Í dag fyllir Nelson Mandela, fyrrverandi leiðari í ANC og seinni forseti í Suðurafrika, 85 ár. Nelson Mandela var ímyndin av frælsisstríðnum hjá ANC undir hvíta minnilutastýrinum hjá Peter Bota, sum ráddi fyri borgum í Suðurafrika stóran part av árunum, Nelson Mandela sat í fangatippi.
Nógv hevur verið sagt og skrivað um Nelson Mandela ø.ll tey næstan 30 árini, hann sat í fongsli, og hevur Sosialurin gjøgnum árini eisini lagt nógv teigapláss til kjakið um tað órættvísi, ið valdaði, tá hvíta minnilutastjórnin í Suðurafrika kúgaði litta fólkið í landinum.
Í sambandi við føðingardagin hevur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialnum sent honum eina heilsan saman við eini innbjóðing um at koma til Føroya á vitjan.
Brævið er soljoðandi:
» Kæri Nelson Mandela
Við hesum brævi vil eg ynskja hjartaliga tillukku á tínum 85 ára degi tann 18 juli.
Hesi føðingardagsynski koma ikki bara frá mær, men eru eisini send vegna lesarar hjá Sosialinum, einum tíðindablað í Føroyum, har undirritaði er ábyrgdarblaðstjóri. Í alheimshøpi eru Føroyar ein lítil tjóð, og fjølmiðlarnir harvið lítlir. Tó eri eg errin av at kunna siga, at Sosialurin var eins íðin sum nakað annað blað í heiminum at grundgeva fyri, at tú skuldi latast leysur úr fangilsi og at fasthalda átøkunum móti apartheidstýrinum. Vit høvdu eina rúgvu av útgávum við tær á forsíðuni saman við stríðsfeløgum tínum, Walter Sisulu sála og Oliver Tambo sála (sum eg eisini hevði tann heiður einaferð at hitta í Stockholm).
Tað er við hesum í huga, at stóri 85 ára føðingardagur tín í einum frælsum og demokratiskum Suðurafrika er orsøk til veruligt hátíðarhald fyri okkum. Hóast vit ikki persónliga fáa verið á kongressentrinum í Sandton til føðingardagsbankettina, so eru vit har í tonkunum og vilja vissuliga lyfta okkara gløs í einari skál fyri tær fríggjadagin, óansæð hvar vit eru.
Sum føðingardagsgávu viðleggi eg hesa bók um heimland okkara. Á síðu 5 sært tú, at tú var partur av at stuðla undir hesari útgávu. Eg má ávara teg, at eg havi eina aðra grund til at senda tær hesa bók. Mín vón er, at hetta gevur tær brell at taka av eini innbjóðing, sum eg hervið gevi tær og kæru konu tíni til at vitja Føroyar. Tað eru nógv náttúruparadís í heiminum, har tú kanska longu hevur vitjað, men vit halda, at land okkara er eitt eindømi, tá tað ræður um slík. Kanska tú skilir, hví eg sigi so, eftir at hava hugt at myndum í bókini.
Eg loyvi mær at halda, at ein vitjan til Føroya hevði verið ein vælhóskandi steðgur í tíni krevjandi arbeiðsskrá. Vit liva beint við nátturuna og náttúrligu rútmun hennara, og ger hetta Føroyar til eitt vælhóskandi stað at taka tað róligt og fáa veruliga hvild. Fyri okkum vildi tað verið ein fragd og einki minni enn ein frammihjárættur at verið tínir vertir.
Vit vóna, at tær býðst høvi at taka av hesari innbjóðing áðrenn tín 95 ára føðingardag, men tú kanst verða vissur í, at hon stendur tær opin til ta tíð.
Lat meg enda við aftur at ynskja tær hjartaliga tilluku við føðingardegnum og alt tað besta framyvir.«










