Fish Fair
Hetta er aðru ferð, at føroyingar taka stig til at skipa fyri eini altjóða fiskivinnu-og alistevnu. Grundarlagið undir stevnuni hesaferð, eru góðu royndirnar, tá ið North Atlantic Fish Fair varð hildin í Føroyum seinast.
Tá ið stevnan fór av bakkastokki fyri tveimum árum síðan, søgdu stigtakararnir, Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen, at hendan fyrsta stevnan fór at vera avgerandi fyri, um tiltakið verður afturvendandi.
Nú stundar so til, at North Atlantic Fish Fair verður sett á øðrum sinni, og enn einaferð kunnu vit bara vóna, at úrslitið verður so mikið gott, at eingin ivi verður um, at altjóða fiskivinnu-og alistevnan í Føroyum er komin fyri at vera.
Fýra tjald
At útvega eitt framsýningarøkið á havnalagnum, sum táttar í 5.000 fermetrar tilsamans, er ikki bara sum at siga tað, men hetta hevur so eydnast stigtakarunum og teimum, sum standa aftanfyri og hava stuðlað uppundir hetta stóra tiltak.
Áki í Skemmuni sigur, at umframt tjøldini, sum eru fýra í tali, verða goymslubygningarnir hjá Skipafelag Føroya og P/F Beta nýttir sum framsýningarøkið.
- Hesaferð verður alt stevnutiltakið savnað niðri á havnalagnum oman móti, har nýggja Norrøna fer at liggja sum hotel-skip.
Hann vísir á, at í tí eina tjaldinum fer Heimamissiónin við Sjómansheiminum í Runavík á odda at reka kafeteria, samstundis sum kunnað verður um arbeiði hjá sjómansheimunum og sjómansmissiónini.
- Onkur útróðrarbátur og onkur alibátur verður eisini at síggja við bryggjuna ella uppi á landi, og ætlanin er, at fólk eisini skulu sleppa at síggja nýggju trolararnir hjá P/F Beta, Bak og Stelk.
Áki veit at siga, at skipasmiðjan í Vigo í Spaniu, sum bygdi hesi skipini, verður við á North Atlantic Fish Fair.
Nýggja Norrøna
Umborð á nýggju Norrønu verða fyrilestrar og tíðindafundir, og har verða annars aktivitetir alla tíðina við undirhaldi og dansi um kvøldarnar. Um dagin verður døgurði, og um kvøldið kalt borð.
Áki sigur, at nógv fólk kemur til landið uppundir stevnuna. Norrøna kemur við fullum skipi, flogfar verður chartrað úr Noregi, og eykaflúgving er til Føroya.
North Atlantic Fish Fair, sum byrjar týsdagin, varar í tríggjar dagar, og seinasti framsýningardagurin er 1. mai.
Kostnaðurin fyri at vitja stevnuna í ein dag, er 150 kr., og fyri allar stevnudagarnar er kostnaðurin 350 kr.
Áki vísir á, at Hirtshals, sum er vinarbýur hjá Runavíkar kommunu, hevur stóran bás og ger nógv burtur úr framsýningini.
- Tað áhugaverda her er kanska, at danskar havnir eru privatiseraðar og gjørdar til partafeløg. Hetta er eitt nýtt modell og eitt nýtt konsept í okkara verð, sigur hann.
Á íslendska básinum eru eisini fleiri havnir í Íslandi við.
- Úr okkara heimliga umhvørvi eru norðoyingar við undir einum hatti, og tað er Vágur eisini, sigur Áki í Skemmuni.