Kvettlíknandi framferð?

ÓLI Jacobsen og Birgir Danielsen hava havt greinar í bløðunum um loysingarætlaninar hjá samgonguni. Báðir hava skýrt ætlanina at vera »kvettlíknandi«. Atli Dam var meira bersøgin í 5-aranum her í heyst, har hann segði við Høgna Hoydal, at teir ætlaðu at lumpa føroyingar til loysing. Politiskt kvett ella kvettroyndir er ikki nakað vit kenna til á okkara leiðum. Okkara parlamentariska skipan og siðvenjur átti at verið so mikið sterk at slík málnýtsla ikki átti at komið fyri uttan frá politiskum vargum.

TÁ ið nú tríggir fyrrverandi lóggevarar - hvør úr sínum heraðshorni - gera vart við spurningin, er tó neyðugt at varnast eitt sindur. Taka vit nú føroysku lógarskipanina, so er løgtingið lóggevandi. Landsstýrið er umsitingarvald hjá løgtinginum, ger kunngerðir og umsitur landsins lógir í tráð við tingsins vilja. Hugtakið »tingsins vilji« hoyrist ofta, tá ið ivi er um lógartekstir. Vit minnast skipamálini og lógargrundarlagið har. Tá var umrøddi vilji ofta frammi.


LØGTINGSVAL er í minsta lagi 4. hvørt ár. Tá leggja flokkar og valevni tey mál fram, ið teir/tey vilja virka fyri tað næsta valskeiðið. Tey, sum koma á ting fara so til verka við lógararbeiðið og lóggeva um alt møguligt. Her tykjast ikki vera avmarkingar. Men her eru avmarkingar í, hvat eitt løgting kann gera í einum valskeiði!


LÆRDIR av royndum so hava okkara forgangarar í lóggávuarbeiði avmarkað tær heimildir, ið eitt løgting hevur. Hettar er gjørt í stýrisskipanarlógini. Hon er samtykt av 2 løgtingum við vali ímillum og má sostatt vera úrslit av viljanum hjá 2 tingum. Sambært hesi lóg kann einki einsamalt ting fremja atgerðir hvørki so ella so, ið ger, at okkara stýrisskipan broytist. Fullveldisætlanirnar hjá Tjóðveldisflokkinum hava við sær, at hendan lóg verður burtur í meldrinum.


HON kann ikki blíva burtur ella avtakast, tí ein avtøka av lógini er tann mest umfatandi broytingin ið er og ein broyting skal samtykkjast av tveimum løgtingum. Tað sigur lógin. Alt annað er lógarbrot. Um ein roynir at »by-passa« lógina við nøkrum ekspert úttalilsum, so leypir ein bukk um demokratiið og tveir løgtingsviljar. Og tá er orðafellið »kvettlíknandi framferð« knappliga ógvuliga nærverandi og virðingin fyri demokratiskum spælireglum lítil.