kappaðust, og tað var tætt og spennandi alla tíðina. Jallurin fekk besta startin, men so legði Hvessingur upp á síðuna av Jallinum. Borð um borð og stavn um stavn fóru hesir báðir bátarnir fram við Molanum [...] kappingini, og spenningurin varð so stórur, sum tað kundi roknast við. Junkarin úr Kvívík hevði undan hesum róðrinum eitt stig meiri enn Jallurin úr Knørrafelagnum. Hesir báðir bátarnir lógu borð um borð og kappaðust [...] Beinta, Blikur og Falkur meiri enn eina bátslongd aftanfyri vóru í tættari kapping um bronsuplássið. Sum bátarnir nærkaðust málinum, hevði Junkarin hug at stinga stavnin framum Jallin, og tá ið teir fremstu
tlanini og serliga tí kostnaði, sum borgarar og vinnulív skulu rinda, skal tað frameftir verða møguligt at liva og virka í Føroyum og tí má íløguætlanin endurskoðast saman við kommununum. - Og í hesum [...] milliardir verða útskrivaðar og sendar borgarum og vinnulívinum. Tað sigur Heðin Mortensen, sum er borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sum eisini er nógv størsti eigari í Sev við 20 atkvøðum á aðalfundinum av [...] , sum eru íalt. Tað er greitt, at SEV ætlar eisini at hækka prísin við 19 oyrum aftrat bæði í 2012 og í 2013. Henda príshækking á 57 oyru yvir 3 ár fara at kosta føroyskum húskjum eina eyka el-rokning
Branco, Outlandish og The Antonelli Orchestra. Leygardag eru higartil kunngjørd m.a. Robin Schulz, Christopher, Burhan G, Hanne Boel og The Antonelli Orchestra. Hetta verður stórt! Og tað ræður um at gera [...] Tíðindaskriv: Bólkurin varð stovnaður í 1997, og broytti allan danska hip-hopp pallin. Tónleikurin fekk nú eitt meira altjóða ljóð, og danir tóku væl ímóti nýggja rákinum. Outlandish hava smíðað fleiri [...] staðið seg sera væl í norðulondum og úti í verð. Bólkurin legði seg eftir at skriva nútímans hip-tónleik við einum broddi. Ofta høvdu sangirnir politiskar boðskapir, og bólkurin hevur framført til nógvar
percussion og elektrontónleik. Kór, solosangarar, elgittar, percussion og dirigentur standa á vøllinum. Kvæðabólkur dansar í Gamla Kommunuskúlagarði og kingobólkurin úr Tjørnuvík syngur millum Apotekið og Bókahandilin [...] í hevd og umhvørvi kring Vaglið. Á ólavsøku verður allur Tinghúsvøllurin ein stór tónleikaframførsla, sigur Sunleif, ið lýsir nýskrivaðu kantatuna soleiðis: - Ætlanin er at samnantvinna fortíð og nútíð [...] Tekstin til nýggju kantatuna skriva Sólrun Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen og Carl Jóhan Jensen. Solistar eru Hanus G. Johansen og Joanna Johansen. Aðalroynd verður á Vaglinum sunnukvøldið 26. juli 2009.
