John varð føddur í Porkeri 18. januar í 1911, var triðelstur av teimum 11 børnunum hjá Onnu, f. Djurhuus, í Skemmuni í Porkeri, og Johan A. Thomsen, ættaður úr Fámjin. Børn teirra vóru: Petra (Diddan), Jacob, John, Josefina (Fina), Hans (Hansemann), Astrid, Elsa, Sofus, Eivind, Andrew, og Sigrid. Av teimum eru á lívi: Hansemann, Astrid, Elsa, Andrew og Sigrid.
Ikki fyltur 16 ára gamal fór John til Keypmannahavnar, har hann lærdi til maskinsmið hjá B&W. Lærutíðin var fimm ár. Hann búði á lærlingaheimi í Nørregade, har fleiri aðrir føroyingar eisini búðu, m.a. Leif Mohr úr Havn. Síðan fór hann á Københavns Maskinmesterskole í hálvtannað ár.
Tá John var liðugur at læra, fór hann aftur til Porkeris at búgva. Har var hann til 1935, tá hann fór at sigla við Ananu, fyrst sum assistentur, síðan sum 3. meistari. Í 1938 sigldi hann nakrar mánaðir við einum hvalabáti, til hann seinni sama árið fekk arbeiði á bedingini í Klaksvík.
John fall væl til í Klaksvík. Hann giftist í 1939 við Jonhild, dóttur Jens Chr. Dam úr Havn og Kathrinu, úr Innistovu í Klaksvík. Jonhild var uppvaksin í Klaksvík hjá fastur síni, Thomasiu, og manni hennara, Jens Paula Hansen, vanliga nevndur Palli í Vátutoft.
Í 1939 fór John við við trolaranum Skálabergi hjá J.F. Kjølbro, sum Mortan í Hvannasundi førdi. Tá Noreg var hersett í 1940, var Skálaberg staddur norðan fyri Narvik, og øll skipini vórðu kallað heim. Tá teir komu til Klaksvíkar, var bygdin myrkaløgd orsakað av óttanum fyri bumbuálopum. Teir sigldu við fiski til Bretlands fyrsta partin av krígnum. Har sá John nakrar av avleiðingunum av krígnum. Teir vóru í Aberdeen, tá álop vórðu gjørd har, og teir sóu eisini ljós frá brennandi skipum í Norðsjónum.
Í august 1940 mynstraði John av Skálabergi og fór aftur á bedingina í Klaksvík at arbeiða.
Stutt eftir keypti Kjølbro eina smiðju í Fuglafirði, og John var biðin um at fara til Fuglafjarðar at standa fyri smiðjuni. Teir vóru fimm mans, sum fóru til Fuglafjarðar at arbeiða. Tá smiðjan í Fuglafirði bleiv niðurløgd, fekk John arbeiði á skipasmiðjuni hjá Kjølbro á Skála, har teir m.a. umvældu ensk herskip. Hann skiftist millum at arbeiða á Skála og í Klaksvík.
Hann var tó nógvar túrar til skips seinni, m.a. við Nólsoyar Pálli, Jóannesi Paturssyni, hvalabáti og við Karini K.
Tá ið Sjúrðarberg, sum kom í 1948, varð bygdur í Aberdeen, var John eftirlitsmaður, meðan hann var í gerð og var 1. meistari ta fyrstu tíðina. John var eisini við seinasta túrin hjá Sjúrðarbergi til Gent í Belgia, har hann var seldur sum gamalt jarn í 1967.
John stóð aftan fyri fyritøkuna Fa. John W. Thomsen í Klaksvík, sum sonurin, Páll, rak í mong ár. Umframt súkklur seldi fyritøkan eisini t.d. Kreidler knallertir og Renault bilar í 60-unum. Handilin er framvegis í familjuni.
Í 1964 fór John at arbeiða fyri Norsk Veritas í Føroyum. Nógv skip vórðu bygd í Føroyum hesa tíðina, og Johan Rasmussen, sum var umboðsmaður fyri Norsk Veritas, kláraði ikki alt arbeiði einsamallur.
Frá 1968 til 1983 arbeiddi John hjá Tryggingarsambandinum Føroyar. Hann var tá 72 ára gamal.
John var eisini í fleiri ár knýttur at Tekniska Skúla í Klaksvík, m.a. sum lærari og skoðanarmeistari.
John var ein stillur og friðarligur maður, ið var kendur sum ein góður og sera væl gjørdur handverkari. Eisini dugdi hann væl at læra fra sær og tók fegin við hugskotum frá teimum yngru, sum hann arbeiddi saman við.
Hann gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær sjálvum og var ikki ein, ið trokaði seg framat, tó so, hann segði tað, ið sigast skuldi, og tað beinrakið og ofta við einum skemtiligum farra, og tú visti altíð, hvar tú hevði hann. Hann var reiðiligur og legði dent á at svara hvørjum sítt.
John fylgdi væl við í øllum viðurskiftum, bæði heima og burturi og var ein gløggur eygleiðari og viðmerkjari.
Jonhild og John fingu eitt langt lív saman, fyri sløkum fimm árum síðan hildu tey diamantbrúdleyp. Tá Jonhild ikki meira megnaði at halda hús, tók John yvir, og hóast hetta var nýtt fyri honum, megnaði hann eisini ta uppgávuna væl.
Seinni fór heilsan at bila, men hóast kropsliga veikur varðveitti hann sínar andans gávur og sítt góða minni til tað seinasta. Hann bar sína sjúku við tolni og gjørdi alt, hann kundi, at lætta um hjá teimum avvarðandi og var takksamur fyri alla hjálp, hann fekk.
Jonhild, sum í dag er 90 ára gomul, og John fingu 4 børn: Páll, Annu, Káru og Tove. Páll doyði í 1991, 50 ára gamal.









