Alt ov nógvar óvissur

MARKNAGIL – Hetta er farið so mikið langt av leið, at vit nú skulu endurskoða, hvat vit gera við skúladepilin. Tað eru eisini alt ov nógvar óvissur kring verkætlanina, sigur formaðurin í fíggjarnevnd løgtingsins, Bárður Nielsen

Rólant Waag Dam

Sum formaður í løgtingsins fíggjarnevnd er tað Bárður Nielsen, sum skal sannføra løgtingið um, hvat pengar skulu játtast til. Í gjár kom fram, at samlaða tilboðið fyri at byggja nýggja skúladepilin í Marknagili er mettur at vera 475,5 milliónir krónur. Hetta merkir, at byggikostnaðurin í løtuni liggur umleið 155 milliónir krónur oman fyri játtanarkarmin í verklagslógini fyri handverkaraútreiðslurnar, sum eru 320 milliónir krónur.
- Her eru so nógvar óvissur kring verkætlanina. Tað hava eisini verið spurningar frammi, um bygningurin er hóskiligur til føroyska veðurlagið og um byggiteknisku loysnirnar halda til tað. Tá tað nú kom fram, at tað kemur at kosta 155 milliónir krónur meiri enn væntað, so var mín fyrsta reaktión, at so verður skúlin ikki bygdur, sigur Bárður Nielsen.
- Tí skal verkætlanin endurskoðast og vit skulu finna út av, um vit kunnu gera onkrar broytingar og sparingar. Tað ger Landsverk eisini nú. Men eg trúgvi ikki, at teir fara at finna fram til, at 150 milliónir krónur, og tí verður tað ikki verkætlanin, soleiðis hon fyriliggur nú, ið verður gjøgnumførd, ásannar formaðurin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
- Tað eru rætt og slætt ov nógvar óvissur kring verkætlanina til, at løgtingið fer at játta 155 milliónir krónur aftrat til byggingina. Tí skulu vit hyggja eftir málinum av nýggjum, sigur Bárður Nielsen, sum tó leggur aftrat.
- Eg kann ikki dagin eftir eina slíka lisitatión siga, at vit skulu undir eina heilt nýggja verkætlan og kolldøma alt tað, sum fyriliggur frammanundan. Lat okkum tí nú síggja, hvussu leikur fer, sigur Bárður Nielsen at enda.

rolant@sosialurin.fo


játtanarkarmin í verklagslógini fyri handverkaraútreiðslurnar, sum eru 320 mió. krónur.

Men longu áðrenn verkætlanin er farin í gongd kostar tað 150 milliónir krónur meiri enn ætlað,