Tað var Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum spurdi Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann um royndarskipanina við Sálarfrøðingi á Skúlatrøð í Klaksvík er eftirmett. Hon spurdi soleiðis:
1. Er royndarskipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð eftirmett?
2. Hvat sigur eftirmetingin um royndirnar við skipanini, og hvat verður mælt til ?
3. Er ætlanin, at skipanin fer at halda fram á Skúlatrøð ?
Landsstýrismaðurin svarar ja, at royndarskipanin er eftirmett.
– Eftirmetingin vísir millum annað, at starvsfólk skúlans hava verið glað fyri skipanina, og tey meta, at skipanin hevur verið til gagns fyri skúlan og teir næmingar, sum hava brúkt tilboðið, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Henda skipanin hevur verið ætlað næmingum, ið ikki longu eru knýttir at øðrum skipanum, so sum Sernámi, Barnaverndartænastuni ella Barna- og Ungdóms Psykiatriini.
– Eftirmetingin vísir ikki nakra minking í talinum av næmingum, sum hava tørv á tænastum frá Sernámi ella frá Undirvísingarstýrinum (heima- og sjúkraundirvísing). Við hesum er ikki sagt, at sálarfrøðitænastan ikki hevur verið til gagns hjá teimum næmingunum, sum hava brúkt tænastuna hjá sálarfrøðinginum.
– Harafturat vísir eftirmetingin, at royndarskipanin er merkt av at vera ein avbyrgd skipan, sum møguliga ikki á nøktandi støði samstarvar við aðrar skipanir, tó við lutvísum undantaki av samstarvi við heilsufrøðingarnar, sigur hann.
Royndarskipanin hevur í trý ár kostað uml. 800 túsund krónur. Effektin, sum ikki er staðfest, eigur at verða sett upp ímóti hesi upphædd.
– Kostnaðurin fyri ein skúlasálarfrøðing við einum brøki á 0,4 er á leið 250 túsund krónur. Um ein líknandi skipan við sálarfrøðingum skal íverksetast kring alt landið, er kostnaðurin á leið 4 millión krónur og á leið 8 millión krónur fyri eina tilsvarandi skipan í fulla tíð. Viðmerkjast skal, at áðrenn Barna- og útbúgvingarmálaráðið aftur fer at seta eina tílíka verkætlan í verk, fer ráðið at gera greitt, hvat ein tílík eftirmeting skal fevna um.
Til triðja spurningin, um ætlanin, at skipanin fer at halda fram á Skúlatrøð, svarar Djóni Noløse Joensen soleiðis:
– Royndarverkætlanin varð sett í verk við heimild í § 25 í fólkaskúlalógini. Umsóknin frá skúlanum snúði seg um eitt trý ára tíðarskeið, og er tað tíðarskeiðið nú lokið, sigur landsstýrismaðurin.