Tað er ikki sørt áhugavert, at Per Stig Møller, danskur uttanríkisráðharri, vitjar í Føroyum í døgunum 9. og 10. oktober. Løgmansskrivstovan boðar frá, at fundir millum løgmann og uttanríkisráðharran verða úti í Tinganesi. À skránni er nógv áhugavert eitt nú føroyska sambandið við ES og EFTA. Harafturat verður dagførd kunning um aktuell mál.
Ásannast má, at fundarevnini eru sera aktuel, og at tað er í tøkum tíma, at hesi evni verða tikin upp. Meðan alt Europa, tað veri seg limalond so væl sum lond uttan fyri ES samstarva um at kalla alt millum himmal og jørð, so liggja Føroyar uttan fyri hetta samstarv. Vit selja fisk, fiskaúrdráttir og annað gott úr okkara reina og heilsugóða umhvørvi, og annað samband hava vit eftir øllum at døma ikki. Tann lyftisgrein um annað samstarv, sum er í handilssáttmála Føroya við ES tykist ikki verd tað pappír, ið hon er ritað á. Hóast føroyskir myndugleikar í áravís hava strongt á at fáa í lag samstarv við ES um gransking, útbúgving, mentan og loftferðslu, so eru vit eftir øllum at døma ikki komin úr stað.
Henda støða er ikki haldgóð, og henda støða kann ikki halda fram. Nú má almenningurin hava at vita, hvat ið er galið. Er tað ES, sum als einki vil hava við okkum at gera? Eru tað okkara samráðingarfolk, sum ikki duga at ”selja vøruna”, ella er tað okkara statsrættarliga støða, sum forðar fyri samstarvi um annað enn at keypa og selja fisk og fiskaúrdráttir? Ella er tað so galið, at tað er Danmark og danska uttanríkisráðið, sum liggja í buktini? Hvør er leikutur Danmarkar í hesum máli? Hvussu gongur við EFTA málinum? Hvussu ber tað til, at løgmaður setur alla sína prestisju inn á hetta mál, og so hendir eftirfylgjandi púrt einki? Almenningurin, vinnan, granskingin, lærdómssetrini o.m.o. hava nú bíðað so leingi eftir einari avkláring av ES málinum, at bíðast kann longur. Almenningurin hevur krav uppá at fáa púra greitt at vita, hvørjir trupulleikarnir við atliti at okkara trótandi samstarvi við ES eru og um vit fáa ta hjálp og tann diplomatiska og politiska stuðul úr Danmark, sum vit hava krav uppá. Vónandi eru vit vorðin klókari, tá uttanríkisráðharrin er farin av aftur landinum.
Sosialurin