tíðarskeiðnum 1997-2008, hava tikið av tilboðnum um at verða koppsett. Av tí, at fólkatalið broytist, og fólk flyta til og úr Føroyum, kann tað vera trupult at vísa í prosentum, hvussu stórur partur av [...] lívmóðurhálsinum. Mett verður, at hjá teimum kvinnum, sum eru koppsettar, minkar vandin fyri at fáa krabbamein eini 90 prosent, tá kvinnan er koppsett. ##med2## Í talvvuni oman fyri sæst, hvussu nógvar kvinnur [...] av einum árgangi er koppsettur eitt nú sæst, at yvir 100 prosent av gentunum, sum eru føddar í 1997, eru koppsettar. Orsøkin kann vera, at síðani 1997 eru gentur fluttar til Føroyar, og eru koppsettar
fram, at samlaða tilboðið fyri at byggja nýggja skúladepilin í Marknagili er mettur at vera 475,5 milliónir krónur. Hetta merkir, at byggikostnaðurin í løtuni liggur umleið 155 milliónir krónur oman fyri [...] byggiteknisku loysnirnar halda til tað. Tá tað nú kom fram, at tað kemur at kosta 155 milliónir krónur meiri enn væntað, so var mín fyrsta reaktión, at so verður skúlin ikki bygdur, sigur Bárður Nielsen. - Tí [...] gera onkrar broytingar og sparingar. Tað ger Landsverk eisini nú. Men eg trúgvi ikki, at teir fara at finna fram til, at 150 milliónir krónur, og tí verður tað ikki verkætlanin, soleiðis hon fyriliggur nú
- Frekvensanalysur vísa, at lágfrekvent ljóð er uppi í motorljóði frá skipum. Kanningarnar vísa eisini, at lágir frekvensir kunnu samvirka og at lágfrekvent ljóð kann vera ein trupulleiki í timburhúsum [...] hevur verið frammi, at fólk á Langasandi og í Signabø halda tað larmar alt ov illa har um leiðir. Og nú vísir ein fesk ljóðkanning, sum Umhvørvisstovan og Tórshavnar Kommuna hava gjørt, at tað er nakað um [...] hjá Umhvørvisstovuni stendur, at ljóðstøðið á Signabø liggur umleið ella beint undir tilmælunum frá WHO fyri ljóð frá ferðslu, meðan ljóðstøðið á Langasandi liggur væl oman fyri somu tilmælini hjá WHO.
einaferð kunnu vit bara vóna, at úrslitið verður so mikið gott, at eingin ivi verður um, at altjóða fiskivinnu-og alistevnan í Føroyum er komin fyri at vera. Fýra tjald At útvega eitt framsýningarøkið á [...] alibátur verður eisini at síggja við bryggjuna ella uppi á landi, og ætlanin er, at fólk eisini skulu sleppa at síggja nýggju trolararnir hjá P/F Beta, Bak og Stelk. Áki veit at siga, at skipasmiðjan í Vigo [...] stigtakararnir, Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen, at hendan fyrsta stevnan fór at vera avgerandi fyri, um tiltakið verður afturvendandi. Nú stundar so til, at North Atlantic Fish Fair verður sett á øðrum sinni
1.at Sjónleikarfelagið umbyggir Sjónleikarhúsið soleiðis, at ein partur kann leigast út til barnaansing. 2.at Býráðið útbyggir eitt av býlingshúsunum, so at pláss verður fyri o.u. 20 børnum afturat. 3 [...] Ætlanin við hesum stuðli er, at tað skal gerast møguligt hjá mammum at vera nakað longur heima í barnsburðarfarloyvi enn seks mánaðir. Eitt seks mánaðar gamalt barn er óbúgvið til at fara í vøggustovu ella dagrøkt [...] 3.at søkjast kann um stuðul til barnið, 2.000 kr. um mánaðin í tíðini frá tí at barnið er seks mánaðir til tað er 12 mánaðir gamalt, treytað av, at ansingartilboðini ikki verða brúkt, meðan stuðul verður
