Minningarorð ognaði Álvuri Mortensen f. 08.05.1980 d. 18.09.1999

Minningarorð

Kæri systursonur. Svár vóru boðini, ið mær bórust leygarmorgunin, um at tú var farin foldum frá í ferðsluóhappi. Tað var eins og tíðin stóð still, eg fataði ikki, at tú veruliga var deyður.

Ikki fyrr enn seinni um kvøldið, tá eg var suðurkomin frá norðanfjørðs- túri. Og eg stóð við børu tína, at eg mátti sanna, at vit høvdu tosað saman fyri seinastu ferð her á foldum. Álvur har lá tú so stillur, og friðurin lýsti tær av andliti, tað var eins og tú svav so søtan.

Tankar mínir leitaðu aftur á tíðina, frá tí tú var ein lítil drongur, og hugsaði eg, at løgið er, at tú sum hevur borið so tunga byrðu her í lívinum, nú kanst tú hvíla, og vit sum varða av, vita at sigurskransin hevur tú vunnið. Álvur sum ungur drongur var tú sjúkur, oftani var tú á flatlondum í sjúkraørindum, foreldrini vóru um teg, vardu teg og hjálptu á allan hátt, at vinna tær førleikan aftur. Men eitt sum sermerkti teg góði Álvur var, at aldri hoyrdi ein teg gremja teg, um tína lagnu, tú bar sjúku tína við tøgn. Styrktur hevur tú verið, tað dugi eg at síggja í dag, Harrin hevur verið við tær. Hann hevur leitt teg og styðja teg gjøgnum lívið. Mamma tín fortaldi mær, hvussu tú var vorðin frískur, við bøn biðin av monnum, ið hon hjálpti á túrum í Danmørkini, tá tit vóru á teim vanligu hospitals vitjanum tykkara.

Tómligt verður nú vit vitja inni í Trongisvági, eingin Álvur verður at hitta. Tú var so blíður og fryntligur góði, øll høvdu vit ein serligan tokka til tín, einamest tí lagnan vildi so, at tú hevði sjúku tína at dragast við. Men sjálvt um tú var sjúkur, og ein skuldi trú, at tú ikki var sterkur eins og aðrir dreingir á tínum aldri, so vísti tú teg sum forfedrarnir á leikvøllum í forðum, tú kundi prýða veggin heima við medaljum vunnar í borðtennis, flogbólti og fótbólti. Ein legði til merkis tín stóra alsk til fótbóltin, bæði tann sum spældur varð innan sum uttanlands. Tað var ikki dystur á Sevmýri, ið tú ikki var til.

Eg var ógvuliga rørdur, tá jarðarferðin fór fram. Einamest tá Torkil so meistarliga spældi, »Mær er sagt um ein stað handan támið, Handan fjallana skaddu hann stendur, Mær er sagt um hans sólljósu strendur, Tonk - ein dag standi sjálvur eg har! Halleluja! Eg sælur má syngja Halleluja, eg fari til staðin, Kann enn mótbrekka troytta og tyngja, Altíð heima og framá tað ber«!. Hvat er tað ikki gleðiligt, at vita seg til, at okkum her er hesin staður gjørdur til reiðar, og tann dagin tá vit verða tikin burtur, tá er hesin staður mál okkara, ja tonk ein dag eri sjálvur eg har. Hesa ferð heim, hana er tað vit stunda eftir Álvur góði. Vit koma aftaná ein dagin, nær hesin dagur verður vita vit ikki, eina Gud í himli veit. Men eitt vita vit, hann ger staðin tilreiðar.

Tungt var í kirkjuni at sita og síggja 3 kistur lið um lið. Tungt er at missa, tungt er at skilja, hvør ætlanin er við hesi burturrykking, men eitt vita okur, og tað er, at Harrans vegir eru ikki okkara vegir. Vit síggja so stutt, Harrin sær til endan. Hesin dagur ber okkum boð um, hvussu stokkut jarðarlív okkara er. Hann minnir okkum á, at vit eiga at liva lív okkara, sum um hvør dagurin er hin síðsti, so at vit eru tilreiðar, at fara foldum frá.

Góða Sunneva, Finnbogi og Frits tit hava mist ein son og beiggja, tað er ringt, at koma við lívsælum orðum, men eitt vita vit, og tað er, ein dag fáa vit svar uppá øll okkara hví -. Sangurin hjá Lydiu Lithell, sum byrjar við »Mær er sagt um ein stað« endar við »Halleluja - so sælur mín andi Eins og hoyrir hin himmalska songin, Stendur á hvørjum jørðiskum bandi; Tí eg veit, eg skal skjótt, eg skal skjótt vera har. Og har fáa vit svar uppá allar spurningar. Góðu tit øll á Tvøroyri familjan Lisberg/ - Familjan Strøm tit hava mist son tykkara, túrurin fyri allar tríggjar dreingirnar var stuttur, men sum ein góður vinur skrivaði. Stuttir túrar eru eisini túrar, og mangan góðir túrar, takkað verið einum góðum »skipara« sum »veit best«. Bøn mín er, Guð styrki tykkum øll somul.

Við hesum fátøku orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um systursonin Álvur Mortensen, Trongisvágur.

Mammubeiggin