Signar tók danir á bóli

Judo: Í altjóða judokapping tók Signar Langgaard danir heilt á bóli og sendi ein teirra úr kappingini eftir bert 15 sekund á máttuni

Herfyri luttóku tríggir føroyskir judoleikarar í altjóða judokapping í Danmark. Talan var um Scandinavian Open Championships. Talan er um eina rættilga stóra og sterka kapping, har vóru ikki færri enn 136 leikarar úr 18 londum.

Føroysku luttakararnir í kappingini vóru Búgvi Poulsen og André Matras, sum luttóku í bólkinum undir 81 kg, og Signar Langgaard, ið kappaðist í undir 66 kg bólkinum.


André

Fyrsti bólkur, ið skuldi á máttuna, var bólkurin hjá André og Búgva.

André brendi beint í rokið! Fyrsti mótstøðumaður hansara var eingin annar enn ísraelsmaðurin Oren Smadja, ið gjørdist nr. 2 í heimsmeistarakappingini í 1995.

Og hetta merkti eisini dystin, tí har var ongantíð nakar ivi um, hvussu endin fór at vera. Eftir tríggjar royndir eydnaðist tað so ísraelsmanninum at blaka André við einum lágum seoi-naga, og harvið var tann dysturin liðugur.

Tílíkar judokappingar eru eitt slag av cup-kapping, men taparin av einum dysti fær altíð ein møguleika afturat og kann, um alt vil væl við koma heilt fram til bronsuplássið.

André kom í sínum næsta dysti at kappast ímóti Michael Skjoldberg úr Danmark. Hetta gjørdist ein sera javnur dystur, sum André mundi vunnið.

Dysturin byrjaði javnt. Eftir at danin hevði skorað eitt yoku, eydnaðist tað André eisini at fáa yoku. Løtu seinni kom André enntá framum, tí danin fekk fyrst shido og síðani chui fyri at gera ov lítið, meðan André bert fekk eitt shido.

Men so tá bert ein góður minuttur var eftir av dystinum, fekk Michael Skjoldborg fyrst eitt wasa-ari og síðani Ippon fyri tvey køst,

og harvið hevði danin vunnið dystin, meðan André harvið var liðugur í hesari kappingini.


Undirmetti íslendingin

Búgvi kom í sínum fyrsta dysti upp ímóti Bjarna Skúlason úr Íslandi. Teir báðir kennast frá undanfarnum kappingum, har teir hava verið sera javnir, og í NM-kappingini í summar komu teir báðir í hvør sína

bronsufinalu. Búgvi vann sína, meðan Bjarni tapti sína.

Dysturin teirra millum gjørdist sera javnur. Bjarni fekk tíðliga í dystinum eitt yoku fyri eitt kast, men so hendi ikki stórt meira.

Búgvi royndi at koma inn í dystin, og tað eydnaðist honum heilt væl. So mikið væl at Bjarni fekk shido fyri passivitet.

Men so tá 4 minuttir vóru leiktir av dystinum eydnaðist tað Bjarna Skúlasyni at kasta Búgva til eitt Ippon, og harvið hevði hann vunnið dystin.

Búgvi vildi eftir dystin ikki viðganga, at hann hevði undirmett íslendingin, men ikki er tað heilt óhugsandi kortini. Kortini skal sigast, at hetta kanska ikki var Búgvasa dagur, tí hann hevur mangan roynst væl meira sannførandi enn hendan dagin í Vejen.

Næsta dystin kom Búgvi ímóti Csaba Sai úr Svøríki. Hesin er ein sera sterkur leikari, og tað var munur á teimum báðum. Hendan dystin megnaði Búgvi ongantíð at koma fyri seg, sviin kastaði Búgva fyrst til eitt yoku og síðani til eitt Ippon kast, og harvið var Búgvi eisini liðugur í hesari kappingini.


Tríggir stuttir dystir

Seinastur av føroyingunum í hesari kappingini var Signar Langgaard.

Hann kom í sínum fyrsta dysti upp ímóti Gopfest úr Týsklandi. Hetta gjørdist ein stuttur dystur, tí eftir bert 30 sekundum kastaði Gopfest Signar til eitt fott Ippon.

Í øðrum dysti kom Signar ímóti Henrik Hemingsen úr Danmark.

Danin mundi helst undirmeta føroyingin, men tað man hann iðra seg um enn, tí hetta gjørdist eisini ein stuttur dystur. Eftir bert 15 sekundum kastaði Signar Henrik í gólvið við einum kasti, ið nevnist Uchi-Mata, og sendi hann úr kappingini!

Triði dysturin hjá Signari gjørdist eisini sera ójavnur, tí hesa ferð kom hann upp ímóti einum sera sterkum amerikanara, nevndur Alex Ottiano.

Amerikanarin gjørdi fleiri royndir at kasta Signar, og Signar gjørdi eisini onkra roynd at basa amerikanaranum, hóast tað skilliga sást, at her fór Signar at gerast minni maðurin.

Soleiðis gjørdist eisini, og eftir fyrst at hava kastað Signar til eitt yoku eydnaðist tað Alex Ottiano at skora Ippon fyri eitt Seoi-Naga kast.

Samanlagt kann sigast, at føroyingarnir kláraðu seg bara væl í kappingini. Ongin gjørdi nakran vánaligan innsats, men hinvegin gjørdi Signar fleiri bilsin við sínum sannførandi sigri á dananum.