Í løtuni hevur landið onga fíggjarlóg. Tá val var útskrivað í úrtíð, datt fíggjarlógaruppskotið hjá gomlu samgongu burtur. Hetta var uppskotið, sum skuldi koma í gildi tann fyrsta januar 2004. Í staðin hava vit sambært stýrisskipanarlógina eina fyribils játtanarlóg, sum gevur landsstýrinum heimildir at játta tað mest neyðturviliga til tess at halda samfelagshjólini malandi. Hetta merkir sostatt, at vit í roynd og veru onga fíggjarlóg hava, og sostatt merkir hetta eisini, at alment virksemi er skrúvað niður á lægsta bluss. Hetta er ikki gott fyri samfelagið.
Tað er óneyðugt at nevna, at hetta er sera óheppið fyri samfelagið alt. Hetta, at tað er so stór óvissa um alt, sum eitur alment virksemi, skapar ótryggleika og óvissu í vinnulívinum. Henda støða elvir til ótta og stúran millum manna. Eingin veit, hvussu búskaparliga støðan í landinum í veruleikanum er. Tað einasta, vit vita við vissu, er at tann myndin, sum undanfarna samgonga gav av búskapinum, er skeiv. Stóri spurningurin er so bara, hvussu skeiv.
Tað er mest sum óneyðugt at nevna, at henda støða við ótryggleika og óvissu um fíggjarlógina 2004 kann ikki standa við í tað óendaliga. Fyri hvønn dag, sum gongur uttan eina vanliga fíggjarlóg, veksur ótryggleikin og misnøgdin millum manna og í vinnulívinum. Tað er tí átaluvert, at nýggja landsstýrið enn ikki hevur megnað at fáa til vega eina skilagóða og væl avvegaða fíggjarlóg. Hetta kann geva almenninginum ta fatan, at nýggja landsstýrið er um at verða rakt av sama atgerðar- og ráðaloysi sum undanfarna samgonga. Vit fara tí at mæla landsstýrinum til at fáa fíggjarlógina í hús sum skjótast. Um tað framvegis verður drálað við fíggjarlógini, fer hetta at ganga út yvir álitið á samgongu og landsstýri. Tað gagnar ongum og allarminst føroyska samfelagnum.
Sosialurin