Oddagrein· Fortreytir fyri lønarafturhaldi vanta

Landsstýrið og arbeiðsgevararnir mana staðiliga til afturhald við lønarkrøvum. Verða lønarkrøvini hjá verkafólkinum gingin á møti, fer hetta at føra til versnandi kappingarføri og búskaparligar trupulleikar, verður sagt. Men her er nakað, sum ikki hongur saman.

Fyri tað fyrsta eru tað føroyskir búskaparfrøðingar, sum vísa hesum aftur. Okkara arbeiðsmarknaður er ikki altíð beinleiðis sambariligur við útlendskar arbeiðsmarknaðir. Eisini benda hagtølini frá fakfeløgunum á, at sannleikin ikki er so einsíðugur, sum arbeiðsgevararnir vilja vera við. Hartil kemur, at kappingarføri snýr seg um annað og meira enn lønarútreiðslur.

Í tosinum um lønarafturhald tykjast arbeiðsgevarar og landsstýri at gloyma, at tær mest grundleggjandi fortreytirnar fyri lønarafturhaldi vanta. Hesar fortreytir fevna um at varðveita og endurreisa vanligar vælferðarágóðar soleiðis, at Føroyar ikki bert gerast eitt land fyri meðal- og yvirstættina. Í staðin fyri eina rættvísa skattaskipan, fáa vit ein súmbolskan skattalætta, sum í veruleikanum bert gagnar meðal- og yvirstættini. Í staðin fyri at taka matvøru-MVG og tað tyngjandi oljugjaldið av, lata myndugleikarnir bara standa til.

Tað er sera hart at vera ung barnafamilja og skula liva av tveimum arbeiðsmannalønum í dag. Fólk skulu rinda rentur og avdráttir, um tey eru so heppin at eiga hús. Eru tey ikki húsánarar, skal leiga rindast við vánaligum útliti til nakrantíð at seta fót undir egið borð. Hartil koma gjøld til dagstovnar ella dagrøkt, ÚF- og SvF-gjøld, trygging, flutningur, klæði og skúlabøkur, olju- og SEV-rokningar og lítil og eingin møguleiki at spara saman til ellisárini. Løntakarin er at kalla verjuleysur, og teir ráðandi tykjast ikki skilja hansara støðu. Hann hevur bert eina verju, og tað er hansara fakfelag. Enn verri er pensionisturin stillaður. Hann hevur einki fakfelag og er púra undirlagdur politikarana náði og ónáði.

Við bakstøði í hesum veruleika kann øll landsstýrisins tala um minkaðan blokk, búskaparlig metár og lønarafturhald tykjast óviðkomandi og beinleiðis kensluleys, tí stórir partar av fólkinum eru við at dragna afturúr í vælferðarsamfelagnum. Tað er týðuligt, at hvørki arbeiðsgevarar ella landsstýri veruliga vita, hvussu harður gerandisdagurin hjá eini láglønarfamilju ella einum fólkapensionisti er. Her hugsa vit ikki minst um tey, ið arbeiða á fiskavirkjunum. Við hesum er so eisini sagt, at tær mest grundleggjandi fortreytirnar fyri afturhaldi og hóvsemi við lønarkrøvum vanta. Hartil kann leggjast, at soleingi hesar fortreytir vanta, er talan um sera tunt samráðingargrundarlag á arbeiðsmarknaðinum. Hetta áttu samgongufólk at hugsað um og gjørt nakað við heldur enn einvíst at illneitast inn á fakfeløgini. Hetta áttu kanska eisini arbeiðsgevararnir at hava í huga, tá ið teir fara aftur til samráðingarborðið. Og til landsstýrið: ein av tungtvigandi orsøkunum til støðuna er tann ógvusligi blokkniðurskurðurin. Somu menn ætlaðu at kuta allan blokkin vekk her og nú!

Vert er eisini at býta merki í, hvussu landsstýrið roynir at flyta almennar uppgávur og útreiðslur yvir á kommunurnar. Hetta kann í sjálvum sær verða skilagott, men hvat nyttar tað, um hetta er at sammeta við sjálvbodna tvingsul fyri at sleppa tí almenna undan útreiðslum og ábyrgd. Endin kann blíva, at kommunurnar verða noyddar at hækka skattaprosentið og tá verða uppaftur størri byrðar lagdar serliga á tey lágløntu. Tá samgongufólk vísa á skattalættar ? og pengar skulu finnast til tað - kann endin jú blíva, at kommunurnar mugu hækka kommunuskattin. Hvat er tá vunnið. Geva við aðrari hondini ? taka inn aftur við hinari!

Sosialurin