Enskur fótbóltur er ikki tað, sum hann einaferð var. Fyri 20 árum vassaðu enskir spælarar ofta í runu, tá dystir vóru spældir um veturin. Southampton ímóti West Ham var ongantíð tað stóra leygardagsupplivilsið. Tá snúði tað seg um at sparka bóltin so høgt upp í loft og so langt fram á vøllin sum gjørligt, so Joe Jordan ella onkur annar tannleysur álopsspælari kundi skalla bóltin til ein viðspælara í brotsteignum ? ella kanska uppaftur betur, bara beint í málið.
Nú spæla altjóða stjørnur, sum vinna milliónir um vikuna, á teimum sløttu grasteppunum í Premier League ? heimsins sterkastu og ríkastu fótbóltskapping. Og í dag verður ein av stóru dystunum í kappingini spældur, tá ið Arsenal og Manchester United spæla toppdyst.
Enska blaðið The Sun skrivar, at ein milliard fólk fara at fylgja dystinum í sjónvarpi, og ivaleyst munnu túsundtals fólk í Føroyum seta seg frammanfyri skíggjan klokkan 12.45 í dag.
- Heimurin steðgar fyri at hyggja eftir hesum dystin, segði Arsenal-venjarin Arsene Wenger í gjár.
Hann roknar við einum enn betri dysti millum feløgini enn áður og heldur, at liðini spæla meira tekniskt og minni fysiskt enn fyri nøkrum árum síðani ? og hví skuldu tey ikki tað uttan Keane og Vieria.