skaldaverkið, hann legði eftir seg, livir og er enn til gleði og gagns fyri Føroya fólk. Høvundurin hevur uppiborið heiður fyri sítt stóra íkast til føroyskt mál og mentan og verður tí fagnaður á 90 ára føðingardegnum [...] Wilkinson, italski tóna- smiðurin og konsertpianisturin Enzo De Rosa, sum hevur sett tónleikin út fyri symfoniorkestur og kór, kórini Tarira og Tórshavnar Manskór og Elin Brimheim Heinesen, sum verður [...] Uttanríkis- og Mentamálaráðið, Mentanargrunnurin, Tórshavnar Kommuna og Vága kommuna veitt fígging, og onnur hava veitt ymiska aðra hjálp, sum hevur gjørt tað møguligt at geva tónleikin út og frumframføra
menniskju og náttúru verður sett í miðdepilin. Videoløgini eru væl frágingin, og her gongur tónleikur, myndamál og søga upp í eina hægri eind. Silvurdrongur Plátuhúsi, pallbúnar, pall konsept og stuttfilmur [...] sjónligur og vísir samansettu plátuna, sum í roynd og veru eru tvær EP'ir. Visuella upplivingin gjørdist enn størri á útgávukonsertini, tá ið áskoðararnir vórðu heintaðir í býbussi í Steinatúni og koyrdir [...] framvegis heldur fast í sama plátuhúsa við navni og grafiskum samleika. The Reson for Hardcore Vibes III er í stuttum gjøgnumførd og samanhangandi, har bæði tónleikur og visuellur stílur ganga upp í eina hægri
viðbrekið og kostnaðarmikið at føra norðhavssildina til lands. Umborð er fiskurin nýggjari og feskari, og tú hevur fólkið og tólini til framleiðsluna. Meðan veiðan verður virkað, liggur skipið og brúkar tískil [...] Leygardagurin var ein stórur dagur hjá Kristian Martin Rasmussen og synum hansara, Jón, Boga og Eyðuni, sum saman eiga skipini, Christian í Grótinum og Norðborg. Hendan dagin varð sáttmáli undirskrivaður á skrivstovu [...] nýbygging av kombineraðum nóta-og trolskipi fyri 250 mió. krónur. Skipið skal byggjast á kilenskari skipasmiðju, og við til undirskrivingina vóru umboð fyri reiðaríið, skipasmiðjuna og fíggingarstovnar. Tað er
Hann var reiðiligur og legði dent á at svara hvørjum sítt. John fylgdi væl við í øllum viðurskiftum, bæði heima og burturi og var ein gløggur eygleiðari og viðmerkjari. Jonhild og John fingu eitt langt [...] m.a. sum lærari og skoðanarmeistari. John var ein stillur og friðarligur maður, ið var kendur sum ein góður og sera væl gjørdur handverkari. Eisini dugdi hann væl at læra fra sær og tók fegin við hugskotum [...] nógvan háva burtur úr sær sjálvum og var ikki ein, ið trokaði seg framat, tó so, hann segði tað, ið sigast skuldi, og tað beinrakið og ofta við einum skemtiligum farra, og tú visti altíð, hvar tú hevði hann
sum er hansara, og sjálvsagt leikritið hjá Ega Dam. Fyrimunir og vansar Brigdi og eyðkenni úr øllum tí William skrivaði og skapti, hava havt týdning í evningini hjá Lisu av búnunum og pallinum. - Eg brúki [...] ógvuliga spennandi og avbjóðandi. At tað er abbi mín, sum hevur skrivað skaldsøguna, leikurin byggir á, og at hann er til æru fyri hann, ger tað ikki minni serskilt. Tað setur eyka krøv og eg havi nógv at [...] eisini skal vera praktiskur og arbeiðsligur, koma beinini niður á jørðini og tú lærir at taka fyrilit fyri ymiskum viðurskiftum so sum tí praktiska, trygdini, fíggjarliga og øðrum. Framtíðin Áðrenn tað
