trótandi samstarvi við ES eru og um vit fáa ta hjálp og tann diplomatiska og politiska stuðul úr Danmark, sum vit hava krav uppá. Vónandi eru vit vorðin klókari, tá uttanríkisráðharrin er farin av aftur [...] upp. Meðan alt Europa, tað veri seg limalond so væl sum lond uttan fyri ES samstarva um at kalla alt millum himmal og jørð, so liggja Føroyar uttan fyri hetta samstarv. Vit selja fisk, fiskaúrdráttir og [...] og annað gott úr okkara reina og heilsugóða umhvørvi, og annað samband hava vit eftir øllum at døma ikki. Tann lyftisgrein um annað samstarv, sum er í handilssáttmála Føroya við ES tykist ikki verd tað
politikkararnir tá. Vit eru púra samd í, at neyðugt er við einum sterkum almennum public service stovni. Vit hava áður á hesum stað nevnt, at vit unna hesum stovni alt tað besta, og hetta vilja vit endurtaka [...] Tingmenn og skiftandi landsstýrisfólk hava verið greið yvir hesa andsøgn. Tey hava havt fleiri myndlar á lofti, men her steðgar kortini upp. Hvørjir myndlar hava verið nevndir hesi árini? Tann mest upplagdi [...] sjálvandi leggja upp fyri tí veruleika, at KVF er okkara almenna public service rás, sum vit øll ynskja skal hava góðar umstøður. Sosialurin
Minni sterkt og meiri vín. Og tá talan er um stevnur, fara fólk um morgunin til stevnuna, og meginparturin fer kanska avstaÝ aftur sama kvøld. TaÝ er ikki sum fyrr, tá fólk gistu eina ella tvær nætur [...] dans o.s.fr. TaÝ kann ikki vera rætt, at øl verÝur keypt í kassum ella dunkum og selt uttan loyvi. Vit hava ein dupultan trupulleika. Tann, sum selir, hevur ikki loyvi at selja øl. Og øll sølan er uttan fyri [...] lógin veriÝ broytt, so taÝ bar til at lata skonkiloyvi til stevnur, framsýningar, konsertir o.s.fr. At nokta fyri at broyta lógina er at gera sum strutsurin og stinga høvdiÝ í sandin. Men skulu vit spáÝa
partarnar og at veita neyðhjálp. Men hesi tiltøk hava bert verið viðfáningar. Tiltøkini hava so at siga ikki gjørt mun. Heimurin hevur sum so mangan, tá talan er um Afrika, vent blinda eyga til teir ræðuleikar [...] ST stendur máttleyst, tí eingin tykist at hava áhuga fyri at hjálpa fólkinum í Darfur. Nøkur heilt fá lond t.d. Noreg hava hoyrt neyðarrópini úr Darfur og hava roynt at rópa heimin upp, men alt til fánýtis [...] ógjørligt at dyrka jørðina og at hava kríatúr orsakað av stríðshendingunum. 10.000 fólk doyggja í hungri um mánaðin. Tey flestu teirra børn! ST og Afrikanska samgongan hava higartil roynt at fáa skapt frið
onga fíggjarlóg. Tá val var útskrivað í úrtíð, datt fíggjarlógaruppskotið hjá gomlu samgongu burtur. Hetta var uppskotið, sum skuldi koma í gildi tann fyrsta januar 2004. Í staðin hava vit sambært stýris [...] neyðturviliga til tess at halda samfelagshjólini malandi. Hetta merkir sostatt, at vit í roynd og veru onga fíggjarlóg hava, og sostatt merkir hetta eisini, at alment virksemi er skrúvað niður á lægsta bluss [...] at verða rakt av sama atgerðar- og ráðaloysi sum undanfarna samgonga. Vit fara tí at mæla landsstýrinum til at fáa fíggjarlógina í hús sum skjótast. Um tað framvegis verður drálað við fíggjarlógini, fer