uppskotið um, at allir borgarar skuldu hava hvør sín sosialráðgevara, kundi vera við til at lætta um hjá borgarunum og gera at fólk sluppu frá at fara til hvønn Per og Pól í tí almennu skipanini, og at hetta tí [...] vóru komin hetta kvøldið, at hetta kanska ikki var tann besta loysnin at koma við. Jørgen Niclasen legði dent á, at samfelagið hevur brúk fyri øllum, og at ein gongd leið kundi vera hjálp til sjálvhjálp við [...] umframt at báðir sita í Trivnaðarnevndini í Løgtinginum, har Jørgen Niclasen eisini er formaður. Fitt av fólki hevði leitað sær oman í Miðlahúsið mánakvøldið, og fyrireikararnir høvdu úr at gera við at finna
og eingin fekk at vita, hvat tað var fyri evni, sum pápi nýtti fyri at fáa tann serliga smakkin, sigur Arne. Tað hendi tó meira enn so, at fólk komu inn, meðan Johannes gjørdi ís fyri at sneyta eftir [...] við at gera ís. Orsøkin var, at tollur varð lagdur á ísin, og eisini varð álagt, at øll innihaldsevnini vórðu uppgivin. Fjakkarin Johannes Handilin ber navnið hjá manninum, sum fekk handilin upp at standa [...] tíðindini, fór hann við sjógv á bak oman at vita, um hann kundi hitta manningina. Teir vóru tá júst farnir út á ein enskan trolara, sum skuldi føra teir víðari. Pápi fekk at vita, at skiparin var tann sami, sum
tá møguligt hjá øllum at arbeiða sjálvstøðugt í altjóða høpi hvørs alt framtíðar forrætnings virksemi kemur at vera skipa eftir hjá familjum/einstøkum. Tað eru nógv ið hava roynt at lagt forðingar í vegin [...] Marketing. Tað sum endamálið var við hesi altjóða arbeiðsskapandi verkætlan var at skapa fyritreytir og grundarlag fyri at arbeiða í altjóða høpi. Tað vil siga hvar í ein hópur av føroyingum hjúnum/einstøkum [...] verkætlan at vinna almennan frama úti á bygd og bý kring landið, í framhaldandi verður arbeitt við. Tað hevur eisini verið lýst nógv í føroyskum bløðum heima og niðri við hesum hvar í ein hevur bjóða oman fyri
verður tengd at innandura virkseminum. Soleiðis koma tað at vera trý serveringsstøð. Alt hetta verður sjálvandi gjørt fyri at fáa raksturin at bera seg. Men tað er fyrst og fremst fyri at kunna bjóða eitt [...] nú við at spara dupultfunktiónir og at gera broytingar til tess at fáa fleiri fólk oman í spennandi umhvørvið í Vágsbotni og í Tórsgøtu. Broytingarnar verða gjørdar bæði innan- og uttandura. Frá at hava [...] til, at vit brúka so nógva orku uppá at gera eina terassu uttanfyri hotellið, har fólk kunnu sita úti og njóta ein góðan kaffimunn ella onkran lættan rætt. Hetta skal vera við til at fáa fólk at savnast
á Fróðskaparsetrinum. Hann vísir á, at tað er áhugavert at notera sær, at meginparturin av teimum, sum higartil hava tikið framhaldandi útbúgvingar uttanlands oman á útbúgvingar frá Fróðskaparsetrinum [...] vart við, at einasti vegur burturúr hesum átrokandi demografiska trupulleika er at fáa eitt rættiligt universitet til Føroyar. - Stóri trupulleikin er, at føroyskur ungdómur fer av landinum at taka hægri [...] Tey flestu munnu vera samd um, at tað er ein vandaleið fyri samfelagið, at tey klóku høvdini hvørva úr samfelagnum, sigur Hans Pauli Joensen, sum í hesum sambandi eisini vísir á, at góðir karmar fyri