r í altjóða judokapping í Danmark. Talan var um Scandinavian Open Championships. Talan er um eina rættilga stóra og sterka kapping, har vóru ikki færri enn 136 leikarar úr 18 londum. Føroysku luttakararnir [...] hansara var eingin annar enn ísraelsmaðurin Oren Smadja, ið gjørdist nr. 2 í heimsmeistarakappingini í 1995. Og hetta merkti eisini dystin, tí har var ongantíð nakar ivi um, hvussu endin fór at vera. [...] undirmett íslendingin, men ikki er tað heilt óhugsandi kortini. Kortini skal sigast, at hetta kanska ikki var Búgvasa dagur, tí hann hevur mangan roynst væl meira sannførandi enn hendan dagin í Vejen. Næsta
ækkingum, sum standast av nýggjari lóggávu, sum boðað er frá, at landsstýrið ætlar at fremja. Sostatt kann roknast við einum streymi um umbønum um eykajáttan í komandi ári. Pensionistar Og Flemming Mikkelsen [...] barnaansingarøkinum, sigur minnilutin, at tað er stórur tørvur á ansingarplássum, og hesin tørvur veksur, tess meira virksemi er í samfelagnum. Føroyska samfelagið er broytt, so tað nyttar ikki at berjast ímóti [...] tørvur á. Her mælir Sambandsflokkurin til eina hækking í játtanini upp á 2.400 tús. kr., sjálvt um langt enn er á mál. ? Á mentanarliga økinum mælir minnilutin til, at tað landsumfatandi virksemið, sum verður
móttøkan er vánalig, men hinumegin hevur mótstøðuliðið lætt við at seta eina tætta blokadu fyri at verja móti álopunum. Og tá so er, kann gera tað sama, um tað er Sigmund ella Jens Heri, sum er í álopinum [...] viljan og hann er sera týdningarmikil ? eisini í hesi ítróttargrein. Tað, sum hevur sermerkt ÍF í ár fram um onnur ár er, at teir hava fingið sum mest burtur úr tí stóru breidd, sum er á liðnum. Tað man [...] tað er nakað sum bendir á at ÍF fer undir næsta umfar við fullum stigatali (hálvum!). Einasti dystur teir hava eftir áðrenn jól er móti SÍ í Sørvági næsta sunnudag og har er ikki annað væntandi enn ein
heimavølli í landskappingini. StÍF vann ikki minni enn 41-25, og tað var ikki eitt mál ov nógv. Fyri at taka málmansspælið fyrst, so var tað enn betri enn móti Kyndli fyrr í vikuni, og tá var tað sera gott [...] fimm spælarar býttu tey 20 málini ímillum sín. Hetta er eisini ein av styrkjunum hjá StÍF. Teir hava góðar og málsóknar spælarar á øllum plássum, og eingin er bangin fyri at royna seg. Spælið gongur skjótt [...] skapt eina kjarnu, sum kann fara, um onkrir av spælarunum falla frá. Men um strandingar kunnu endurtaka avrikini móti Kyndli mikukvøldið og móti VÍF leygardagin (og tað er eingin orsøk til at halda, at teir
skulu eisini fegnast um, at hetta bert var í grundspælinum, og at javnleikurin á Kambsdali tí ikki fer at kosta so nógv, sum hann annars kundi gjørt. Ikki tí, so jøvn sum kappingin er, kann mista stigið [...] dyggiliga, og ein tílíkur hugburður er sum kunnugt ongantíð sunnur. Tað megnaðu kvinnurnar hjá GÍ og Tjaldrinum eisini at revsa, og tað var um reppið, at tær vunnu. Tær fegnaðust um stigið, tær høvdu vunnið, men [...] Fyri Stjørnuna var hetta vikuskiftið einki at reypa av. Tær spældu tveir dystir og fingu bert eitt stig burturúr. Tað var í øllum førum eitt minni enn væntað, men tá tær leygardagin bert fingu javnleik
