Sunleif ger nýggja kantatu

Tónaskaldið, Sunleif Rasmussen, ger nýggja ólavsøkukantatu, har kórið, ið framførir undir tinghúsinum ólavsøkudag telur 100 røddir. Tilsamans taka 160 lut í kantatuni Tónaskaldið sigur at nú Havnin fyllir 100, hevði verið hóskandi við eini kantatu, sum gongur heilt nýggjar leiðir, men samstundis tekur støði í hevd og umhvørvi kring Vaglið.

Á ólavsøku verður allur Tinghúsvøllurin ein stór tónleikaframførsla, sigur Sunleif, ið lýsir nýskrivaðu kantatuna soleiðis:

- Ætlanin er at samnantvinna fortíð og nútíð í eina tónleikaframførslu, ella sjov, ið fevnir um kórsang, kingosang, kvøðing, messingblásarar, solosang, elgittar, percussion og elektrontónleik. Kór, solosangarar, elgittar, percussion og dirigentur standa á vøllinum. Kvæðabólkur dansar í Gamla Kommunuskúlagarði og kingobólkurin úr Tjørnuvík syngur millum Apotekið og Bókahandilin. Tveir trombonleikarar standa á takinum á gamla Apotekinum, tvær trompetir blása úr báðum vindeygunum á Tinghúsloftinum og tvey horn úr vindeygunum á Býráðsloftinum. Samstundis streymar elektroniskur tónleikur úr seks sourroundhátalarum runt alt økið á Vaglinum.

Jónas Bloch Danielsen verður ljóðmaður.

Tekstin til nýggju kantatuna skriva Sólrun Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen og Carl Jóhan Jensen. Solistar eru Hanus G. Johansen og Joanna Johansen.

Aðalroynd verður á Vaglinum sunnukvøldið 26. juli 2009. Í hesum sambandi verður eingin bilferðsla á Vaglinum kl 19-22.

Ólavsøkukantatan 2009 varir 20 minuttir. Eftir at hon hevur verið framførd undir tinghúsinum ólavsøkudag kl 11:00, heldur vanligi kórsangurin fram.