Tveir av okkara mest eyðsýndu ungu spælarum hava í dag skrivað undir nýggjar sáttmálar við 07 Vestur til endan av 2026.
Talan er um Jón í Horni Nielsen og Jónas Prior, sum veruliga hava víst sínar dygdir á besta liðnum í seinnu hálvu. Venjarin hevur givið teimum álit, og teir hava so dyggiliga tikið av.
Jónas Prior hevur enntá longu leikt sín fyrsta dyst fyri 07 Vestur við liðskiparabandinum á arminum; bert 18 ára gamal.
Vit í felagnum eru sera stolt av at hava uppælt hesar røsku spælarar, og vit gleða okkum at síggja teir menna seg víðari hjá okkum. Hjartaliga til lukku tit báðir, skrivar 07 Vestur í kvøld.