ikki færri enn 15 brotskøst í dystinum. Av teimum átti VB tey átta, og her vísti Sólrun Krosslá seg sum ein sera tryggur skjútti. Seks ferðir á rað lumpaði hon VÍF-málverjan, og ikki fyrr enn sjeyndu ferð [...] spæla móti StÍF. Hetta var triðju ferð í ár og aðru ferð á rað, at VB brúkti eitt heilt vikuskiftið norðan fyri til at spæla tveir dystir. Tær eru ikki so nøgdar við, at kappingin er løgd soleiðis, men [...] og níggju av teimum vórðu taptir. Bert í tí eina dystinum ? á heimavølli móti GÍ/Tjaldrinum ? eydnaðist tað VB-kvinnunum at vinna, og tá var sigurin so tryggur sum 25-17. Í øðrum dystum hevur tað verið
virka sum spælskipari. Hetta eydnaðist eisini rímuliga væl hjá Halli, men tað er greitt, at Hallur ongantíð fer at órógva eina verju eins nógv og Finnur ger, tí at Finnur Hansson er ikki bert spælskipari [...] setast í gongd aftur. At slíkt kemur fyri í 1. deild hjá monnum er undir alt lágmark, serliga tá ið havt verður í huga, at hetta ikki er fyrstu ferð í ár, at slíkt kemur fyri. Neistamenn koma fyri seg [...] Skotini hjá teimum báðum fuku um oyrini á málverjunum hjá H71, sum als ikki komu í gongd í dystinum leygardagin. At tað eydnaðist Neistanum at fáa so nógv mál upp á hoppskot, er nokk so óvæntað, tí at verjan
45.000 íbúgvar við árslok. Arbeiðsloysið er komið niður á 7%, sum er ein stór lækking eftir fáum árum, men talið er enn ov stórt. Arbeitt verður við at økja um útbúgvingarmøguleikarnar fyri m.a. at forða [...] til fólkaatkvøðu. Hetta skal verða ein skipað tilgongd, har Føroya fólk verður kunnað út í æsir um hetta mál, samstundis sum tað verður Føroya fólk, ið tekur ta endaligu avgerðina um føroyskt fullveldi [...] soleiðis at avgerð og fíggjarlig ábyrgd liggja so nær borgaranum sum gjørligt. Hetta er ikki minst neyðugt, tá talan er um almannamál, har støða skal takast til persónlig viðurskifti í hvørjum einstøkum
r vóru seigari enn so. Teir lógu flatir í luftini og fingu teir mest ómøguligu bóltarnar uppaftur. Men tað stutta av tí langa var so, at Fram vann fyrsta sett. Í øðrum setti fór alt um koll hjá havnarliðnum [...] øðrum setti gav hetta fult avkast. Fram royndi hvat teir kundu, men ov nógv mistøk gjørdu, at ÍF b kom ov langt framum og vóru ikki at taka aftur. Hjá Fram var triðja sett lítið mætari enn annað sett. Lítið [...] tá ber ikki bøtur. Men so eydnaðist hjá Jens Hera Mortensen at fáa eitt slag ígjøgnum og so var sloppið. Fram fótaði sær og vann settið. Fjórða sett var skjótari avgreitt enn hini undanfarnu. Fram var
Strandingar hava nú lagt seg á odda í deildini. Enn er alt ov tíðliga at tosa um FM, og tað vita teir eisini sjálvir. Men seinastu dystirnar hava teir spælt, sum um teir hava trúð upp á tað. Trúgv og vilji hevur [...] vóru strandingar aftur í Vestmanna, og enn einaferð eydnaðist tað teimum at fáa bæði stigini við sær heim aftur. Men burtursæð frá tí var ikki nógv, sum minti um fyrra dystin millum liðini. Vestmenningar [...] Rapa í Sosialinum fyrr í vikuni um, at dysturin mikukvøldið fór at verða ein heilt annar enn tann, sum varð spældur 19. desember, vístu seg at vera sonn. Men tað eydnaðist so heldur ikki VÍF at vinna hesaferð