Í síðstu viku fylti elsta skótaliðið í landinum, Skótalið Sigmunds Brestissonar, 80 ár. Dagurin varð hildin við móttøku og eini veitslu fyri skótar og gamlar skótar. "Einaferð skóti - altíð skóti" er eitt hugtak, skótar brúka, og tað er lítið at ivast í, at tann, sum hevur havt eina góða skótatíð, hevur oftast fingið okkurt gott í beini.
I dag er tað kanska ikki "in" at vera skóti, men tað var tann tíð, tá skótanir taldust millum tey stóru og mest spennandi frítíðarítrivini her á landi - í hvussu er í høvuðsstaðnum og í nøkrum av teimum størru bygdunum. Tá var so at siga eingin ítróttur um veturin. Ongar hallir vóru uttan fimleikahallir í størru plássunum, og bara í høvuðsstaðnum var virkið fimleikafelag.
Men tað er ikki øll, sum íðka ítrótt, og hjá hesum bólkum er skótalívið ein góður møguleiki, men tá tað er sagt, skal leggjast afturat, at nógv av teimum, sum hava verið virkin sum skótar hava eisini verið millum okkara fremstu ítróttarfólk. Tað veri seg bæði innan fótbolt, hondbolt, fimleik, borðtennis, badminton og svimjing.
Onkuntíð er sagt, at skótarørslan hevur kanska ikki dugað nóg væl at fylt við tíðini og menningini. Um tað er rætt ella ikki, er torført at meta um, men nógv av tí gamla skótaarbeiðnum var og kann framvegis vera mennandi fyri tey ungu. Við spæli og lærdómi verður roynt at menna tey ungu, læra tey at loysa støður, arbeiða í felagsskapi, virða síni medmenniskju og vekja ans fyri náttúruni.
Tíðliga læra skótar at taka við ábyrgd sum floksførarar, liðhjálparar og liðleiðarar. Og vit kunnu staðfesta, at mangir leiðarar, stjórar, politikkarar og onnur hava óivað fingið fyrstu leiðsluroyndirnar innan skótarørsluna.
Serliga "útilívið" hevur eyðkent skótaarbeiðið - í hvussu er fyrr. Gongutúrar, kappingar, vikuskiftislegur og ikki minst summarlegurnar kring landið vóru. Við hesum tiltøkum lærdu skótar sum ungir at ferðast í náttúrini og lærdu landið at kenna. Tær mongu ferðirnar uttanlands, ikki minst altjóða jamboree´irnar, sum eru minnni fyri lívið, skulu eisini nevnast.
Sum alt annað sjálvboðið frítíðararbeiðið hevur skótaarbeiið síni upp- og niðurgonguár. Ofta hava leiðarar skorta, ikki minst á bygdunum, og hetta hevur eisini ávirkað Skótalið Sigmunds Brestissonar. Men hevur tað staðið illa til, hevur onkur altíð tikið eina hond í, og fingið gongd á aftur, og skótaliðið, sum nú fór um tey 80 árini, hevur ongatíð liðið stilt.
Tað almenna hevur ikki hjálpt til sum so, men á hesum øki eins og á øðrum økjum, saknaðist ein ungdómspolitikkur áður. M.a. í samband við stuðli til hús og leiðaraútbúgvingar. Higatil hevur so skótarørsluni verið lív lagað. Eisini tí at mong hava lagt lív og sál í hetta mennandi ungdómsarbeiðið. Vit ynskja SSB hjartaliga tillukku og góðan byr!
Sosialurin








