Samfelagsstevnan í hæddini

Í annaðkvøld fer stórt felagskór at syngja í ítróttarhøllini á Hálsi Í hesum døgum er tætt millum bilarnar á Nabb, á Hálsi og kring Svimjihøllina í Gundadali og Tórsvøll.

Orsøkin er tann, at tað eru samfelagsmøtir í høllini á Nabb.

Samfelagsstevnan, sum samkoman í Ebenezer í Havn hevur bjóðað til, er nú í hæddini. Í kvøld kl. 20 var evangeliskt møti. Talararnir vóru Rógvi Joensen úr Klaksvík, Elsa í Skorini úr Havn, Poul Færø úr Klaksvík og Svenning av Lofti úr Havn. Manskór úr Ebenezer sang.

Klokkan 22.30 verður opið hús í ítróttarhøllini. Henda samkoman er serliga ætlað yngra fólkinum, og tá fer Jógvan Zachariassen úr Hoyvík at tala.

Breyðbóting verður í Ebenezer í morgin klokkan 10, og sunnudagsskúli verður í Ebenezer kl. 12.15.

Seinnapartin kl. 16 verður uppbyggingarmøti í ítróttarhøllini. Talarar verða Jens Olsen av Toftum og Jákup N. Olsen úr Havn.

Klokkan 19 verður evangeliskt møti. Tá verða talararnir Jens Bech av Skála, Gunnar Nielsen úr Hoyvík, Øssur Berghamar úr Keypmannahavn og Rodmundur í Liða úr Havn.

Sórt felags kór, mannað við sangarum kring landið, fer at syngja, og eftir møtið seinnapartin í morgin verður borðreitt í ítróttarhøllini.

Nógvu tey síðstu árini hevur møtið sunnukvøld verið varpað í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, og soleiðis verður tað eisini í annaðkvøld.