
Nú bendir so alt á, at tað verða Neistin og Stjørnan, ið møtast í finalunum um føroyameistaraheitið, og óansæð, so ber til at siga, at Neistin í gjár hitaði væl upp og syrgdi fyri at hava máltevið í lagi [...] Hansen Serliga ta allarfyrstu løtuna av dystinum sat Neistin á øllum og var í roynd og veru í ferð við veruliga at eyðmýkja gestirnar. Tá tað var farið at nærkast hálvleikssteðginum, var Neistin eitt skifti [...] fyrstu næstan 25 minuttirnar. Óivað er tað eitt sindur torført at halda stríðsviljanum uppi, tá tú einki hevur at missa við einum tapi og lítið at vinna við einum sigri, men Neistin hevur so reist seg aftur
neistaliðnum, sigur við Sosialin, at tað er einki at taka seg aftur í, at sigurin sunnudagin var eitt satt liðavrik. -Allar stríddust veruliga fyri hvørja aðra, soleiðis at øll ábyrgdin ikki hekk á einstøkum [...] Tó legði hon afturat, at Hildur stóð ikki minni enn ein branddyst í málinum. Júst málverjarnir hava annars havt sera nógv at siga fyri neistaliðið, við tað at tað altíð ber til at skifta ímillum hesar, [...] útvístar, og væntandi var helst, at VB hesa løtuna kund toga seg eitt sindur fram um Neistan. Tað sum hendi var tó, at Neistin megnaði at skjóta tvey mál á rað, soleiðis at tær vóru á odda við tveimum málum
Kristjan Djurhuus í málinum. Hann hevði fleiri stórar bjargingar í fyrra hálvleiki, men synd er at siga, at hann fekk nógva hjálp frá verjuni. Í hinum endanum stóð Jacob Larsen eisini ein fram úr góðan fyrra [...] var KÍF munandi betyri við. Ikki minst var Damir Oros nú um at koma fyri seg, eftir at hann einki mál fekk fyrstu 30 minutirnar. Nóg mikið til at skapa spenning, var hetta tó ongantíð. Neistin hevði snøgt [...] meir um leiðsluna, soleiðis at støðan nú var 10-3 til gestirnar. Samstundis sum Neistin spældi væl, so spældi KÍF ótrúliga illa, og einasti leikarin, sum av øllum alvi royndi at steðga Neistanum, var Óla
sbyrjan, og kanska serliga eftir at fyrstu dystirnir vóru leiktir, vóru helst mong, íroknað hesin blaðmaðurin, sum roknaðu við, at VB genturnar fóru at verða tungar at syfta. Ta gekk eisini sera væl fyrstu [...] farnar at nærkast grannunum og tvífaldu føroyameistarunum úr Kyndli. Við kappingarársbyrjan vóru tað helst fá, sum høvdu væntað at so fór at vera, og teir fyrstu dystirnar sá eisini út til, at tey svartskygdu [...] men hetta sá ikki út til at ávirka liðið stórvegis. Tað er eingin loyna, at Ileana Manolescu nú er um at koma rættuliga fyri seg á neistaliðnum, og hetta hevur gjørt sítt til, at Inga ikki longur er einsamøll
áðrenn. Heldur tú framvegis at tað var ein røtt avgerð at skifta flokk? -Tú mást minnast, at eg fór ikki úr flokkinum, men eg varð útihýstur. Leiðslan í Sambandsflokkinum valdi at blanda seg í kommunupolitikk [...] Mortensen at sita andlit til andlits í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Stríðshanarnir frá í fjørheyst vóru fúsir at taka av innbjóðingini. Hvørgin heldur orð Jan, hvat dámar tær við Heðini? -Ja, skalt tú siga nakað [...] positivt um Heðin Mortensen, kanst tú siga, at hann er ótrúliga energiskur. Er tað nakað, tær ikki dámar við honum? -Ja, tað er tað sjálvsagt. Tað er ikki heilt óvæntað tað at halda orð. Tað er so ikki ein maður
dystin í grundspælinum, men eisini tí at Heini Hanusarson debuteraði fyri Neistan. Harafturat høvdu hoyvíkingar seinasta mikukvøld víst, at teir ikki eru at kimsa at, tá ið teir vunnu sannførandi á oddaliðnum [...] so var Neistin á odda 26-22. Hetta líkasum punkteraði hoyvíkingar, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at henda løtan avgjørdi dystin til fyrimuns fyri Neistan. Neistin mansvardi Halgir, og [...] og tá var lítið at gera hjá Levi í málinum hjá H71. Neistamenn fóru at mansverja Halgir Dahl-Olesen, tá ið einir átta minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Hetta førdi við sær, at álopini hjá hoyvíkingum