Vænta nógv mál í Dortmund

Tríggar kvartfinalur í Champions League verða spældar í kvøld. Tveir dystir verða spældir í Týsklandi. Talan er um útsetta dystin millum Borussia Dortmund og Monaco í Dortmund og stórdystin millum Bayern München og Real Madrid, sum verður spældur í München. Triðji dysturin verður spældur í Madrid, har Atletico Madrid fær vitjan av ensku meistarunum, Leicester.

 

Í Týsklandi er trygdin rundan um dystirnar nógv herd eftir álopið móti spælarabussinum hjá Dortmund í gjárkvøldið. Dystirnir verða tó spældir, sum ætlað, men eftirlitið av nógv strangari.

 

Í Dortmund meta fótbóltsviðmerkjarar at vit kunnu vænta nógv mál. Venjarin hjá Borussia Dortmund vónar, at liðið hevurlagt skelkin frá álopinum í gjár aftur um seg, eins og eyðmýkjandi 4-1 tapið móti Bayern München um vikuskiftið. Tað var tó á útivølli. Á heimavølli hevur týska liðið vunnið 13 og ongan tapt av teimum seinastu 17 dystunum. Týskal liðið hevur skorað heili 25 mál í ársins útgávu av Champions League, men mótstøðuliðið, Monaco, veit eisini, hvar málið stendur. Liðið úr lítla fýrstaríkinum hevur skorað 88 mál í 31 dystum í fronsku landskappingini, sum er mest í øllum teimum størru evropisku kappingunum.

 

Vit skulu kortini ikki væntað líka nógv mál í Madrid í kvøld, har tey bæði liðini, sum hava skorað fæst mál higartil í kappingini, møtast. Atletico Madrid hevur skorað 11 mál, Leicester 10. Atletico Madrid fekk ein javnleik móti Real Madrid um vikuskiftið, tá Antoine Griezmann skoraði stutt fyri leiklok, meðan Leicester tapti 4-2 móti Everton.

 

Tvey av mest vinnandi liðunum í Evropa bresta saman í München. Seinast tey møttust, í semifinaluni í 2014, vann Real Madrid 4-0 og tók seg víðari í finaluna. Tá var Carlo Ancelotti venjari hjá Real Madrid. Í kvøld er hann venjari hjá týsku meistarunum, meðan hjálparvenjarin hjá honum í 2014, Zinedine Zidane, er venjari hjá spanska stórfelagnum. Bæði liðini spældu móti argum kappingarneytum um vikuskiftið, men meðan Bayern München vann ein sannførandi 4-1 sigur móti Borussia Dortmund, megnaði Real Madrid bara javnleik móti Atletico Madrid. Tíbetur fyri kongaliga felagið í Spania tapti argasti kappingarneytin, Barcelona, um vikuskiftið, so at fyrsta plássið í landskappingini er enn tryggari. Zinedine Zidane kann gerast fyrsti Real Madrid-venjari síðani 1958 at vinna bæði landskappingina og evropisku kappingina fyri meistaralið sama kappingarár.