í sambandi við fótbóltsdystin 1. august 2024. Áðrenn og undir dystinum tóku ógvisligar hendingar seg upp, líknandi teimum sum vit síggja til altjóða dystir kring Evropa. Hetta er óvanligt í Føroyum og [...] andi eftirmeting. Við dystinum fylgdi eitt týðandi tal av váðafjepparum (fjepparar, ið eru kendir fyri at elva til trupulleikar). Av hesi orsøk var tað frammanundan samband við gistingarhús, tó uttan at [...] greiða váðaflokking av fótbóltsdystum, sum neyvt og týðiliga kann vísa á trygdarátøk, sum eru hóskandi fyri at vísa aftur møguligari neiligari og harðligari atferð hjá váðafjepparum. Eftirmetingin hevur víst
Sambært skránni fyri mentanardagar í Sunda kommunu verður farið út í Stakkin eftir seyði í morgin. Tað er avmarkað luttøka á hesi ferðini, sum byrjar klokkan 07.30, og tíðarfreistin at tekna seg til túrin var [...] 9. september. Klokkan 13 í morgin, tá fjallfólkið er komið heim aftur við seyðinum, verður døgurði fyri teimum, sum hava verið við á ferðini. Klokkan 17 verður uppboðssøla við bygdarhúsið í Tjørnuvík, har
ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið. Sunnudagsskúlin takkar hjartaliga fyri vælvild frá kirkjuráðum og kirkjufólki og fyri gávuna, sum kemur inn.
andstøðuflokkarnar, tí teir hava funnist at stóra undirskotinum, og peikar so á undanfarnu samgongu fyri at vera orsøkin til undirskotið. Orsøkin til undirskotið eru íløgurnar, ið blivu settar í verk í [...] undanfarna valskeiði. Tær vórðu settar í verk “uttan nakra fíggjarpolitiska stýring yvirhøvur” orðar hann seg. Eg má siga, at eg undraðist yvir hesa orðingina. Nú sat eg sjálvur í undanfarnu samgongu og var við [...] Hevur Javnaðarflokkurin sett allar hesar íløgur á skrá uttan nakra fíggjarpolitiska stýring yvirhøvur, fyri at endurnýta orðing Løgmans? Eg eri sera fegin um, at nógvar av hesum íløgum blivu settar í verk.
fyrsta dyst fyri 07 Vestur við liðskiparabandinum á arminum; bert 18 ára gamal. Vit í felagnum eru sera stolt av at hava uppælt hesar røsku spælarar, og vit gleða okkum at síggja teir menna seg víðari hjá
Sambandsflokkurin ynskir Edmundi hjartaliga til lukku við runda føðingardegnum, og takkar fyri trúgva tænastu fyri flokkin. Sambandsflokkurin [...] bleiv hann floksformaður og fýra ár seinni var hann løgmaður. ”Tað var fyri mær sum at eingin tordi at taka løgmansstarvið á seg,” hevur Edmund onkuntíð sagt um tað at taka við landsins leiðslu í ringastu [...] Edmund í øllum sínum mongu politisku sessum er, at hann hevur sett síni týðiligu fingramerki eftir seg, og hevur verið við til at flutt Føroyar framá. Hóast hann legði tað politiska arbeiði frá sær í 2022
leysum. ES-kommisserurin fyri heilsu og matvørutrygd, Stella Kyriakides, helt seg frá beinleiðis at kritisera Danmark í røðu síni. Men hon legði dent á, at ES yvirhøvur arbeiðir fyri at verja umhvørvisaktivistar [...] hval og forðaði teimum í at gera tað. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava verið við til at elva til skaða á ein persón. Watson noktar seg sekan. ##med2## Hóast ákærurnar úr Japan, endaðu fleiri limir [...] sum fordømir gerðir, sum eru ímóti altjóða umhvørvisrætti og ES-rætti. - Vit hava í áravís arbeitt fyri at verja umhvørvisaktivistar og whistleblowers. Vit mugu tryggja okkum, at slíkt ikki fer fram í Evropa
gingin, og framvegis er eingin framgongd í málinum, og harvið eingin matarskipan. Í politikki snýr tað seg um at raðfesta, og vit kunnu nú bara staðfesta, at ein matarskipan enn vantar sína raðfesting. Nú má [...] sum vit eiga at raðfesta. Um ikki í kvøld, so aftaná 12. november. Elsa Berg Býráðslimur og valevni fyri Tjóðveldi
Eftirmetingin vísir millum annað, at starvsfólk skúlans hava verið glað fyri skipanina, og tey meta, at skipanin hevur verið til gagns fyri skúlan og teir næmingar, sum hava brúkt tilboðið, sigur Djóni Nolsøe [...] Tað var Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum spurdi Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann um royndarskipanina við Sálarfrøðingi á Skúlatrøð í Klaksvík er eftirmett. Hon spurdi soleiðis: [...] krónur. Effektin, sum ikki er staðfest, eigur at verða sett upp ímóti hesi upphædd. – Kostnaðurin fyri ein skúlasálarfrøðing við einum brøki á 0,4 er á leið 250 túsund krónur. Um ein líknandi skipan við
mett sum ein góð tænasta fyri at veita heilsugóðan mat í tíðini, børnini eru í skúla ella í barnagarði. Royndir í øðrum londum vísa greitt, at ein góð matarskipan er góð fyri trivnaðin og innlæringina [...] Fyri einum ári síðani løgdu Tjóðveldi og Framsókn uppskot fram í mentamálanevndini um at byrja fyrireikingararbeiðið í samband við eina matarskipan til børn og ung í Tórshavnar kommunu. Málið bleiv við [...] við allari vælvild samtykt í mentamálanevndini. Fyri at fáa málið loyst og á glið aftur, tí stígur er komin í, hevur Tjóðveldi biðið um at fáa málið á skrá á komandi býráðsfundi 19. september. Tí skulu vit