føroyingar, sum ikki eru vanir við at fáa í hond føroyskt vísindaligt arbeiði, og tí at hon viðger ein altjóða problematikk har Føroyar bert eru ein evarska lítil finna, hóast vit hvør sær leita eftir onkrum [...] niður aftur, og tá er nýggi skrástívarin longu sundurliðaður, tí hesar rotnu rimar draga hvør í sína ætt. Hvør setur ross á stall í slíkan opnahjall, sjálvt ikki ringastu djórapínarar, serliga tá innihaldið [...] Hann ætlaði sær at læra av søguni sigur hann, men hesum er komin ein øgiligur hurlivasi burturúr. Hvør okkara Trojaborg er, sum hesturin fullur av Quislingahjørtum skal setast í, stendur ógreitt. Men,
Við tí tey, sum eru innarliga, rópa fyri kapitalapparatinum. Hetta komst av, at ein íslendingur, fáar dagar undan hesi seansuni á Hafnia, hevði kunnað føroya fólk í útvarpinum um hesi viðurskiftini. ( [...] rentur og avdrøg eru, um ikki ein býur í Kina, so enn í øllum førum rættuliga ?kuvøsukend?- klárar hon so at endurnýggja seg? Gera tær neyðugu íløgurnar? Og er tað so, at stórar íløgur eru fyri framman? Um [...] tað til. Ber tað til hjá mær at samanbera Føroyar við fullveldislond í triðja heiminum? Ella lond, hvørs høvuðsvinnuvegur er at hvítvaska pening? Hvar er samanberingin, annað enn ein møgulig proklamatión
kistur lið um lið. Tungt er at missa, tungt er at skilja, hvør ætlanin er við hesi burturrykking, men eitt vita okur, og tað er, at Harrans vegir eru ikki okkara vegir. Vit síggja so stutt, Harrin sær til [...] jarðarlív okkara er. Hann minnir okkum á, at vit eiga at liva lív okkara, sum um hvør dagurin er hin síðsti, so at vit eru tilreiðar, at fara foldum frá. Góða Sunneva, Finnbogi og Frits tit hava mist ein [...] túrurin fyri allar tríggjar dreingirnar var stuttur, men sum ein góður vinur skrivaði. Stuttir túrar eru eisini túrar, og mangan góðir túrar, takkað verið einum góðum »skipara« sum »veit best«. Bøn mín er
tað eru ikki hissini tilboð, talan er um. Í lýsingini frá íløgufelagnum, DANICA/DEEFL verður mælt føroyingum til at gera íløgur í góðskugóðar danskar húsaognir. Rentan og lovaði kursvinningurin eru himmalhøg; [...] veðbrøvum í navni íleggjarans. Veðbrøvini eru eftir øllum at døma grundað á munin millum realkredittlán og almennu virðismetingingina. Ognirnar, ið maðurin, sipar til, eru í flestu førum hús, ið hann als onki [...] eigur í, ella hevur nakað samband við yvirhøvur. Seta fólk seg í samband við mannin við tí fyri eyga at gera íløgur í ávísar ognir, biðjur hann bara fólk senda pening, og so skal hann »ornað rest«, og senda
neyvan kemur at merkja nógv til minkandi ríkisveiting, er fiskivinnan. Starvsfólkini í hesi vinnu eru lønt við hýrum, sum eru gjørd annahvørt eftir brutto- ella nettosáttmála. Tað hevur víst seg, at hóast skiftandi [...] Avleiðingarnar av minkandi ríkisveitingum eru nært tengdar at bæði longdini á skiftistíðini og eisini politisku avgerðunum í skiftistíðini. Hesi viðurskifti eru ikki kend og tískil er sera ringt at meta [...] vinnurnar, og so kann hvør einstakur meta um, hvørjar avleiðingar tað fær fyri viðkomandi. Fyri at lýsa avleiðingarnar heilt, er neyðugt at vita, hvussu long skiftistíðin verður og eisini hvør búskaparpolitikkur
