Neistin fingið ferð á

Besta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur enn ikki roynt at tapa síðani ársskifti, og nú eru tær av álvara farnar at tevja heiðursmerki

VB-Neistin 19-25 (10-11)


Útlit vóru fyri einum spennandi dysti suðuri í Vági sunnudagin, tá bestu kvinnuliðini hjá VB og Neistanum hittust.

Seinasta vikuskifti vóru somu lið í eldinum, tá fyrra hálvfinalan í steypakappingini stóð á skránni, og tað ferðina var bert tað eina máli á muni.

Dysturin hesu ferðina gjørdist eisini rættuliga spennandi, hóast endaligu tølini boða frá einum greiðum sigri til neistaliðið.


Vunnu við fýra móti seks

Leingi gekk nevnliga sera javnt á millum liðini bæði, og hóast havnargenturnar høvdu munin meginpartin av fyrra hálvleiki, so megnaðu tær ongantíð at slíta seg rættuliga leysat frá heimaliðnum.

VB royndi seg meginpartin av fyrra hálvleiki við eini offensivari 5-1 verju, og av og á minti hetta um eina hálva mansverjing av Ileanu Manolescu, sum eisini bert fekk tvey mál hendan hálvleikin.

Í seinna hálvleiki leikaði eisini javnt á, men brádliga tók dysturin eina heldur merkisverda vend. Tvær av neistaleikarunum vóru brádliga útvístar, og væntandi var helst, at VB hesa løtuna kund toga seg eitt sindur fram um Neistan. Tað sum hendi var tó, at Neistin megnaði at skjóta tvey mál á rað, soleiðis at tær vóru á odda við tveimum málum, tá tær aftur vóru fullmannaðar, og eftir hetta tóktist allur iva at vera skúgvaður til viks.

Brádliga riggaði alt sum tað skuldi hjá neistaliðnum, og tá Hildur í hinum endanum tók meginpartin av tí, sum varð tvett eftir henni, kundu havnarkvinnnurnar at enda fegnast um trivaliga sigurin.


Liðavrik og Hildur

Inga Danberg, liðskipari á neistaliðnum, sigur við Sosialin, at tað er einki at taka seg aftur í, at sigurin sunnudagin var eitt satt liðavrik.

-Allar stríddust veruliga fyri hvørja aðra, soleiðis at øll ábyrgdin ikki hekk á einstøkum leikarum, sigur Inga. Tó legði hon afturat, at Hildur stóð ikki minni enn ein branddyst í málinum.

Júst málverjarnir hava annars havt sera nógv at siga fyri neistaliðið, við tað at tað altíð ber til at skifta ímillum hesar, tá talan er um somikið frægar málverjar sum Hildur og Helenu. Hetta man landsliðsvenjarin helst hava lagt til merkis, tí Sophus hevur nevnliga úttikið báðar tvær til bruttohópin hjá kvinnulandsliðnum.

Hagtølini siga eisini, at VB misnýtti fýra av sjey brotskøstum í hesum dysti, og ikki er torført at ímynda sær, at endaliga støðan kundi verið nakað øðrvísi, um øll hesi vóru endað í netmeskunum.


Hvør sítt

Spurd um sigurin kanska eisini hevur givið neistakvinnunum betri mót, nú seinna hálvfinalan móti VB stundar til, sigur hon, at dysturin sunnudagin als ikki kann sammetast við tann, sum verður komandi vikuskifti.

Lítið er tó at taka seg aftur í, at neistaliðið nú man hava eitt sálarligt yvirtak mótvegis vágsgentunum, tí seinastu tríggir dystirnir millum liðini bæði er nevnliga allir endaðir við sigri til havnargenturnar.

VB genturnar munnu tó fara at geva alt tær orka, tá liðini bæði hittast komandi vikuskifti. Við ósigrinum sunnudagin eru tær so at siga afturúrsigldar í landskappingini, og tískil hava tær bert steypakappingina at hugsa um nú.

Dystirnir higartil í landskappingini hava eisini víst, at VB kvinnurnar kunnu gera um seg, tá tær spæla móti oddaliðnum, men higartil hevur teimum væntað tað allar seinasta til tess at gera av við mótstøðuliðini.

Í teimum báðum dystunum, sum liðið higartil hevur tapt í endaspælinum, kundu tær við eitt lítið sindur av hepni eins væl fingið bæði stigini, so munurin er hóast alt ikki størri enn so.


Dysturin í tølum:

Málskúttar:

VB: Regina Rádó 7 (2), Rannvá Augustinussen 4, Gurið Mortensen 4, Arnleyð Krosslá 2, Sólrun Krosslá 2 (1)

Neistin: Katrin á Neystabø 8 (4), Ileana Manolescu 6, Inga Danberg 3, Birita Wardum 3, Mildrid Jacobsen 2, Gunnleyg Berg 2, Marjun Jógvansdóttir 1

Brotskøst:

VB 7, Neistin 4

Útvísingar:

VB 3, Neistin 5

Dómarar úr Tjaldur:

Dánial Hansen og Kári Hansen