Gunnar givið teim gloymdu og burturtagdu lív og mál

Eingin søga er skrivað um bróstsjúkrahúsið í Hoydølum, sum hevði so stóran týdning fyri so nógv ættarlið í hálva øld. Mánadagin kom út skaldsøgan "Dalurin fagri" eftir Gunnar Hoydal, sum lýsir uppvøksturin hjá dronginum Páll millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum

Karmurin var tann rætti, tá ið fólk hittust á gamla bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum í sambandi við útgávuna av skaldsøguni "Dalurin fagri" eftir Gunnar Hoydal. Í tí sum í dag er matarhøll hjá studentaskúlanæmingum, hevur høvuðspersónurin í bókini traðkað sínar barnaskógvar.

Í grundini var tað høvuðspersónurin sjálvur, Karsten Hoydal, sum í bókini eitur Páll, sum skuldi havt skrivað hesa bókina. So varð ikki, og sonurin Gunnar ivast ikki í, at tað var tí, at so nógv lá afturat tíðini á bróstsjúkrahúsinum.

- Pína, sorg, og ein ófrættadámur, sum hevur sett spor á fleiri ættarlið í Føroyum, hevur gjørt, at eingin hevur hættað sær undir at skriva um tuberklatíðina. Eg ivaðist leingi, áðrenn eg fór í holt við at skriva, og tað var ein ring støða at koma í. Pápi ætlaði í nógv ár at fara undir at skriva eina bók, men hann fekk tað ikki í lag, tí tað kendist so sárt. Hetta sárið hevur gjørt, at eingin søga er skrivað um bróstsjúkrahúsið, og skal søgan skrivast er tað í tøkum tíma, tí fólkini, sum starvaðust har og vóru har sum sjúklingar, fækkast í tali í hvørjum. Hjá mær hevur tað verið umráðandi at geva teim gloymdu lív og burturtagdu mál, sigur Gunnar Hoydal.

Eingin ivi skal kortini vera um, at "Dalurin fagri" fyrst og fremst er ein skaldsøga. Ein skaldsøga, har høvundurin hevur funnið upp á persónar og hendingar.

- Onkrar persónar havi eg hoyrt um, men ikki kent. Eg brúki navnið Páll, sum pápi sjálvur hevur brúkt í stuttsøgunum, hann hevur skrivað grundað á barnaárini. Og Sigrið, gentan í bókini, ið kemur á bróstsjúkrahúsið, hevur pápi eisini í einari stuttsøgu.


Vánalig útlit

Hóast eingin søga er skrivað um bróstsjúkrahúsið, eru nógvar keldur um húsið og tíðina, tá ið tuberklarnir herjaðu landið. Høvundurin hevur fyrst og fremst lurtað eftir frásagnum frá pápanum, leitað í goymslum, tosað við fólk, sum vórðu á sjúkrahúsinum sum sjúklingar, lisið løgtingsfrágreiðingar og ársfrágreiðingar fyri sjúkrahúsið, og ritgerðina hjá Hanusi Debes Joensen, gamla landslæknanum, um tuberklarnar.

- Í eini ársfrágreiðing fyri sjúkrahúsið stendur, at 44 vórðu innløgd eitt árið, 11 doyðu, men eingin varð útskrivaður frískur. Tað frægasta skoðsmálið, nakar kundi fáa, var: tilsyneladende rask, greiður Gunnar Hoydal frá.

Eingin heilivágur var sum kundi basa tuberklunum í 1924, tá ið søgugongdin í bókini fer fram. Einastu ráðini, læknin hevði til sjúklingarnar var, at eta góðan, feitan, danskan mat og nógva sós.

- Læknin hevði bara kurarnar at dúva uppá. Liggikurin, fitikurin og aðrar kurar. Tað ráddi um at gerast feitur og stórur, tí so kundi ein standa seg betur ímóti sjúkuni, sigur Gunnar Hoydal.

Vit kunnu leggja afturat, at seinni í bókini gera sjúklingarnir uppreistur ímóti danska matinum.


Bardagi ímóti teim sjúku

Áðrenn heilivágur kom ímóti tuberklunum, vórðu tey sjúku skýggjað og útihýst frá umheiminum. Tey frísku ræddust tey sjúku, hesi vórðu hildin til í húsum fyri seg sjálv, og í grundini var tað ein verja hjá samfelaganum at leggja bróstsjúkrahúsið í Hoydølum. Langt burturi frá øllum.

- Tey sjúku vórðu stikað inni og avbyrgd, og tað man hava pínt nógv meiri enn sjálv sjúkan. Herup, sum var lækni á bróstsjúkrahúsinum, segði, at ansast mátti eftir, at bardagin ímóti sjúkuni, ikki gjørdist ein bardagi ímóti teim sjúku, sigur Gunnar Hoydal.

Bróstsjúkrahúsið varð bygt í 1908, og var ein ógvuliga snotuligur og vakur bygningur við kjallara, tveimum hæddum til sjúklingarnar og lofti. Í kjallaranum vaks Karsten Hoydal upp saman við systkjunum. Pápin Dánjal var maskinmaður og umsjónarmaður í húsinum. Tað var hansara uppgáva at føra alla vøru til sjúkrahúsið umframt at føra lík úr aftur dalinum. Hann kom á sjúkrahúsið saman við konuni og børnunum sama ár, tað varð tikið í nýtslu.


Siga alt

Í "Leikapettinum", ið er stuttsøgusavn eftir Karsten Hoydal, eru søgur um barnaárini í Hoydølum. Í vár gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út bókina "Lív heldur á" eftir Karsten Hoydal, ið er um drongin Páll, sum býr í kjallaranum á bróstsjúkrahúsinum.

- Stuttsøgan "Eitt summarkvøld við Rock All" í "Leikapettinum" og yrkingin "Ganga nú á meg minnini", siga í grundini alt, so mær hevði ikki nýtst at skriva skaldsøguna, sigur Gunnar Hoydal.


Døpur tíð

Á samkomuni á bróstsjúkrahúsinum í sambandi við útgávuna av "Dalinum fagra", greiddi Svenning Tausen frá tí, hann mintist um tuberklasjúku og sjúklingar. Familja hansara var hart rakt av sjúkuni. Báðar ommurnar doyðu av tuberklum frá stórum barnaflokki.

- Tey sjúku vóru ikki vælkomin inn alla staðni. Øll vóru bangin fyri at verða smittað, og sjúkan legði ein dapran dám á bygdalívið. Tá ið onkur, ið illgruni var um var sjúkur, fekk at vita, at hann var frískur, vóru tað gleðiboð fyri øll. Tey, sum komu frísk av sjúkrahúsinum, skuldu kannast aftur eina tíð eftir, at tey vóru komin heim. Nógv stóð á teimum, áðrenn tey fóru, og nógv fóru bara ta einu ferðina, minnist Svenning Tausen á.