skúlunum, hevur Mentamálaráðið spurt føroyingar, hvat tey halda Hoydalar skal brúkast til. Í tí sambandi eru nógv ymisk boð komin, og ivaleyst koma fleiri aftrat. Í morgun sigur Sámal Matras Kristiansen, sam [...] frítíðaraktivitetum og natúrupplivingum. Økið liggur mitt millum Tórshavn og Hoyvík, so tíggjutúsundtals fólk vilja fáa ágóðan av hesum øki, sigur Sámal Matras Kristiansen. - Mín áheitan á havnarfólk skal tí [...] hesum stóra, relativt óbrotna, fríøkinum millum Føroya størsta og skjótt næststørsta bústaðaøki. Og hesi bústaðaøki hava uppiborið tann mikla ”positiva eksternalitetin”, ið eitt slíkt fríøki vil viðføra
part av orðaskiftinum á fundinum. Og hesi mál eru nær tengd at hvør øðrum. - Føroya Lærarafelag hevur sagt sáttmálan upp við Føroya Landsstýri. Í upplegginum hjá okkum eru nøkur mál, sum liggja lærarum nær [...] lønarsamráðingunum noytt til at krevja, at hesi viðurskifti koma í rætt lag. - Karensdagarnar vilja vit avgjørt hava avtiknar. Lærarar verða harðast raktir av hesi skipanini, tí teir hava ikki møguleika at [...] føroyskir tænastumenn fyri tveimum árum síðani, hava lærarar, ið eru farnir frá, fingið ymiska eftirløn. Tað er ikki nøktandi og tí skulu vit fáa hesi viðurskifti í rættlag eisini, sigur Andras L. Samuelsen.
Tipsblaðið prentaði ein veddingarseðil í blaðnum, sum ikki líktist tí vanliga. Ætlanin var so at fólk skuldu vedda og senda blaðnum seðilin. Eg var millum tey, sum sendu seðilin inn, sigur Petur Skeel [...] Vinningurin var 5000 krónur, sum eg býtti millum okkum - konuna og børnini, so vit fingu 1000 krónur hvør. Hetta var í 1978, og tá var henda peningaupphædd eitt sindur meira í virði enn í dag. Umframt hetta [...] eisini á forsøgnini hjá Útvarpinum. Teir siga framvegis frá kavaæli í dag (tað var hósdagin), men í dag eru eini sjey hitastig. Av hesum sæst, hvussu torført tað er at spáa um veðrið, sigur Petur Skeel, sum
loyvi til, at mann flutti inn í skúlan í august, í staðin fyri at mann bíðaði í eitt ár og fekk øll hesi tingini uppá pláss. Tað haldi eg, er øgiliga langt úti, sigur Nikolina Olsen í samrøðu á FM1 í dag [...] dag. Les eisini: Lærari: Ótolandi arbeiðsumstøður á Glasi - Eg haldi, teir flestu limirnir hjá okkum eru samdir um, at var púra ørt at fara í gongd í august mánað. Mann sá beinanvegin, at har var nógv, sum [...] ikki var liðugt, og tað er enn ikki liðugt, sigur hon við FM1. Nikolina Olsen dugir ikki at siga, hvør hevur ábyrgdina av hesum, men vísir á, at tey í Yrkisfelagnum fara at taka málið upp.
