Milliard-ætlan hjá Sev má endurskoðast

- Kommunurnar, sum eiga SEV, mugu sum skjótast taka útbyggingarætlanirnar hjá SEV til viðgerðar, áðrenn fleiri skilaleysar rokningar fyri milliardir verða útskrivaðar og sendar borgarum og vinnulívinum. Tað sigur Heðin Mortensen, sum er borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sum eisini er nógv størsti eigari í Sev við 20 atkvøðum á aðalfundinum av teimum 65 atkvøðunum, sum eru íalt.

Tað er greitt, at SEV ætlar eisini at hækka prísin við 19 oyrum aftrat bæði í 2012 og í 2013. Henda príshækking á 57 oyru yvir 3 ár fara at kosta føroyskum húskjum eina eyka el-rokning uppá uml. 3.000 krónur umframt mvg.

Harumframt fær hetta stórar fíggjarligar avleiðingar fyri alt tað føroyska vinnulívið.

Hann staðfestir, at SEV ætlar at gera ovurstórar íløgur fyri milliardir fyrst og fremst til at leggja um frá verandi orkukeldum til meira varandi orkukeldur.

Trupulleikin er, at grøna orkan skal fíggjast.

- Tí hava kommunurnar sum eigarar av SEV serliga ábyrgd at tryggja, at skil er í langtíðaríløguætlanini og serliga tí kostnaði, sum borgarar og vinnulív skulu rinda, skal tað frameftir verða møguligt at liva og virka í Føroyum og tí má íløguætlanin endurskoðast saman við kommununum.

- Og í hesum sambandi er púra greitt, at landið skal inn at fíggja sín part av íløgunum eisini.