betri dysti millum feløgini enn áður og heldur, at liðini spæla meira tekniskt og minni fysiskt enn fyri nøkrum árum síðani ? og hví skuldu tey ikki tað uttan Keane og Vieria. [...] grasteppunum í Premier League ? heimsins sterkastu og ríkastu fótbóltskapping. Og í dag verður ein av stóru dystunum í kappingini spældur, tá ið Arsenal og Manchester United spæla toppdyst. Enska blaðið The [...] Enskur fótbóltur er ikki tað, sum hann einaferð var. Fyri 20 árum vassaðu enskir spælarar ofta í runu, tá dystir vóru spældir um veturin. Southampton ímóti West Ham var ongantíð tað stóra leygardagsupplivilsið
í steypafinaluni, og tá Fleyr og Dráttur so komu í finaluna í Klaksvík, stóð greitt, at vinnarin her samstundis vann sær hitt finaluplássið. Roknast kundi við einum spennandi dysti, og tað gjørdist tað [...] men Dráttur knekkaði als ikki av hesum, og eins tætt vunnu tær tey bæði næstu settini. Neyðugt varð tí við javnbrótara, og her hevði Fleyr flestu kreftirnar eftir. Og havnarkvinnurnar kunnu nú gera seg til [...] varð umskipað fyri átta árum síðani. Hjá monnum stóð finalan millum SÍ og Fleyr. SÍ hevði longu vunnið Fleyr-kappingina í heyst, og tá ÍF umvegis landskappingina hevði bílagt sær fyrsta finaluplássið, kundi
syngja í ítróttarhøllini á Hálsi Í hesum døgum er tætt millum bilarnar á Nabb, á Hálsi og kring Svimjihøllina í Gundadali og Tórsvøll. Orsøkin er tann, at tað eru samfelagsmøtir í høllini á Nabb. Samfelagsstevnan [...] hevur bjóðað til, er nú í hæddini. Í kvøld kl. 20 var evangeliskt møti. Talararnir vóru Rógvi Joensen úr Klaksvík, Elsa í Skorini úr Havn, Poul Færø úr Klaksvík og Svenning av Lofti úr Havn. Manskór úr Ebenezer [...] Henda samkoman er serliga ætlað yngra fólkinum, og tá fer Jógvan Zachariassen úr Hoyvík at tala. Breyðbóting verður í Ebenezer í morgin klokkan 10, og sunnudagsskúli verður í Ebenezer kl. 12.15. Seinnapartin
er, at hetta er ein sera kostnaðarmikil skipan, og at tað er lítil og eingin hjáveiða av øðrum fiskasløgum í rækjuveiðini. Hesum sjónarmiði stuðla Noreg og Ísland. ? Tey baltisku londini taka undir við teimum [...] óneyðugar útreiðslur, verður sagt. Endurskoðast Og víðari verður greitt frá, at Kanada væl stuðla av USA, Japan, Cuba og Fraklandi (vegna St. Pierre og Miquelon) arbeiðir av øllum alvi at tað skal verða [...] ? ES harafturímóti mælir til fyribils at halda fram við skipanini í tvey ár afturat og síðani at endurskoða hana, og hetta sjónarmið vann frama á ársfundinum, verður sagt í fundarfrágreiðingini frá Fi
var kortini hørð. Í sjálvari byrjanini vóru bæði Ørvur og Miðvingur serliga væl við, men sum fráleið komu Kvívíkingur og Argjabáturin fram. Tá gott og væl 500 metrar vóru lagdir afturum, byrjaði Nevið Reyða [...] allan vegin gjøgnum róðurin millum Kvívíking og Ørv. Argjabáturin mátti sostatt taka til takkar við einum fjóðraplássi og trimum stigum. Kappingin um fyrsta og annaðplássið í føroyameistarakappingini er [...] hinar bátarnar og tankarnir leitaðu aftur til sannførandi sigurin leygardagin frammanundan. Men soleiðis bleiv tó ikki á vestanstevnu. Nevið Reyða fekk kapping frá Kvívíkingi í endaspurtinum og kom á mál knapt
tónleiki og ábiti, og møguleiki verður at vitja umborð umframt at vitja virkið og høvuðssætið hjá Bakkafrost. Hátíðarhaldið byrjar við, at skipið verður doypt. Síðani verður móttøka við røðum og tónleik [...] 000 tons av livandi fiski, og hevur fleiri ymiskar møguleikar at veita tænastu til alivinnuna, millum annað viðgerð við feskvatni fyri laksalús og toknur, skiljing av fiski og aling á opnum havi. Skipið [...] Skipið er 109m x 22m til støddar og er útgjørt við hybrid-skipan, ið merkir, at diesel motorar saman við battaríum tryggja umleið 20% sparing í orkunýtslu. Skipið er harafturat fyrireikað til lætt at skifta