feløgini hvør sær. Hetta valdi man ikki at lurta eftir, og úrslitið síggja vit i dag. Nevndin í Framtaksgrunninum tykist hava valt at raðfesta eina prosess hægri enn úrslitið, og kann hetta koma at gerast [...] hann er ónøgdur, so verður nevndin send til hús. So einfalt er tað. Tað er líka nógv politisk uppíblanding at velja eina nevnd aftur, sum at senda hana til hús, hóast hetta tykist verða ringt at skilja í [...] reiðarar buðu 115 milliónir fyri bara Fiskavirking. Framtaksgrunnurin takkaði eisini nei. Nú standa vit so eitt ár seinni við vissuni um, at somu feløg, ið bjóðaðu 115 milliónir fyri bara Fiskavirking, nú
heldur enn einvíst at illneitast inn á fakfeløgini. Hetta áttu kanska eisini arbeiðsgevararnir at hava í huga, tá ið teir fara aftur til samráðingarborðið. Og til landsstýrið: ein av tungtvigandi orsøkunum til [...] kann blíva, at kommunurnar verða noyddar at hækka skattaprosentið og tá verða uppaftur størri byrðar lagdar serliga á tey lágløntu. Tá samgongufólk vísa á skattalættar ? og pengar skulu finnast til tað - [...] ikki bert gerast eitt land fyri meðal- og yvirstættina. Í staðin fyri eina rættvísa skattaskipan, fáa vit ein súmbolskan skattalætta, sum í veruleikanum bert gagnar meðal- og yvirstættini. Í staðin fyri at
sameina landið og skapa varandi frið. Átrúnaðarligir spurningar hava sum heild nógv størri týdning, enn hersetingarvøldini høvdu roknað við. Tá innrásin varð framd roknaðu Busch og Blair við, at fagnaðurin [...] løgreglu at virka hevur verið neyðugt at taka starvsfólkið hjá gamla Baatstýrinum, sum varð koyrt til hús, tá Saddam fall, inn aftur í hitan. Hvat er so vunnið? spyrja mong. Kríggið í Irak er vorðið ein støðugt [...] vita vit, at á fimm ára degnum var talið á falnum ameriskum herfólki júst komið upp á 4000. Eitt gamalt orð sigur, at tað er lætt at byrja eitt kríggj, men trupult at enda kríggið. Hesi orð hava serstakliga
ein góður møguleiki, men tá tað er sagt, skal leggjast afturat, at nógv av teimum, sum hava verið virkin sum skótar hava eisini verið millum okkara fremstu ítróttarfólk. Tað veri seg bæði innan fótbolt, [...] í samband við stuðli til hús og leiðaraútbúgvingar. Higatil hevur so skótarørsluni verið lív lagað. Eisini tí at mong hava lagt lív og sál í hetta mennandi ungdómsarbeiðið. Vit ynskja SSB hjartaliga tillukku [...] men tað var tann tíð, tá skótanir taldust millum tey stóru og mest spennandi frítíðarítrivini her á landi - í hvussu er í høvuðsstaðnum og í nøkrum av teimum størru bygdunum. Tá var so at siga eingin ítróttur
dugnaliga og vælútbúgvna arbeiðsmegi hevur støðast í landinum – eisini tá kreppur hava hótt. Eingin skipan er lýtaleys, og árini hava víst ein vaksandi tørv á ábøtur á ALS skipanina. Flestøll munnu tí fegnast [...] Hesin politiski hugburður fekk eitt skot fyri bógvin, tá tann stóra kreppan rakti Føroyar í nítiárunum. Undir hesi kreppu koma tað greitt til sjóndar, at táverandi skipan ikki megnaði at lofta teimum mongu [...] mongu, ið komu í trupulleikar av stóra vinnuloysinum. Fólk mistu hús og heim, og familjur í hópatali fluttu av landinum og búsettust uttanlanda, har samfelagið var meira framkomið enn tað samfelag, sum