Fyri einum ári síðani løgdu Tjóðveldi og Framsókn uppskot fram í mentamálanevndini um at byrja fyrireikingararbeiðið í samband við eina matarskipan til børn og ung í Tórshavnar kommunu. Málið bleiv við allari vælvild samtykt í mentamálanevndini. Fyri at fáa málið loyst og á glið aftur, tí stígur er komin í, hevur Tjóðveldi biðið um at fáa málið á skrá á komandi býráðsfundi 19. september.
Tí skulu vit hava eina matarskipan til børn og ung í Tórshavnar kommunu
Matarskipan í barnagørðum og skúlum verður mett sum ein góð tænasta fyri at veita heilsugóðan mat í tíðini, børnini eru í skúla ella í barnagarði. Royndir í øðrum londum vísa greitt, at ein góð matarskipan er góð fyri trivnaðin og innlæringina hjá børnunum. Tjóðveldi leggur tí uppskot fram á býráðsfundi 19. september um at kanna, hvussu ein matarskipan til børn og ung í Tórshavnar kommunu kann skipast og setast í verk.
Ein góð matarskipan tryggjar, at okkara børn og ung fáa javnbjóðis atgongd til heilsugóðan mat og stimbrar undir, at næmingar og børn gerast forvitin eftir at royna nýggjan mat. Harnæst kann ein matarskipan stuðla undir føroyskari framleiðslu av grønmeti, læru um burðardygga matmentan og gagnnýtslu av tilfeingi, sum er í nærumhvørvinum.
Matarskipanir í londum kring okkum eru ymiskar, og tí er tað týdningarmikið, at ein matarskipan verður ment, sum egnar seg til Tórshavnar kommunu. Vit eiga eitt nú at kanna, hvørt skipanin eigur at verða útbygd stigvíst, og hvussu ein matarskipan kann menna føroysku matskipanina sum heild, millum annað við øktari grønmetisframleiðslu og gagnnýtslu av fiskatilfeinginum.
Tjóðveldi vónar at málið fær eina góða viðgerð frá øllum býráðslimum á fundinum í kvøld.