Fram segði takk fyri seinast

Flogbóltur, menn: Fram hevði nakað at hevna tá teir sunnudagin tóku móti ÍF b. Og hóast gestablídni einu løtuna var við at vera ov nógv av tí góða, so vann Fram kortini 3-1

Ikki gongst altíð eftir ætlan. Hetta máttu Framleikararnir sanna beint áðrenn teir fóru í jólafrí. Teir høvdu ein ? lættan ? dyst eftir móti ÍF og tað var lættvunnin dystur ? hildu teir. Men so var ikki. Teir taptu dystin móti næstbesta liðnum hjá fuglfirðingum og orsøkin sigst at vera, at teir als ikki vóru nóg væl fyrireikaðir til tann dystin.

Sunnudagin spældu teir so aftur móti ÍF b, men hesaferð høvdu teir avgjørt at hesin dysturin skuldi vinnast og væl tað.

Framleikararnir vóru munandi betur fyrireikaðir og vóru eisini væl betur mannaðir enn teir vóru til jóladystin. Rúni Weihe og Heini Weihe, sum báðir hava verið uttanlands vóru aftur til dystin fús fyri Fram og tí merktist tað ikki so væl, at Sigmundur av Teigum sat uttanfyri við einum skaða.

Fram byrjaði eisini sum eitt ódnarveður, tí tað vóru jú teir, sum høvdu nakað at hevna seg fyri. Men fuglfirðingarnir vildu ikki leggja kongin uttan at hava roynt okkurt. Bæði liðini hjá ÍF hava víst, at tey eru ótrúliga effektiv defensivt og tað vísti ÍF b eisini greidliga sunnudagin. Rúni Weihe royndi við nógvum góðum smashum at fáa fuglfirðingarnar niður við nakkanum, men verjuleikararnir vóru seigari enn so. Teir lógu flatir í luftini og fingu teir mest ómøguligu bóltarnar uppaftur.

Men tað stutta av tí langa var so, at Fram vann fyrsta sett.

Í øðrum setti fór alt um koll hjá havnarliðnum. Lítið skil var á spælinum og einki koyrdi sum tað skuldi. Hetta lótu fuglfirðingarnir sær ikki siga tvær reisur og teir løgdu tí eitt effektivt trýst á Fram.

Eins og leygardagin ímóti Mjølnir vóru tað serliga teir báðir Beinir Kristiansen og Símun Lassaberg, sum skaraðu framúr ímóti Fram og í øðrum setti gav hetta fult avkast.

Fram royndi hvat teir kundu, men ov nógv mistøk gjørdu, at ÍF b kom ov langt framum og vóru ikki at taka aftur.

Hjá Fram var triðja sett lítið mætari enn annað sett. Lítið skil á spælinum og nógv persónlig mistøk. Einu løtuna gekk heilt av skriðuni. Álopið steðgaði púrasta upp og tað sá út til at ÍF eisini fór at koma best frá hesum settinum. Eini fimm-seks álopssløg vóru sligin beina leið av vøllinum og tá ber ikki bøtur. Men so eydnaðist hjá Jens Hera Mortensen at fáa eitt slag ígjøgnum og so var sloppið. Fram fótaði sær og vann settið.

Fjórða sett var skjótari avgreitt enn hini undanfarnu. Fram var omaná alla tíðina og teir vóru eisini til reiðar alla tíðina. Fuglfirðingarnir eru drúgvir og tá sløgini ikki ganga eftir vild, so liggur væl fyri hjá teimum at lobba. Hetta var vápnið teir bastu havnarmonnum við fyri jól, men hesaferð hevði Fram lisið uppá. Teir fingu fatur á meginpartinum av hesum lobbum og so er alt so nógv lættari.

Fram vann eisini fjórða sett og harvið vunnu teir eisini dystin 3-1.