Hesin politiski hugburður fekk eitt skot fyri bógvin, tá tann stóra kreppan rakti Føroyar í nítiárunum. Undir hesi kreppu koma tað greitt til sjóndar, at táverandi skipan ikki megnaði at lofta teimum mongu, ið komu í trupulleikar av stóra vinnuloysinum. Fólk mistu hús og heim, og familjur í hópatali fluttu av landinum og búsettust uttanlanda, har samfelagið var meira framkomið enn tað samfelag, sum tey fóru frá.
Tað skuldi sostatt ein ræðulig kreppa til at lata upp eyguni á politikarum og fáa føroyska almenningin at skilja, at tíðin var búgvin til eina nútímans arbeiðsloysisskipan. Tað var frá byrjan eisini breið semja um, at henda skipan skuldi vera ein samhaldsføst tryggingarskipan, har allir løntakarar rindaðu og har allir løntakarar skuldu kunna fáa útgjald. Skipanin var sostatt ikki tann sama sum í okkara grannalondum, har løntakarar eru tryggjaðir í arbeiðsloysiskassum, ið eru knýttir at viðkomandi yrkisfeløgum. Valið av skipan var heppið, og tíðin, sum er liðin, síðan vit fingu ALS, hevur prógvað, at ALS hevur havt sera stóran týdning fyri føroyska løntakaran. Skipanin er alment viðurkend sum ein trygging, og fíggjarligur stuðul úr ALS er ein rættur, sum einhvør løntakari eigur. Hartil skal ikki undirmetast tann týdingur, ið ALS hevur havt til tess at tryggja, at okkara dugnaliga og vælútbúgvna arbeiðsmegi hevur støðast í landinum – eisini tá kreppur hava hótt.
Eingin skipan er lýtaleys, og árini hava víst ein vaksandi tørv á ábøtur á ALS skipanina. Flestøll munnu tí fegnast um, at stýrið fyri ALS eftir áheitan frá politisku myndugleikunum nú hevur endurskoðað skipanina. Niðurstøðan av hesi endurskoðan er eitt uppskot frá einum samdum stýri og ALS fyrisiting um nakrar stórar og sera týðandi broytingar og dagføringar. Úr rúgvuni av tilmælum kunnu vit nevna, at hámarkið fyri útgjaldsupphædd verður hækkað, at fiskimenn kunnu fáa stuðul, meðan skip liggur vegna umvæling, at skipanin fyri fólkið á fiskavirkjum verður broytt, at vinnurekandi sjálvboðin kunnu koma uppí skipanina o.m.a. Samantikið má ásannast, at tørvurin á hesum broytingum er stórur, at broytingarnar eru sera skilagóðar. Tað er tí bert at vóna, at uppskotið um nýskipan av ALS fær eina góða politiska lagnu.
Sosialurin