Vænta nógvar fiskimenn á landsfund FF’s í ár

Lítið man vera at ivast í, at felagsformansvalið í Føroya Fiskimannafelag, sum varar til 30. januar 2007, fer at seta sín dám á uppmøtingina til landsfundin fríggjadagin. Sera torført er at spáa um valið, nú trý valevni bjóða seg fram. Dan R. Petersen hevur verið nógv frammi seinastu tíðina og honum á baki Óli Jacobsen. Jan Højgaard hevur eisini ligið fram við og hevur havt greinar í bløðunum

Landsfundur

Føroya Fiskimannafelag hevur í nógv ár hildið landsfund millum jól og nýggjárs, tá ið flestu fiskimenn eru heima. Soleiðis verður eisini í ár, og landsfundurin hesaferð verður komandi fríggjadag í Norðurlandahúsinum.
Fundurin byrjar klokkan 10 og verður hildin sambært lógum felagsins við ársfrágreiðing, roknskapi, áseting av limagjaldi og øðrum.
Felagið plagar at hava ein gestarøðara á landsfundinum, og hesaferð verður røðarin Helgi Nolsøe, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni.
Á fundinum fer Helgi at greiða frá tøkni, sum kann gera arbeiðið lættari – og tøkni, sum kann gera, at meira fæst burtur úr.
Tað eru sóknarformenn FF’s sum skipa fyri landsfundinum, og fiskimenn eru vælkominir at verða við.

Trý valevni
Hugsandi er, at áhugin fyri landsfundi FF’s í ár ikki verður minni enn undanfarin ár, nú felagsformansval er. Tað eru nevniliga 18 ár, at felagsformansval var í felagnum seinast.
Vanliga plaga einir 100 fiskimenn at verða við á landsfundinum, men væntandi er, at talið í ár verður væl størri, kanska 150.
Sum kunnugt, eru trý valevni uppstillaði til formansvalið í ár.
Hesi eru í bókstavarøð, Jan Højgaard, Toftir, Óli Jacobsen, Tórshavn og Dan R. Petersen, Fuglafjørður.
Lítið man vera at ivast í, at felagsformansvalið, sum varar til 30. januar 2007, fer at seta sín dám á uppmøtingina til landsfundin hesaferð.
Sera torført er at spáa um, hvat úrslitið verður av felagsformansvalinum í FF, nú trý valevni bjóða seg fram.
Dan R. Petersen hevur verið nógv frammi seinastu tíðina og honum á baki Óli Jacobsen.
Valevnið av Toftum, Jan Højgaard, hevur eisini ligið fram við og hevur havt nakrar greinar í bløðunum.
Millum fiskimenn frættist, at Jan hevur verið óførur at vitjað umborð á skip, og Dan hevur sent út jólakort.
Henda rættin hava teir sjálvandi, og hetta er eisini við til at seta sín dám á valið.
Óli er maðurin, ið hevur sitið sum felagsformaður í samfull 36 ár – og í stjórn felagsins í 41 ár. Hann kennir soleiðis felagið og álitismenn tess betur enn nakar.
Samanum tikið kunnu vit vænta okkum eitt spennandi val.

Eitt ríkt lív
Í samandrátti sínum til ársfrágreiðing FF’s, sum løgd verður fram á landsfundinum fríggjadagin, sigur Óli Jacobsen, at hann hevur brúkt øll hesi árini til at berjast fyri Fiskimannafelagið og fiskimenn, og hann sigur seg í sama andadrátti at vera tøkan til at taka eitt tørn aftrat.
Valskeiðið hjá felagsformanninum varar í trý ár.
- Eg kann siga, at hetta hevur verið eitt ríkt lív, sum hevur verið spennandi og avbjóðandi.
Óli sigur í samandráttinum, at hann hevur havt nógvar vinir millum fiskimenn og álitismenn felagsins.
- Hetta kemur at telja meira enn nógv annað, tá avtornar, leggur hann aftrat.
At enda í samandráttinum takkar Óli Jacobsen fyri árið, sum nú fer aftur um bak
- Hetta árið hevur havt sínar avbjóðingar, sum vit hava roynt at loftað á frægasta hátt. Hvat árið 2007 hevur at bjóða, veit eingin, sigur felagsformaðurin.