35 ára gamli Rógvi Johansen man helst vera millum bestu, um ikki tann besti, súkklararnar, sum vit hava havt her á landi.
Seinastu árini hevur hann verið í Danmark og roynt seg, og eyðsæð er, at hann hesa tíðina hevur gjørt rættuliga stór framstig, og er hann í dag at finna millum bestu súkklararnar í Danmark.
Orsøki til at hann í sínari tíð fór niður, var, sum hjá so mongum útbúgvingarørindi, við tað at hann í løtuni lærur til myndamann. Harumframt sá hann eisini hetta sum ein góðan møguleika til at gera meira við súkklingina, og úrslitini av hesum hava ikki ligið eftir.
Skifti síðu
Í samband við útbúgving sína er tað sjálvsagt javnan komið fyri, at Rógvi hevur tikið myndir av einhvørjum, sum er farið fram, men fyri stuttum slapp hann so eisini at royna, hvussu tað er at standa hinumegin myndatólið.
Tað var nevnliga soleiðis, at hann í einum donskum blað skuldi verða avmyndaður sum »månedens mand«, og sum vera man, varð nógv gjørt burturúr, tá hann soleiðis skuldi royna seg sum model í eitt samdøgur.
Áðrenn farið var til verka greiddi hann frá, hvørja bakgrund hann hevði, eins og hann eisini greiddi frá, at hann vanliga syrgdi fyri, at súkkli- og fotoútgerð hansara var »up to date«, men at hann ikki var heilt so stinnur, tá tað kom til at lata seg í eftir mótanum. Her var tó einki við at stilla seg framman myndatólið í gomlum slitnum buksum og kanska eitt sindur av gele í hárinum.
Bæði klæðir, húð og hár varð gjørt til av fólki við serkunnleika um evnið, og hóast tað kanska kann tykjast eitt sindur ógvusligt fyri ein vágbing, sum vanliga ikki leggur so nógv í, hvussu hann gongur ílatin, ella hvussu hárið situr.
Sjálvur helt Rógvi eisini, at hetta var kanska ov nógv av tí góða, men eftir at alt var fingið upp á pláss, dámdi honum kortini bara heilt væl.
Sjálvur greiddi Rógvi m.a. soleiðis frá í blaðnum:
- Eg eri væl nøgdur við úrslitið eftir viðgerðina. Í 15 ár havi eg trimmað hárið, so tað hevur verið lætt at fáast við, men eftir at hava fingið nýtt hársnið, havi eg fullkomuliga broytt hugburð. Eg havi ongantíð áður roynt at smyrja húðina við ymsum smyrsli o.ø. Hetta var tó gott at royna, og satt at siga eri eg eisini freistaður at fylgja teimum ráðum, sum eg havi fingið í so máta.
- Klæðini frá Richson vóru eisini øgiliga góð. Serliga dámdi mær væl marlboroklæðini við gulu skjúrtini. Mær hevur altíð dámt væl gult, og allar mínar súkklur eru gular. Eisini kenni eg meg væl í klædninginum, men hóast alt helt eg, at eg klæddi best hini bæði settini, í hvussu so er, tá talan er um gerandisklæði.
Yvirhøvur havi eg fingið nógv burturúr hesum degnum, og eg havi fingið alla ta vegleiðing og øll tey góðu ráðini, sum eg hevði vónað at fáa.
Rógvi hevur so beinasamur at lænt okkum myndirnar, sum vóru at síggja í blaðnum, og á hesari síðu síggjast so nakrar teirra.
Í eldin aftur
Annars fer ikki at ganga lang tið, áðrenn Rógvi og teir í hansara felagi aftur skulu út á donsku vegirnar at royna seg.
Rógvi hevur sjálvur sagt, at hann fer at súkkla tey bæði árini, sum hann hevur eftir a útbúgving síni, men at hann síðani fer at hugsa meira um arbeiðið.
Havandi í huga, tað sum Rógvi hevur fingið á skaftið tey bæði seinastu árini, er tað kanska spell, at longu gevst um eini tvey ár, men hóast alt, so er hann tá komin fram við tey bestu árini á súkkluni, men hinvegin er hann tá farin upp tað, sum verður rópt besti aldurin hjá einum súkklara.