Danmark fær atfinningar í ES-tinginum fyri at fongsla Watson

Fleiri politiskir bólkar í ES-tinginum finnast at Danmark fyri at fongsla umhvørvisaktivistin Paul Watson.

Umhvørvisaktivisturin Paul Watson eigur at verða leyslatin heldur enn útflýggjaður til Japan.

Tað vóru boðskapurin frá fleiri limum í ES-tinginum í dag.

Undir einum kjaki um, at Danmark og Grønland hava fongslað 73 ára gamla Paul Watson, fóru serliga tingfólk úr vinstru síðu av salinum á pallin at verja kanadiska aktivistin.

- Danska stjórnin skal lurta nú. Allur heimurin hyggur eftir Danmark, sum ikki skal útflýggja Paul Watson til Japan, sigur ES-tinglimurin Emma Fourreau úr vinstravenda franska flokkinum La France Insoumise.

Men eisini stórir politiskir bólkar sum sosialdemokratiski S&D-bólkurin, har danski stjórnarflokkurin, Javnaðarflokkurin, er limur, og Renew-bólkurin, har stjórnarflokkarnir Venstre og Moderate eru limir, eru atfinningarsamir.

- Paul Watson er ein umhvørvisaktivistur, sum fordømir gerðir, sum eru ímóti altjóða umhvørvisrætti og ES-rætti.

- Vit hava í áravís arbeitt fyri at verja umhvørvisaktivistar og whistleblowers. Vit mugu tryggja okkum, at slíkt ikki fer fram í Evropa, sigur spanski Leire Pajín úr S&D bólkinum.

Ein dómari í dómstólinum í Grønlandi hevur longt varðhaldsfongslingina hjá Paul Watson til 2. oktober. Watson hevur verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi síðani 21. juli, tá hann varð handtikin, tá hann fór av skipinum í havnini í Nuuk.

Hann varð handtikin við støði í altjóða handtøkuboðum úr Japan. Landið vil hava hann útflýggjaðan og ákærdan vegna eina hending í Antarktis í 2010.

Japanskir myndugleikar halda, at hann leyp á japanskar hvalaveiðumenn, sum fangaðu og drupu hval og forðaði teimum í at gera tað.

Hann er eisini skuldsettur fyri at hava verið við til at elva til skaða á ein persón.

Watson noktar seg sekan.

 

##med2##

Hóast ákærurnar úr Japan, endaðu fleiri limir í Evropatinginum røðurnar við orðunum: "Lat Paul Watson leysan".

Tey halda, at eldri umhvørvisaktivisturin er í vanda fyri at fáa 15 ára fongsul í Japan og harvið doyr í einum japanskum fongsli.

Tað er løgmálaráðið í Danmark, sum skal taka støðu til, um Watson kann útflýggjast.

Rasmus Nordqvist hjá SF og Per Clausen hjá Enhedslisten fóru eisini á pallin við áheitan um at sleppa Paul Watson leysum.

ES-kommisserurin fyri heilsu og matvørutrygd, Stella Kyriakides, helt seg frá beinleiðis at kritisera Danmark í røðu síni. Men hon legði dent á, at ES yvirhøvur arbeiðir fyri at verja umhvørvisaktivistar, journalistar og whistleblowers.

Danmark hevur tó stóran stuðul úr einum horni í ES-tinginum fyri møguligari útflýggjan.

Høgraflokkurin Alternative für Deutschland (AfD) lýsir Paul Watson sum ein "øko-yvirgangsmann", sum kann samanberast við Osama bin Laden, sum stóð aftanfyri yvirgangsatsóknina í USA 11. september 2001. Tí skuldi hann verða útflýggjað, heldur AfD.

 

/Ritzau/

 

Ein mynd í París heitir á Danmark og Grønland um at lata umhvørvisaktivistin Paul Watson leysan. Hósdagin fekk Danmark átalu frá fleiri limum í ES-tinginum fyri kanska at vera á veg at útflýggja Watson til hvalaveiðutjóðina Japan. (savnsmynd). - Mynd: Thibaud Moritz/Ritzau Scanpix