Fleyr og SÍ í finaluni

Um vikuskiftið eydnaðist kvinnunum hjá Fleyr og monnunum hjá SÍ at spæla seg í steypafinaluna í flogbólti

Flogbóltur

 

Hetta gjørdu tey, tá stóra Mjølnir-kappingin var á flogbóltsskránni um vikuskiftið.

Hjá kvinnunum var longu greitt, at SÍ var annað liðið í steypafinaluni, og tá Fleyr og Dráttur so komu í finaluna í Klaksvík, stóð greitt, at vinnarin her samstundis vann sær hitt finaluplássið.

Roknast kundi við einum spennandi dysti, og tað gjørdist tað so sanniliga eisini. Fleyr vann tey bæði fyrstu tøttu settini, men Dráttur knekkaði als ikki av hesum, og eins tætt vunnu tær tey bæði næstu settini.

Neyðugt varð tí við javnbrótara, og her hevði Fleyr flestu kreftirnar eftir. Og havnarkvinnurnar kunnu nú gera seg til reiðar at spæla sína fyrstu steypafinalu, síðani kappingin varð umskipað fyri átta árum síðani.

Hjá monnum stóð finalan millum SÍ og Fleyr. SÍ hevði longu vunnið Fleyr-kappingina í heyst, og tá ÍF umvegis landskappingina hevði bílagt sær fyrsta finaluplássið, kundi ein sigur til Fleyr gera tað neyðugt við enn einum dysti, har steypafinalusturin skuldi finnast.

Men hetta læt SÍ tó ongan iva vera um. Sørvingar vunnu nevnliga trygt 3-0, og soleiðis verða tað teir, sum um góðan mánað skulu spæla steypafinalu móti fuglfirðingum.

 

Kvinnur: Fleyr-Dráttur 3-2 (25-22, 25-23, 25,-27, 23-25, 15-8)

Menn: SÍ-Fleyr 3-0 (25-20, 25 – 22, 25 – 19)