26. mars fer føroyska flogfelagið fyri fyrstu ferð undir regluliga flúgving millum tvey ES-lond. Nýggja flogleiðin er millum skotska býin Aberdeen og danska høvuðsstaðin Keypmannahavn.
Atlantsflog hevur áður flogið regluliga millum hesar býir, men felagið hevur ikki havt loyvi at flyta ferðafólk millum londini. Bretar hava givið loyvi til tess, men nústandi hava donsku myndugleikarnir sagt ja.
? Vit rokna ikki við at flyta nógv ferðafólk millum Aberdeen og Keypmannahavn, men vit vóna, at flúgvingin kann verða eitt ískoyti, tá vit nú alíkavæl flúgva úr Aberdeen til Keypmannahavn, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.
Atlantsflog hevur áður havt regluliga ferðslu millum Føroyar og Aberdeen, og tað er í hesum sambandi, at føroyska flogfelagið eisini hevur flogið úr Skotlandi til Danmarkar.
? Nýggja leiðin fer ikki at ávirka flúgvingina millum Føroyar og Danmark, tí tann leiðin er tann týdningarmesta hjá okkum, og hon skal røkjast væl, sigur Magni Arge.
Tíðliga á morgni og seint á kvøldi
Tá farið verður undir nýggju leiðina í mars mánaði verður flogið tvær ferðir um vikuna millum Skotland og Danmark. Týskvøld og hóskvøld verður flogið úr Aberdeen til Keypmannahavn, og mikumorgun og fríggjamorgun verður flogið úr Keypmannahavn til Aberdeen.
Ferðaseðilin millum Skotland og Danmark fer at kosta nakað meira enn ferðaseðilin millum Føroyar og Danmark.
Flogfarið hjá Atlantsflog kemur úr Aberdeen til Keypmannahavn seint á kvøldið týsdag og hósdag, og tí roknar Atlantsflog ikki við, at fólk, sum skulu ferðast víðari úr Keypmannahavn, fara at brúka teirra farleið.
Sama skil er, tá Atlantsflog flýgur úr Keypmannahavn og til Aberdeen tíðliga mikumorgun og fríggjamorgun. Tá eru fyrstu ferðafólkini, sum kanska skulu flúgva víðari til Skotlands, ikki komin úr øðrum londum og til Kastrup. Hetta er tann sokallaði ?connection?-ferðslan, sum Atlantsflog neyvan fær stóran lut í.
Møguleikarnir
Í Danmark og kanska serliga Aberdeen eru fólk spent uppá nýggju flúgvingina hjá Aberdeen. Bretska ferðaráðið hevur verið við til at sligið á junglutrummurnar fyri leiðini hjá Atlantsflog, og í skotsku avísini Press and Journal verður mett, at Atlantsflog ætlar sær at gera sær dælt av stóra áhuganum fyri eini oljuvinnu í Føroyum.
Men møguleikarnir fyri øktari samvinnu millum landnyrðings-Skotland og Danmark eru eisini viðvirkandi til, at Atlantsflog fer undir nýggju flúgvingina.
Brúgvin um Oyrasund fer at hava stóran vøkstur við sær í Keypmannahavn, og eisini tann búskaparligi vøksturin kann fara at koma farleiðini hjá Atlantsflog til góðar, heldur Press and Journal.