verður um. Stór ósemja hevur verið í búskaparnevndini um ymsu vinklarnar, sum her eru lagdir fram. Hóast hetta, so eru øll hesi teoretisku sjónarmið sloppin við í álitið. Ein grundin til hettar er, sum onkur [...] r fortreytir ella øvugt, men oftast verða atlit tikin til, hvør søguliga gongdin viðvíkjandi fortreytunum hevur verið. Í búskaparálitinum eru 3 framskrivingarmyndlar nýttir. Endamálið hevur verið at geva [...] búskaparnevndini eru ikki samdir um, hvussu stórum útflutnings- og innflutningsvøkstri roknast skal við framyvir. Ei heldur kunnu teir siga nakað um ríkisveitingarnar og altjóðarentuna. Hinvegin eru teir samdir
at øll tey, sum eru til staðar í slíkum førum ? spælararnir, áskoðararnir, pressan, FSF umboðini og onnur ? fáa tað burturúr, sum tey halda, at tað eigur at fáast burturúr júst hesi løtuni. [...] sum GÍ, B36, HB og KÍ ? tey fýra feløgini, sum hesa ferð endaðu ovast í landskappingini ? nú eiga hvør sítt lutabræv í. Fyri handanina og harvið heiðringina av meistarunum hevði tað klætt seg, at ein stórur [...] í Fótbóltssambandinum: ? Í prinsippinum er tað heimaliðið, sum hevur ábyrgdina av, at umstøðurnar eru, sum tær eiga at vera. Hesa ferð var tað heimaliðið, sum vann og harvið fekk steyp og krónur, men bæði
bróstsjúkrahúsið, eru nógvar keldur um húsið og tíðina, tá ið tuberklarnir herjaðu landið. Høvundurin hevur fyrst og fremst lurtað eftir frásagnum frá pápanum, leitað í goymslum, tosað við fólk, sum vórðu á [...] Karmurin var tann rætti, tá ið fólk hittust á gamla bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum í sambandi við útgávuna av skaldsøguni "Dalurin fagri" eftir Gunnar Hoydal. Í tí sum í dag er matarhøll hjá studentask [...] ímóti tuberklunum, vórðu tey sjúku skýggjað og útihýst frá umheiminum. Tey frísku ræddust tey sjúku, hesi vórðu hildin til í húsum fyri seg sjálv, og í grundini var tað ein verja hjá samfelaganum at leggja
TÁ ið nú tríggir fyrrverandi lóggevarar - hvør úr sínum heraðshorni - gera vart við spurningin, er tó neyðugt at varnast eitt sindur. Taka vit nú føroysku lógarskipanina, so er løgtingið lóggevandi. L [...] til verka við lógararbeiðið og lóggeva um alt møguligt. Her tykjast ikki vera avmarkingar. Men her eru avmarkingar í, hvat eitt løgting kann gera í einum valskeiði! LÆRDIR av royndum so hava okkara forgangarar [...] samtykt av 2 løgtingum við vali ímillum og má sostatt vera úrslit av viljanum hjá 2 tingum. Sambært hesi lóg kann einki einsamalt ting fremja atgerðir hvørki so ella so, ið ger, at okkara stýrisskipan broytist
Danmark. Í Vági eru tey sera spent upp á, hvussu nýggi venjarin fer at standa seg, men samstundis gera tey tó vart við, at ikki vilja krevja ov nógv av venjarunum. Onnur lið eru, sum eisini eru styrkt rættuliga [...] um eina rúgvu av gentum, sum bera eftirnavnið Krosslá, og tær eru sanniliga ikki hvør sum helst í føroyskum hondbólti. Afturat teimum eru sjálvsagt eisini fleiri aðrir dugnaligir leikarar, sum so samanumtikið [...] okkum nakað meistaraheitið, sigur Bogi Mortensen, sum er formaður í hondbóltsdeildini hjá VB. Meira fólk Annars heldur Bogi, at tað bara hevur staðið heilt væl til við fólkið til tær venjingar, sum higartil