Í stuttari viðmerking til Sosialin sigur Jónsvein Joensen, at teir eru sera fegnir um, at Vinnumálastýrið, Fjarskiftiseftirlitið og Finnbogi Arge, landsstýrismaður, hava verið so avgjørdir í hesum máli [...] Tað at hesir partar hava skorið ígjøgnum í málinum, hevur nú havt við sær, at vit í Føroyum eru komin niður á príslegu, sum er eitt úrslit av marknaðarkreftunum, og at prísirnir sostatt ikki eru úrslit
taka nakað frá Kristiani - ikki tann tónleikur, sum vanliga selir mest herheima. Ein av orsøkunum til høgu søluna hjá Kristiani er, at fløgan er seld umborð á Norðlýsinum, sum var ein partur av verkætlanini [...] plássi, saman við fløguni hjá Aria, tí tað er fyrstu ferð, at ein »rein« føroysk country fløga er komin á marknaðin. Høgni Zachariassen fegnast eisini um at tað eydnaðist so væl hjá Ragnari. ? Ein sovorðin [...] tað framhaldandi verður selt nógv mest av útlendskum tónleiki. Høgni Zachariassen sigur, at orsøkin til tað er einføld, tí fólk vil hava góðan tónleik, og so kann tað vera líkamikið hvør ið hevur gjørt hann
at tingið í seinastu í stóran mun hevur nýtt møguleikan at seta fyrispurningar til landsstýrisfólk, men tá tað kemur til at leggja misálit á landsstýrisfólk, heldur tingið sær aftur. Hetta, ásannar Høgni [...] at um tingfólk veruliga eru ónøgd við politisku skipanina, má finnast fram til, hvussu betrast kann um hana. ? Tað ber ikki til bara at finnast at og so ikki gera nakað meira við málið. Eg taki útsagnirnar [...] mást tú fáa hesi tingini í rættlag, annars verður galið. Spurningurin til Høgna Hoydal í hesum sambandi er, um tað yvirhøvur ber til at fáa fullveldi, um hesi tingini ikki verða fingin í rættlag fyrst.
flýgur úr Keypmannahavn og til Aberdeen tíðliga mikumorgun og fríggjamorgun. Tá eru fyrstu ferðafólkini, sum kanska skulu flúgva víðari til Skotlands, ikki komin úr øðrum londum og til Kastrup. Hetta er tann [...] og Danmark. Týskvøld og hóskvøld verður flogið úr Aberdeen til Keypmannahavn, og mikumorgun og fríggjamorgun verður flogið úr Keypmannahavn til Aberdeen. Ferðaseðilin millum Skotland og Danmark fer at kosta [...] býir, men felagið hevur ikki havt loyvi at flyta ferðafólk millum londini. Bretar hava givið loyvi til tess, men nústandi hava donsku myndugleikarnir sagt ja. ? Vit rokna ikki við at flyta nógv ferðafólk
upp til kapping við útvarpsrisan Útvarp Føroya, var at senda til Klaksvíkar. Í løtuni hoyrist Rás 2 í høvuðsstaðnum, á Skálafjørðinum og onkra aðrastaðni í Eysturoynni. Enn er Klaksvík ikki komin við í [...] stendur tað til leiðsluna í Rás 2, gongur ikki lang tíð, áðrenn teir eisini kunnu senda til høvuðsstaðin hjá norðoyingum. ? Vit arbeiða við fleiri møguleikum í løtuni, men enn eru vit ikki komin á mál. Vit [...] stigið, sum rásin ætlar sær at taka, er at senda til og úr Klaksvík. ? Vit gera í løtuni nakað av tilfari av Skálafjørðinum, og tá vit fara at senda til Klaksvíkar er tað upplagt, at vit eisini fara at
væntaðu flestu leikararnir, at talan fór at gerast um ein sera strævnan dyst. Alexandur var tó kortini komin somikið fyri seg, at hann fekk verið á vøllinum sunnudagin, men kortini var liðið skert við tveimum [...] noyddist Marius Joensen at geva avboð orsakað av sjúku. Mundi kiksa Í fyrra hálvleiki sást tó lítið til, at føroyameistararnir vóru nakað serliga illa fyri, hvat fólki viðvíkti. Eftir eina heldur varisliga [...] dygga mótstøðu. Serliga Jens Skipagøta leikti ein góðan dyst, og mundi hann eisini vera høvuðsorsøkin til, at H71 kom rættuliga við aftur í dystinum. Liðið telur tó fleiri aðrar evnaríkar leikarar, og verður
luttaka hesi so ymsum kappingum móti øðrum skúlum. Bestu leikarar á ymsu skúlunum verða síðani úttiknir til úrvalslið, og gongst nóg væl, verða kanska boð eftir teimum seinni, við tað at tað fyrst og fremst [...] sum møguliga skulu mynda fyrsta lið felagsins í framtíðini. Í so máta kann sigast, at Oddmar er komin hálvan veg á fótbóltsleið sínari, við tað at hann seinasta ár var við á einum liði, sum var sett saman [...] Bestu leikararnir úr ymsu økisliðnum, verða seinni, um teir vera mettir at hava nóg góð evni, úttiknir til eitt býarlið, og er tað serliga úr hesum býarliðum, at stóru feløgini finna sínar framtíðar leikarar
Orsøki til at hann í sínari tíð fór niður, var, sum hjá so mongum útbúgvingarørindi, við tað at hann í løtuni lærur til myndamann. Harumframt sá hann eisini hetta sum ein góðan møguleika til at gera meira [...] tað kom til at lata seg í eftir mótanum. Her var tó einki við at stilla seg framman myndatólið í gomlum slitnum buksum og kanska eitt sindur av gele í hárinum. Bæði klæðir, húð og hár varð gjørt til av fólki [...] nógv gjørt burturúr, tá hann soleiðis skuldi royna seg sum model í eitt samdøgur. Áðrenn farið var til verka greiddi hann frá, hvørja bakgrund hann hevði, eins og hann eisini greiddi frá, at hann vanliga
Eingin nýggjárskonsert uttan Léhar. Hetta er víst, tí lagið til Kom og dansa er úr Kátu Einkjuni hjá Franz Léhar. Kristin í Geil setti føroysk orð til farna aldarskiftið - fyri 100 árum síðani. Men enn er sangurin [...] Norðurlandahúsið og Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya. Nýggjárskonsertin tykist vera árlig hending, ið er komin fyri at verða, og tað er at fegnast um. Martin Mourtisen stjórnar orkstrinum og Bjarni Restorff hevur [...] kom væl frá uppgávuni. Eftir hetta segði løgmaður nøkur orð. Hann takkaði teimum, ið hava tikið stig til tiltakið og sum hava hildið á hesi árini. Eisini fegnaðist hann um, at so mong ungfólk teljast millum
senda fyrr enn 21. januar. Preben Hansen, ið er ein av stigtakarunum til útvarpsstøðina, sigur, at seinasta úrgerðin júst er komin til landið, og verður hon ikki á støðini fyrr enn einaferð í dag. Hendan [...] at Lindin skuldi senda fyrstu ferð 17. desember í fjør. Men hetta bar ikki til, tí sjálvur sendarin var tá enn ikki komin til landið. Meiningin var, at hann skuldi koma við flogfari úr Íslandi 15. desember [...] verið til taks, og tí ber til at leggja út við sendigum beinan vegin. Fyrstu tíðina verður talið av sendingum ikki so stórt, men ælanin er at fáa meira kjøt uppá skránna hjá Lindini so við og við. Til dømis