Neistin aftur í meistarastríðið

Spenningur kom ongantíð í dystin millum KÍF og Neistan í Atlantic Airways kappingini. Neistin avgjørdi alt í fyrra hálvleiki

HONDBÓLTUR

Dysturin í Kollafirði var ikki nógvar minuttir gamal, fyrrenn hann í roynd og veru var avgjørdur. Neistin legði fyri sum eitt satt ódnarveður, og teir lótu slett ikki kollfirðingarnar fáa fótin fyri seg fyrstu longu løtuna. Neistin skoraði eitt mál fyri og annað eftir, og brádliga vísti talvan 5-0 til bláu gestirnar úr Havnini. Tá vóru fleiri enn 10 minuttir farnir, og enn var KÍF slett ikki komið á talvuna.

13 minuttir uttan mál
Heili 13 minuttir skuldu til, áðrenn KÍF fekk sítt fyrsta mál, men hetta steðgaði ikki Neistanum. Teir koyrdu á við somu megi, og tá 20 minuttir vóru farnir, høvdu teir økt enn meir um leiðsluna, soleiðis at støðan nú var 10-3 til gestirnar.
Samstundis sum Neistin spældi væl, so spældi KÍF ótrúliga illa, og einasti leikarin, sum av øllum alvi royndi at steðga Neistanum, var Óla Kristjan Djurhuus í málinum. Hann hevði fleiri stórar bjargingar í fyrra hálvleiki, men synd er at siga, at hann fekk nógva hjálp frá verjuni.
Í hinum endanum stóð Jacob Larsen eisini ein fram úr góðan fyrra hálvleik. Hann tók rættiliga broddin av stórskjúttunum hjá KÍF, og hann var ein góður maður fyri Neistan henda dagin.

Ongan tíð í vanda
Eftir steðgin var KÍF munandi betyri við. Ikki minst var Damir Oros nú um at koma fyri seg, eftir at hann einki mál fekk fyrstu 30 minutirnar.
Nóg mikið til at skapa spenning, var hetta tó ongantíð. Neistin hevði snøgt sagt fleiri gear enn vertirnir, sum – tá tað stóð best til – minkaðu munin í fimm mál.
Móti endanum fekk Neistin aftur økt nakað um munin, og tað var neyvan nakar, sum mótmælti uppiborna sigrinum. Neistin setti seg á dystin frá fyrsta bríksli, og nú hava teir veruliga bart seg innaftur í heiðursmerkjastríðið.

Fakta
KÍF-Neistin 21-28 (6-14)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8, Daniel Rapa 4 (2), Ingi Johannesen 3, Niklas Reginsson 2, Gert Hansen 2, Rógvi Weyhe 1, Eddie Joensen 1
Neistin: Roar Dalsgarð 8, Blagoje Buha 7, Tróndur Kragesten 5 (1), Jugoslav Djumic 3, Áki Mørk 3, Dann Thorleifsson 1, Carl Herup Olsen 1
Brotskøst: KÍF 2, Neistin 2
Útvísingar: KÍF 5, Neistin 1
Dómarar: Andreas Hansen & Eyðun Samuelsen