Vænta fult hús

Leikvøllurin í Modena verður ætlandi karmur um fótbóltsveitslu, tá italsku heimsmeistararnir skulu staðfesta sína EM-luttøku

Modena, Italia: Føroyska fótbóltslandsliðið hevði sína fyrstu venjing á Italiu-ferðini mánamorgunin. Fyrst og fremst mundi hetta vera eitt høvi hjá landsliðsvenjaranum at staðfesta, hvussu menn eru fyri, nú heimliga kappingin hevur ligið still í nakrar vikur.

Júst dystarvenjingin er helst eisini størsti trupulleikin hjá Jógvani Martin Olsen og hansara monnum. Uppgávan í sjálvum sær – á útivølli móti heimsmeistarunum – er sjálvandi eisini stór í sjálvum sær, og tí kann tað mest sum skapa ótta, at føroysku fyrireikingarnar ikki hava verið so heilt optimalar.


Fullsett

Tað má hinvegin sigast, at hjá vertunum hevur alt gingið sum eftir ánni. Leygardagin vunnu teir trupla dystin á útivølli móti skotum, og tí er luttøkan til EM-endaspælið eisini vís.

Hetta skal markerast mikudagin, tá roknað verður við, at leikvøllurin í Modena er fullsettur. Býurin er eisini heimstaður hjá Luca Toni, sum vanliga ger nógv um seg í italska álopinum, og ikki minst vóna heimaáskoðararnir, at Toni fer at gera um seg sum málskjútti móti Føroyum.


Ikki bangnir

Hóast talan soleiðis verður um sera trupla uppgávu, so nokta føroysku spælararnir tó at geva seg yvir. Beint eftir fyrstu venjingina fingu vit orðið á Jón Róa Jacobsen, og hann segði seg fyrst og fremst hugsa um at fáa eitt gott úrslit.

- Sjálvandi vita vit, at talan er um trupla uppgávu. Men tú fert altso ikki inn á vøllin fyri at tapa. Tað ræður altíð um at hugsa positivt, áðrenn tú fert undir eina uppgávu, og tí er útgangsstøðið hjá okkum sjálvandi, at vit skulu hava stig burtur úr dystinum, segði hann.