til), og eftir fyrsta korterið broytti hann liðið. Jón Pauli Olsen fór av miðvøllinum og í álopið, Milan Culjic fór úr álopinum og á sentrala miðvøllin, og Tórður Holm av sentrala miðvøllinum og úr í vinstra [...] pláss at spæla á og var við í nógvum) legði innfyri, og Jens Kristian Hansen (var í útgangsstøðu vongverji í vinstru) rann mitt fyri málinum í bóltin og stútaði í kassan. So var 3-0 og greitt, at stigini [...] Milan Culjic og Tórður Holm vóru einsamallir við Egini Høgnesen eftir 17 og 24 minuttir, men B36 málverjin vann báðar duellirnar, og tá hálvur tími var farin, megnaði Milan Culjic úr fýra metrum og blankur
vøkrum, pyntaðum palli í svørtum og gulli, og so fingu vit enntá kaffi og køkur áðrenn farið varð heim. Eg fari at nýta hetta høvið at takka teimum, ið skipaðu fyri at vit fingu eitt gott og gevandi kvøld [...] vera sungin í suðurstatunum í Amerika, og harav heitið. Andaligur sangur og tónleikur har, hevur verið ein ímynd fyri mangar kristiligar samkomur og kirkjur, og kanska serliga tær sokallaðu "Black-Gospel" [...] Blackwood Quartet" og hava teir ferðast runt heimin við gleðiboðskapinum um Jesus í sangi og tónleiki. Í dag ferðast Larry fyri tað mesta fyri seg sjálvan og syngur sínar solosangir, eins og hann gjørdi fyri
umstøðum til barnaarbeiðið, og tí miða tey eisini eftir at skapa góðar umstøður til hetta arbeiðið. Hetta gera tey við m.a. at hava ein stóran sal til tey við palli og ljósi, og har eini 180 børn kunnu verða [...] fólkinum. Nei, hetta húsið og hetta arbeiðið skal verða fyri øll, og ikki minst fyri framtíðina, sigur Pauli Høj. Í hesum triðja og seinasta byggistiginum verða fleiri smærri rúm, eins og ætlanin er at gera fleiri [...] gongd við onnur neyðug arbeiði á øðrum hæddum og støðum. Ja, tú sært. Her verður arbeitt allastaðni. Og tað er ikki frítt, at menn veruliga ofra bæði tíð og kreftir fyri at fáa okkara samkomubygning lidnan
vikuna. Púmm kemur saman aftur og fer á pall. Tað gera teir 3 ferðir hesa vikuna. Teir hugna sær á palli í Havn mikukvøldið og um vikuskiftið fara teir á pall í Fuglafirði og í Havn. Bólkurin er óivað ein [...] Bestir eru teir, tá teir improvisera, og lata hýrin og tað sum fyri er mynda framførðsluna. Teir hava sín egna nýskapandi, djarva, lætta og freka stíl, ið var og framvegis er eindømi í føroyskari tónleikasøgu [...] Vit tosa um 4 garvaðar yrkistónleikarar, sum elska at spæla saman, og tað er júst spæligleðin og vinarlagið millum hesar, sum fangar og bertekur. Teir svinga so væl, at áhoyrarafjøldin alt fyri eitt verður
kjansir afturat, og málið til 2-0 var frágera gott. Uppspælið byrjaði væl, og frammi ímóti brotsteiginum spældu Tomislav Sivic og Kurt Mørkøre bandaspæl. Endin var, at Sivic prikaði Kurt leysan, og so sparkaði [...] varisliga, og fyrsta hálva tíman vóru tað fáir málmøguleikar. KÍ fekk ein kjans tíðliga í dystinum, og hann avgreiddi Alexander Djordjevic í VB-málið. Alexander slapp leysur inn í brotsteigin, og so var hann [...] tamarhald á støðuni, og tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at VB-álopsmenninir bitu eitt sindur frá sær. Niclas Niclasen og Símun Joensen vóru báðir farnir av landinum, og tí spældi Harley Bertholdsen