Samgongan súltar matarskipanina

Tað er nú eitt ár síðani, at Tjóðveldi og Framsókn løgdu uppskot fram um eina matarskipan til børn og ung. Mentamálanevndin samtykti at gera ein arbeiðssetning til hetta. Tíverri er einki hent víðari, og málið bert súltað í skuffuni. Við øðrum orðum kann mann siga, at málið bleiv sparkað til hornað, og at eingin verulig ætlan var hjá verandi samgongu um raðfesta eina matarskipan.

Málið er súltað í 8 ár

Í 2016, sum var eisini var eitt valár, lovaði táverandi, sum so eisini er núverandi borgarstjóri, at ein matarskipan skuldi vera klár at byrja um tríggjar mánaðir. Nú eru skjótt níggju ár gingin, og framvegis er eingin framgongd í málinum, og harvið eingin matarskipan. 

Í politikki snýr tað seg um at raðfesta, og vit kunnu nú bara staðfesta, at ein matarskipan enn vantar sína raðfesting. 

Nú má ferð koma á arbeiðið

Tí hevur Tjóðveldi biðið um at fáa málið til viðgerðar á býráðsfundi í kvøld. 

Børn og ung í Tórshavnar kommunu skulu hava javnbjóðis og góða atgongd til heilsugóðan mat í skúlum og barnagørðum. Ein matarskipan kann stuðla undir trivnað og innlæring hjá børnum og ungum. Ein matarskipan kann eisini vera við til at stuðla undir staðbundnari matframleiðslu. 

Eg vóni, at vit fáa eina góða viðgerð av málinum í kvøld, tí hetta er veruliga eitt uppskot, sum vit eiga at raðfesta. Um ikki í kvøld, so aftaná 12. november. 

 

Elsa Berg 

Býráðslimur og valevni fyri Tjóðveldi