Vænta nógv av Londonrutuni

Á 13 ára degnum hjá Atlantsflogi, fekk føroyska flogfelagið nýtt búmerki. Nýggja búmerkið ímyndar eina súlu á flogi. Samstundis boðar stjórin frá, at hann væntar, at London fer at verða eitt av teimum størru ferðamálunum hjá føroyska flogfelagnum

 

Flogferðsla

á flogvøllinum: Í samband við avdúkingina av nýggja búmerkinum hjá Atlantsflogi boðaði Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi frá, at hann hevur stórar vónir til nýggju Londonrutuna.

Atlantsflog hevur fingið nýtt búmerki, sum ímyndar eina súlu á flogi. Búmerkið ber samstundis føroysku litirnar.

Umframt at semja var um, at nýggja merkið er vakrari enn tað gamla, hevur tað eisini tað í sær, at tað er framdrift í tí. Súlan er á flogi, og hon flýgur alla tíðina frameftir. Líka mikið, hvørjumegin velið á flogfarinum hon sæst.

Í røðu síni á samkomuni í hangarinum á flogvøllinum, tá nýggja búmerkið varð avdúka,ð segði Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, soleiðis um symbolikkin í búmerkinum:

»Súlan er ein há- og breiðveingjaður fuglur við góðum flogi. Hon er tann størsti sjófuglurin í Norðurhøvum og trívist væl í luftini. Eisini dugir hon sera væl at laga seg eftir veðurlagi og ættum. Ein fuglur við tílíkum eginleikum hóskar væl til búmerkið hjá okkum sum flogfelag.«

Tað er reklamufelagið Sansir, sum hevur gjørt nýggja búmerkið, og Sjúrður Højgaard hevur teknað.


London

Á tíðindafundi í samband við avdúkingina av nýggja búmerkinum, legði Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi nýggju ferðaætlanina fram.

Har sæst millum annað, at flogið verður tvær ferðir fleiri um vikuna til Keypmannahavnar í summar enn í gomlu ferðaætlanini. Ferðirnar til Jyllands verða tær somu í tali, sum í fjør. Tó nú verður bara flogið til Billund og ikki til Tirstrup/ Århus, sum fyrr.

Men tann størsta broytingin fer at verða Londonflúgvingin, metir stjórin í Atlantsflogi.

Í summar verður flogið eina ferð um vikuna, leygarkvøld, til Stanstead floghavnina í London.

Men London er stórur býur við nógvum fólki og tilboðum. Og eisini føroyingar leita tann vegin. Fleiri eru, sum lesa har á leiðini, og væntandi fer handilssambandið eisini at vaksa, metir Magni Arge. Hann heldur, at um eini trý-fýra ár, fer Londonrutan at verða næststørsta ferðasambandið hjá Atlantsflogi. Høvuðsrutan fer tó tá sum nú at verða Kastrup.


Aðrar broytingar

Um nýggju hósdagsfráferðirna til Kastrup í summar, segði Magni Arge, at hon fer at liggja seint á kvøldi. Flogið verður úr Vágum klokkan 20.30 og komið til Kastrup klokkan 23.45 danska tíð.

Tað kann tykjast í so seint, viðgongur hann, men leggur dent á, at tað avgjørt eisini hevur fyrimunir við sær. Eitt nú, at fólk, sum eru til arbeiðis í Føroyum, hava møguleika fyri at arbeiða allan hósdagin og so fara avstað um kvøldið uttan at missa ein arbeiðsdag. Eisini fer at bera til at fáa vikuskiftisferðaseðlar til ta fráferðina, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.

Eisini fráferðirnar fyrrapart fara at liggja eitt sindur seinni enn nú, sigur stjórin.

Fráferðin úr Vágum verður í framtíðini løgd til kl. 11.45. Tað kemst millum annað av, at eitt nú suðringar hava verið misnøgdir við, at tað hevur verið so tepurt við sambandinum hjá Smyrli, at teir hava verið noyddir at farið úr Suðuroy dagin fyri, flúgvast skuldi.

Nú hevur Atlantsflog so flutt fráferðina fram, soleiðis at suðringar eisini sleppa við flogfarinum sama dag, sum tey fara heiman.

Og eisini Aberdeenrutan verður útbygd. Hetta er í stóran mun gjørt í samband við oljuvinnuna, sum væntandi fer at taka seg upp, nú farið verður undir oljuleitingar undir Føroyum í summar.

Eisini tyrluflúgvingin verður munnadi meira, tá farið veðrur at leita eftir olju, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.