veiðiorku Nýggju trolararnir eru 37-38 metrar langir og 9,5 metrar breiðir. Cuba-trolararnir eru tað sama til longdar, men 1,20 metur smalri. Gomlu skipini hava eina maskinu, sum er 1200 hk., meðan maskinan [...] keðiligt fiskiveður ein stóran part av vetrinum og várinum, sigur reiðarin. Spurdur, hvat hann heldur um, at upsin, sum skipini fáa, er so smáur, sigur Olaf Olsen: - Tað er rætt, at upsin er heldur smáur
varð upplýst, at fyribils verður arbeitt við, at skattaprosentið og barnafrádrátturin skal vera tað sama næsta ár, sum í ár. Sostatt er væntandi, at skattaprosentið eisini verður 20,9 prosent næsta ár og [...] býráðslimur, sum eisini er varaborgarstjóri, fram, at heldur enn at lækka skattaprosentið, kundu tey hugsa um at veita borgarunum eina betri tænastu á onkrum. Eitt nú vísti hon á, at skúlin hevur ymsar ábøtur
hvítfiski er fallin so nógv, vísir Ragnar Nystøyl á. Nøgdin av toski, sum varð landað í 2013, var tann sama sum varð landað í 1997, tá samlaða veiðan av atlantiskum toski var 1,4 mió. tons. Útflutningsprísurin [...] hvífiski annars. ES tekur ímóti umleið 80 prosent av toskinum. ES keypir umleið 1,4 mió. tons av toski um árið og 3 mió. tons av hvítfiski tilsamans. USA tekur ímóti uml. 900.000 tons, Russland nærum 600.000
januar 2007, fer at seta sín dám á uppmøtingina til landsfundin hesaferð. Sera torført er at spáa um, hvat úrslitið verður av felagsformansvalinum í FF, nú trý valevni bjóða seg fram. Dan R. Petersen [...] hevur brúkt øll hesi árini til at berjast fyri Fiskimannafelagið og fiskimenn, og hann sigur seg í sama andadrátti at vera tøkan til at taka eitt tørn aftrat. Valskeiðið hjá felagsformanninum varar í trý [...] avtornar, leggur hann aftrat. At enda í samandráttinum takkar Óli Jacobsen fyri árið, sum nú fer aftur um bak - Hetta árið hevur havt sínar avbjóðingar, sum vit hava roynt at loftað á frægasta hátt. Hvat árið
Borussia Dortmund vónar, at liðið hevurlagt skelkin frá álopinum í gjár aftur um seg, eins og eyðmýkjandi 4-1 tapið móti Bayern München um vikuskiftið. Tað var tó á útivølli. Á heimavølli hevur týska liðið vunnið [...] kvartfinalur í Champions League verða spældar í kvøld. Tveir dystir verða spældir í Týsklandi. Talan er um útsetta dystin millum Borussia Dortmund og Monaco í Dortmund og stórdystin millum Bayern München og [...] Madrid, har Atletico Madrid fær vitjan av ensku meistarunum, Leicester. Í Týsklandi er trygdin rundan um dystirnar nógv herd eftir álopið móti spælarabussinum hjá Dortmund í gjárkvøldið. Dystirnir verða tó
Arge. Hann heldur, at um eini trý-fýra ár, fer Londonrutan at verða næststørsta ferðasambandið hjá Atlantsflogi. Høvuðsrutan fer tó tá sum nú at verða Kastrup. Aðrar broytingar Um nýggju hósdagsfráferðirna [...] búmerki, sum ímyndar eina súlu á flogi. Búmerkið ber samstundis føroysku litirnar. Umframt at semja var um, at nýggja merkið er vakrari enn tað gamla, hevur tað eisini tað í sær, at tað er framdrift í tí. Súlan [...] á flogvøllinum, tá nýggja búmerkið varð avdúka,ð segði Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, soleiðis um symbolikkin í búmerkinum: »Súlan er ein há- og breiðveingjaður fuglur við góðum flogi. Hon er tann
stovnurin hevur. Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, skal Fiskirannsóknarstovan geva landsstýrinum ráð um burðardyggan fiskiskap. - Tað eru ikki vit, sum verða raktir, um tað gongst illa í vinnuni, tí [...] er tað serliga fiskasløgini, toskur, upsi og hýsa, sum verjast skal um við eini minking av fiskidagatalinum. - Vit fegnast sjálvsagt um, at løgtingið samtykti ein lítlan niðurskurð í fiskidagatalinum uppá [...] í ár, er málið fyri gróður framvegis undir miðal. - Tað hevði verið óheppið, um toskafiskiskapurin aftur minkaði niður á sama støði sum fyrst í nítiárunum. Vit eiga tí at gera tað, vit kunnu fyri at byrgja
børnunum, sigur hann. Spurdur um tað ikki er at geva skarvin yvir, tá ið farið verður til Letlands so stutt undan dystinum, svarar John Petersen, at tað eru tað deildar meiningar um. - Summi halda, at tað er [...] nýttur sum upptakt til seinnu hálvu av landskappingini. Einaferð áður hevur eitt føroyskt lið ferðast á sama hátt sum B36 ger í ár, t.v.s. við at fara avstað á sjálvum leikdegnum, og tað var HB, sum fór til
Talan er um dystin, tá Todi Jónsson av álvara vendir heim til KÍ. Og tað sama ger Atli Danielsen, sum seinnu árini hevur spælt fótbólt í Danmark. Tí roknar leiðslan í felagnum við, at áhugin fyri dystinum
sum vanliga ger nógv um seg í italska álopinum, og ikki minst vóna heimaáskoðararnir, at Toni fer at gera um seg sum málskjútti móti Føroyum. Ikki bangnir Hóast talan soleiðis verður um sera trupla uppgávu [...] seg fyrst og fremst hugsa um at fáa eitt gott úrslit. - Sjálvandi vita vit, at talan er um trupla uppgávu. Men tú fert altso ikki inn á vøllin fyri at tapa. Tað ræður altíð um at hugsa positivt, áðrenn [...] Føroyska fótbóltslandsliðið hevði sína fyrstu venjing á Italiu-ferðini mánamorgunin. Fyrst og fremst mundi hetta vera eitt høvi hjá landsliðsvenjaranum at staðfesta, hvussu menn eru fyri, nú heimliga kappingin