Neistin hitar upp

Tað er longu langt síðani, at Neistakvinnur vistu av, at tær komu í FM-finalurnar, og síðani hava verið onkur úrslit, ið ikki heilt hava verið eftir vild. Men í gjár vístu tær seg frá síni bestu síðu, skutu ikki færri enn 40 mál og vunnu ein sannførandi sigur á StÍF, sum var og vitjaði í Havn.

Hilmar Jan Hansen

Serliga ta allarfyrstu løtuna av dystinum sat Neistin á øllum og var í roynd og veru í ferð við veruliga at eyðmýkja gestirnar. Tá tað var farið at nærkast hálvleikssteðginum, var Neistin eitt skifti á odda 19-6, men StÍF fekk minkað um munin fyri steðgin, og í seinna hálvleiki sá tað ikki so ræðuliga einvegis út, sum tað gjørdi teir fyrstu næstan 25 minuttirnar.
Óivað er tað eitt sindur torført at halda stríðsviljanum uppi, tá tú einki hevur at missa við einum tapi og lítið at vinna við einum sigri, men Neistin hevur so reist seg aftur eftir kanska serliga tveir ósigrar í síðstuni, harav tann fyrri ímóti Tjaldri mundi vera eitt sindur pínligur og tann seinni ímóti Stjørnuni tað, sum kundi henda.
Nú bendir so alt á, at tað verða Neistin og Stjørnan, ið møtast í finalunum um føroyameistaraheitið, og óansæð, so ber til at siga, at Neistin í gjár hitaði væl upp og syrgdi fyri at hava máltevið í lagi, áðrenn alt skal avgerast í tveimum ella trimum finaludystum.

Neistin: Birita Wardum 10, Barbara Brauer 9, Jacklin Djurhuus 5, Bára Hansen 5, Nicoleta Radu Hansen 3, Annika Thomsen 3, Marjun F. Danberg 2, Elin 2, Nanna í Stórustovu 1
StÍF: Rebekka Justinussen 15, Fríðrun Danielsen 9, Ásgerð Káradóttir 2, Birna Tummasardóttir 2

hilmarjan@sosialurin.fo