og avmarkað. Foreldur og onnur avvarðandi eru hjálparleys, og starvsfólk og yrkisbólkar, ið eru um menningartarnað somuleiðis. Kanningar vísa, at triða hvørt fólk, ið er menningartarnað, fær sálarligar [...] sambandi við aðalfundin hjá felagnum. Nógv fólk, ið dag og dagliga eru um menningartarnað, hoyrdu fyrilesturin, og tað fegnast Diana í Puntabyrgi um, tí sum hon sigur, eru foreldur og starvsfólk mangan í somu [...] atferðartrupulleikar. Sætta hvørt fólk fær sálarliga sjúku, og tey veikastu eru tey, sum fáa størstu frávik í atburðinum. - Sum foreldur kendu vit okkum hjálparleys, tá ið børn okkara fingu sálarligar
uttan at har eru so nógvar leiðbeiningar. At Katuaq hevur fingið so góðan stuðul frá fólkinum kemst millum annað av, at í Grønlandi eru ikki so nógv onnur mentunartilboð. Nøkur stig eru og verða tikin [...] næstu framtíð og eitt sindur inn í framtíðina. Vit lótu okkum ikki stýra av hvør øðrum, men við at vera opin yvir fyri hvør øðrum fingu vit eitt sera gott samstarv. Og av tí, at vit høvdu ein so góðan [...] tilfar á føroyskum, sum tey fegin vilja. - Í Grønlandi og í Noregi eru mentunarskrivarar í hvørjari kommunu. Kommunurnar í Føroyum eru framvegis rættiliga smáar, men eg meti tað hevur sera stóran týdning
e-sigarettir, tí hesi úrslit, sum granskararnir funnu fram til kanningini, komu eftir roynd á 48 tímar. Bretski stovnurin Public Health England sigur tó, sambært BBC, at e-sigarettirnar eru munandi minni [...] á lærda háskúlanum í Birmingham, hevur staðið á odda fyri kanningini. Kanningar, sum frammanundan eru gjørdar av e-sigarettum, hava hugd eftir kemiska innihaldinum í tí vætu, sum er nýtt í e-sigarettum [...] minni skaðiligar enn vanligar sigarettir, og tí sigur stovnurin, at fólk skulu ikki halda seg aftur at nýta e-sigarettirnar í royndini at gevast við at roykja vanligar sigarettir.
fleiri málningar frammi, so at fólk, sum ganga har framvið, kunnu gleðast um teir. Og har stendur mín sann eisini eitt modell av Vágoynni, har bæði hús, skip og krígsminnir eru hegnisliga sett upp. Inntil [...] við Leitisvatn, Tindhólm og Trøllkonufingur. - Eg haldi, at vatnið og neystini har eru sera vøkur motiv at mála. Og tað eru eisini teir málningarnir, sum fólki dámar best, sigur hann. Hann er sjáldan úti [...] tvey verk aftrat, sigur hesin lívsfríski, men kortini 81 ára gamli maðurin, nú umboð fyri Sosialin eru komin á gátt. Listaframsýningin í Gamla Skúla, har listafólk úr Vágoynni fara at framsýna verk síni
Miðvágur: - Tað var nógv meiri yvirtíð fyrr enn nú, sigur Annelena. Tað eru kanska onkur, sum ikki dugir at skilja at nakar kann hava arbeitt á sama staði í samfull 31 ár. Og so hevur hon enntá arbeitt [...] fyri at heiðra seks av starvsfólkunum sum tá høvdu verið har í samfull 25 ár. Umframt Annelenu vóru hesi fimm fólkini heiðrað henda dagin: Sofía Haraldsen úr Miðvági, Samson Gårdlykke úr Miðvági, Edith Simonsen [...] Við hesa samkomuna vórðu starvsfólkini boðin til ein drekkamunn. Borðreitt varð við lagkøkum, og hesi seks fólkini fingu kurvar við blómum og eina smúkku frá virkinum. < Hóast Annelena hevur verið nógv
trivnað í nýggja skúlaumhvørvinum. Tað eru feløgini, Articon og Búsetur, sum saman eiga høvuðsarbeiðstøkuna í hesi velduga stóru skúlaverkætlan, og harumframt eru fleiri undirveitarar knýttir at verkætlanini [...] , sum eru partur av hesum verkætlanum, hava onnur arbeiði at fara til. Millum skúlaverkætlaninar er Skúlin á Fløtum í Havn nógv tann størsta. Men, bæði á Oyrarbakka, Fuglafiðri og í Klaksvík eru eisini [...] og her verður gjørt burtur úr ymiskum stórum verkætlanum, sum eru í gongd í løtuni, og sum flestar verða lidnar í hesum árinum. Her eru eisini samrøður við fleiri partar í byggivinnuni.